mánadagur 25. februar 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 39 - 25. februar 2008
Fløguútgáva
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
8. mars gevur føroyska songkvinnan Maria Guttesen út
dreymaverk sítt, fløguna Wide Open, har Maria hevur sungið,
framleitt og spælt øll ljóðføri sjálv.
Wide Open er fjóðra útgávan hjá Mariu Guttesen. Her
vísir hon dygdirnar sum ein multitónleikari, ið spælir á at
kalla øll ljóðføri. Við hesu fløgu er hon farin aftur til tað
upprunaliga, og hevur sjálv spælt øll ljóðføri inn. Bert ein
teknikari hevur hjálpt við at trýsta á upptøkuknappin.
Dreymurin hjá Mariu hevur tó altíð verið ein útgáva,
har hon kundi brúka seg sjálvan 100 prosent. Eftir drúgv
ar royndir við ymsum tónleikaverkum, tónleikaundir
vísing og sum tónleikacoach var tíðin komin at fara
inn í tað innasta og leita fram tað ljóðið, ið er The
Sound of Maria.
– Nústani var eg til reiðar at taka við avbjóðingini
og gera tað, ið eg kendi eg skuldi, sigur Maria
Guttesen. Og tað var júst tað, ið var ætlanin hjá
Mariu:
At gera eina fløgu, sum eri eg 100 prosent, sum
vísur meg sum tónleikarar, komponist og
songkvinnu. Hetta er ein fløga har eg eri farin so
langt inn í tónlistaligu sál mína sum ongantíð
áður, sigur hon.
Maria Guttesen hevur staðið fyri
øllum tí tónlistarliga sjálv, men tað er
Lene Drachmann, ið eigur øll orðini
á fløguni.
Eg vóni at lurtarin kennur, at
Wide Open er ein glað og positiv
fløga, hóast hon er merkt av
álvarsligu
tulkingum
og
arrengementum
mínum,
sigur
Maria og flennir, tí hon gleðir seg
til at lata umheimin inn í tónleika
univers sítt við fløguni Wide
Open.
Landsstýrið arbeiðir
nú av álvara fyri at fáa
eina pápakvotu inn í
barsilsskipanina, so
allir pápar skulu heim
við barninum í eitt tíð
arskeið.
vinnumál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Tað hevur leingi verið sum
at vísa tarvi reytt at tosa um
pápakvotur í sambandi við
barnsburð. Kortini var hetta
júst tað, sum landsstýris
kvinnan
í
vinnumálum,
Bjørt Samuelsen, greiddi
frá á tingfundinum í gjár:
At hon arbeiðir við at innfø
ra eina pápakvotu á barns
burðaøkinum.
Sambært
Bjørt Samuelsen er enda
málið fyrst og fremst at
javnstilla mammur og pápar
á
arbeiðsmarknaðinum,
eftirsum at tað hevur verið
ført fram í seinastuni, at
arbeiðsgevarar velja kvinn
ur frá, tí tær skulu heim í
barnsburðarfarloyvi.
Fara
páparnir eisini heim, vera
teir eins lítið attraktivir og
mammurnar á hesum øki
num.
Sambært Bjørt Samuelsen
skal ein skipan við pápa
kvotu byrja í smáum, og
byggjast út so líðandi.
Nakrir tingmenn undrað
ust á, at ætlanin er at diktera
menninir heim, men kortini
var rættiliga breið semja
um, at ein slík skipan hevði
gagnað javnstøðuni.
Ein pápakvota hevði iva
leyst verið rættiliga kostnað
armikil fyri barsilsgrunnin,
tí føroyskar mammur for
vinna í miðal 16.000 kr. um
mánaðin, meðan menninir
liggja uml. 26.000 kr.
Undir orðaskiftinum varð
ikki tosað so nógv um at
leingja farloyvi upp í 52 vik
ur, sum ført hevur verið
fram. Men Andrias Petersen
úr Javnaðarflokkinum, ið
sum kunnugt er lækni,
segði, at tosið um at leingja
farloyvið upp í kanska tvey
ár, hevði ikki verið ein fyri
munur fyri børnini. Fyri
menningina hava tey tørv á
at koma út millum onnur
børn, tá tey eru uml. 9
mánaðir. Eisini vísti hann
á, at var farloyvið so drúgt,
vórðu mammurnar veruliga
afturúrsigldar á arbeiðs
marknaðinum.
Føroyskir pápar skulu
í barnsburðarfarloyvi
16 ára gomul eigur sjey
børn
Fyri aðru ferð hevur ein bert 16 ára gomul genta í Argentina
fingið tríburar. So nú er hon mamma til sjey smágentur.
Gentan, sum rópar seg Pamele, er longu ein roynd mamma, nú
hon fyri aðru ferð fær tríburar. Fyrsta barnið varð borið í heim,
tá mamman var 14 ár. 15 ára gomul fekk hon tríburar, og sum
sagt, aftur nú tríburar, bert 16 ára gomul. Sambært danska
Ekstra Blaðnum siga argentinsku læknarnir, at mamma og børn
hava tað gott. Myndugleikarnir hava givið familjuni jørð, har
tey kunnu byggja sær eitt heim.
Maria Guttesen við nýggjari fløgu
8. mars gevur føroyska song
kvinnan Maria Guttesen út
dreymaverk sítt
Løgreglan hevur
funnið leivdir frá
barnalíkum við
fyrrverandi barna
heim á bretsku oynni
Jersey. Illgruni er um,
at barnaheimsbørnini
vóru offur fyri ágangi
og morði.
Krimi
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Ein sonn ræðusøga kemur í
hesum døgum undan kavi á
einum fyrrverandi barnahei
mi á bretsku oynni Jersey.
Sambært
BBC
hevur
løgreglan funnið leivdir frá
barnalíkum inni á barna
heiminum Haut de la Gar
enne.
Heimið er longu fram
manundan í ljósmálanum
hjá løgregluni, tí illgruni er
um, at børnini vóru sera illa
viðfarin longu afturi í
1960´unum. Fyribils kann
ingar vísa, at líkleivdirnar
stava
frá
byrjanini
av
1980’unum. Kanningarleið
arin hjá løgregluni í Jersey,
Lenny Harper, sigur við
BBC, at helst finna tey flei
ri leivdir frá líkum, tí spor
hundar hava víst serligan
áhuga fyri seks onnur støð í
og uttanfyri heimið. Tí eru
serfrøðingar úr London boð
sendir at hjálpa við kanning
ararbeiðinum.
Um tørvur er á tí, so hal
da kanningarnar fram í flei
ri vikur. Enn vita vit ikki,
um talan er um morð, ella
um vit finna fleiri lík, sigur
Harper.
Fyrrverandi parlaments
limur fyri Jersey, Stuart
Syvret, heitir á øll, sum ha
va havt samband við barna
heimið, um at traðka fram,
so tey kunnu hjálpa løgregl
uni.
Leivdir frá barnalíkum
nærhendis barnaheimi
Haut de la Garenne er í dag vallaraheim