mánadagur 25. februar 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 39 - 25. februar 2008
Í sambandi við Torra
dagarnar í Klaksvík,
var heilsukafé í Skál
anum í dag
Torradagar
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Myndir: Benjamin
Rasmussen
Leygardagin var Skálin í
Klaksvík at kalla ov lítil, tí
so nógvur áhugi var fyri
heilsutiltakinum. Landsstýr
ismaðurin í Heilsumálum,
Hans Pauli Strøm, setti
stevnuna, sum var skipað
sum ein kafe. Hann hevði
nógv rósandi orð at bera
Torratiltakinum sum heild.
Hann helt fyri, at Klaksvík
gongur undan á nógvum
økjum – eisini innan heilsu.
Her vísti hann til serliga
roykiátakið, sum skúlarnar
standa fyri, Treysti og so
heilsukafeina sum eitt av
mongu skilagóðu tiltøkun
um í Torraskránni.
Hann var so fegin, at
hann skeyt upp, at býurin
væl kundi verða róptur ein
Heilsubý.
Hesum kunnu vit bert
taka undir við og lofta, og
gera enn meir við, siga tey
frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi
og fyrireikararnir av Torra
døgunum, sum annað árið
rað hava havt heilsukafeina
á skránni í sambandi við
Torradagarnar.
Dávur Winther, mentanar
leiðari í Klaksvíkar Komm
unu, sigur, at røðin at sleppa
til tær ymiski kanningarnar:
blóðtýst, blóðsukur, kondi,
vekt, lungaorku og mikið
meira tók ongan enda frá
byrjan til enda.
Men tíðin tóktist ikki
long, tí hópin av sunnum og
góðum grønmeti og frukt
var at fáa, og prátið gekk so
lystiliga, sigur hann. Og
leggur afturat, at mitt í
meldrinum, stóð „sunn
heitsappostulin“ Korosh og
mól eina blanding úr frukt,
sum hann kallaði: Heilsu
granat.
Jú, heilsukafein var ein
ordilig succes og verður
uttan iva á breddanum til
næstu Torraskránna.
Solar Føroyar
Starvsfólk søkist
Starvið umfatar sølu av el-lutum. Vit vænta
at tú hevur royndir innan sølu og /ella
tænastu, dentur verður lagdur á, at tú dugir
væl at samskifta og er fyrikomandi.
Vilt tú hava meira at vita um starvið
Vinarliga kom inn á gólvi ella send ein
teldupost til.
Solar Føroyar
Brekkutún 2
Hoyvík
Tel
35 79 33
Fax 31 78 90
finn@solar.fo
www.solar.fo
Heilsudagur í Klaksvík
Listamaðurin Edward Fuglø setti ftukt- og grønmetisborðið vakurt og prýiðligt upp. Hann sigst hava blaðað í gomlum bókum, fyri
at vita hvussu teir gomlu rómverjarnir borðreiddu slíkt.
Blóðroynd verður tikin av Hans Paula Strøm, landsstýrismanni
í almenna- og heilsumálum
Íløguráðgeving - royn Skjern Bank
Gunnar Streymoy
Íløguráðgevi
Tlf. 516227
gst@skjernbank.dk
Skjern Bank bjóðar íløgumøgu-
leikar, ið hóska júst til tín tørv.
Fá eitt prát við Gunnar Streymoy
og hoyr nærri um tínar møgu-
leikar.
Nýtt!
Elektroniskt kotulás
Ver tryggur við einum
elektroniskum lási frá okkum.
einans 3.995,-
Íroknað íseting av lásasmiðum okkara
Heilt nýggj og øðrvísi lás!
Høg góðska og tryggleiki uttan nýtslu av lyklum. 10 ymiskar kotur, vel tølini
(1-10) sjálv/-ur. Passar til vanligar lásakassar. Kann setast í inn- og úthurðar.
Tolir veður og vind. Kann latast upp bæði uttanífrá og innanífrá við kotu.
Kann eisini fáast við alarmskipan.
Vælegnað til barnafamiljur, almennar stovnar og fyritøkur. 2 ára garanti
Skálatrøð 14 Tel 30 10 20 · vlb@vlb.fo
Lásini fáast
eisini til
fingraavtrykk!