mánadagur 25. februar 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 39 - 25. februar 2008
Havnin í fokus
Fleiri enn 120 fólk møttu upp, tá framsýningin TÓRS
HAVN – Arkitektur & Identitet, varð sett í Norðuratlants
Bryggjuni í Keypmannahavn leygardagin. Heðin Morten
sen, borgarstjóri setti frágera hugvekjandi framsýningina,
sum vísir fagrastu støðini í Havn. Við hesari framsýning
ini ynskja vit at geva dønum betri innlit í søguna hjá býn
um og landinum sum heild, umframt sjálvandi, at vísa,
hvussu einastandandi ein býur, Havnin er, sigur Helga
Hjörvar, stjóri í Norðuratlants Bryggjuni. Framsýningin
verður opin til sunnudagin 18. mai 2008.
Ymiskir skattir í Føroyum
Eitt yvirlit hjá Taks vísir, at munurin millum lægsta og hægsta
kommunuskattin er heili 7,5%, skrivar Samtak á heimasíðuni.
Kommunurnar við hægsta kommunuskattaprosentinum eru
Tvøroyri og Sandur, har skatturin er 23,5%, í hølunum á teimum
er Vágur við 23,25%. Nakrar av smáu kommunum hava lægst
skattaprosent, hesar eru Fugloy, Svínoy, Kunoy og Skúvoy. Í
hesum kommunum rindar borgarin 16% í kommunuskatti. Fyri
ein borgara við eini vanligari arbeiðarainntøku merkir tað, at ein
persónur sum býr á Sandi ella Tvøroyri rindar útvið 15.000 kr
meir í skatti enn um viðkomandi býr í Kunoy, Svínoy, Fugloy
ella skúvoy. Meðal kommunuskattaprosentið í 2008 er 20,65%.
Fríggjadagin
komu nýggju
enskt-føroysku og
føroysk-ensku orða-
bøkurnar hjá Jon-
hardi Mikkelsen og
Annfinnur í Skála
loksins á marknaðin,
og henda stóra og
týdningamikla
bókaútgáva varð
fríggjadagin fagnað í
Læraraskúlahøllini
orðabók
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Lærarskúlahøllin var so at
siga fullsett. Har vóru lærar
ar, sum hava hungrað eftir
nýggjum orðbókum í fleiri
ár, har vóru rithøvundar,
sum nú sleppa at sveima
frítt millum nýtíðar føroyskt
og nútíðar enskt, og har
vóru onnur mentafólk, sum
frøddust um eitt nýbrot í
føroyskari málmentan.
Á fremsta bonki sótu
tríggir mentamálaráðharrar.
Torbjørn Jacobsen, sum í
síni tíð sum landsstýrismað
ur í mentamálum setti
gongd á arbeiðið, Jógvan á
Lakjuni sum hevur fylgt og
stuðla arbeiðnum sum lands
stýrismaður tey seinastu
árini, og nýsetta landsstýris
kvinnan í mentamálum,
Kristina Háfoss, sum nú
hevur ábyrgd á økinum.
Jóhannes Hansen, rektari
á Læraraskúlanum, bjóðaði
vælkomin, Jonhard Mikkel
sen greiddi frá arbeiðnum,
Anfinnur í Skála helt røðu,
og landsstýrisfólkini fingu
eisini hvør sína talutíð.
Jógvan á Lakjuni sang og
spældi harumframt við klav
eri, og Martin Joensen og
Kári P sum báðir eru
kendir fyri livandi yrkingar
á gerandisføroyskum fram
førdu eisini nakrar sangir.
Garnatálg á japansk
ari mótamessu
Hetta er ein ótrúligur dag
ur. Eg havi smílst í allan
dag, tí eg kann ikki lata
vera, segði Jonhard Mikkel
sen, og lýsti áralanga arbeið
ið við einari lítlari støðu
mynd av, tá fólk eru komin
á gátt í Vestmanna tey
seinastu mongu árini.
Nú, hvar er Jonhard,
spyrja gestirnir. Er hann
ikki liguður við hatta enn.
Nei, hatta verður nokk
ongantíð liðugt.
Men nú var »hatta«
loksins liðugt, og tungu og
stóru bøkurnar lógu sum
prógv við síðuna av fína
pinnamatinum í Lærara
skúlahøllini.
Tá fólk síggja eitt barn
við kufferti, fara tey at siga:
Stakkalin.
Hann
hevur
enskt í dag, segði Jonhard
Mikkelsen.
Men
tungu
bøkurnar
standa
ikki
einsamallar.
Saman við bókini er eisini
fløga umframt internet og
sms hald. So tá Guðrun og
Guðrun eftir væleyndaða
mótasýning í Tokyo verða
bjóðaðar til sushi, so kunnu
tær greiða frá um ræstan
fisk og garnatálg á flótandi
enskum. Tær senda bara orð
ini »ræstan fisk« og »garna
tálg« á sms og fáa ensku
orðini aftur beinanvegin.
You mean yes or
you mean no
Orðabøkurnar lata føroyskar
dyr upp út í heim, men tær
eru eisini eitt úrslit av altjóða
samstarvið,
har
føroysk
høvd hava arbeitt saman við
íslendskum
handilsskapi,
russiskum datugrunnum, og
kinesiskum hondum.
Øll tey mongu orðini og
orðafrágreiðingarnar vórðu
løgd í datugrunnar í Rus
landi, og meðan datuhugtøk
vóru ein býur í Ruslandi
fyri føroysku rithøvundar
nar, høvdu russarnir hinveg
in trupult at skilja føroyska
tokutalu.
You mean yes or you
mean no, spurdi russin, tá
Jonhard Mikkelsen sendi
mailar um, at orðini kanska
skuldu setast upp so ella
so.
Síðani var tilfarið sent til
Íslands, har íslendsk prent
smiðja prentaði bøkurnar í
Hong Kong. Og tá kines
iskar hendur høvdu samlað
øll tey føroysku orðini í
tvær tjúkkar bøkur, vórðu
tær sigldar suður um Afrika
og norður í Atlantshav.
Eingin annar ger
føroyskt mál
Umframt útlensk samstarv
eru bøkurnar eisini úrslit av
dyggum føroyskum stuðli.
Jonhard Mikkelsen fegnað
ist um stuðulin frá Menta
málaráðnum og privatum
feløgum, tí føroyski markn
aðurin er so lítil, at uttan
stuðul ber slíkt ikki til.
Skal føroyskt mál røkt
ast, mugu vit sjálvi gera
tað, og tað eigur at bera til,
helt Jonhard Mikkelsen og
vísti á, at tað sum fólk hildu
vera ørt fyri 20 árum síðani
nú er veruleiki.
Vit skulu bara ikki taka
støði í New York ella øðrum
stórum støðum. So kemur
einki burtur úr, tí vit drukna
í
undirlutakenslum.
Vit
mugu taka støði í okkum
sjálvum og taka eitt stig í
senn, segði rithøvundurin
at enda.
Nú er lagamanni at læra enskt
Tveir ernir rithøvundar við størstu føroysku orðabókaútgávu nakrantíð. Saman við stóru og tungu bókunum fylgir eisni fløga, internet- og sms hald
Nógv fólk vóru komin saman til bókaframløguna í Lærara-
skúlahøllini. Jóhannes Hansen, rektari, bjóðaði vælkomin og
núverandi og fyrrverandi landsstýrisfólk hildu røður