mánadagur 25. februar 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 39 - 25. februar 2008
13
Friðarboðin má ansa
eftir ikki at gera
samkynd til láturs
Tað man mangan vera lítið
hugaligt at vera samkyndur
í Føroyum. Fordómarnir
millum fólk eru nógvir, og
fordømingin frá nøkrum av
okkara mest ómentaðu
politikarum nívir uttan iva
eisini.
At tey, sum fordøma
mest, ofta gera tað í kristin
dómsins navni, ger sjálv
andi støðuna enn verri hjá
samkyndum, sum eru
kristin sjálv.
So støðan er ikki góð.
Tað er greitt.
Spurningurin er bara,
hvat best er at gera við tað.
Og tað er ikki so greitt.
Offurrollan
Tann, sum er fyri órætti,
kann lættliga fara at kenna
seg sum eitt offur. Og tá
heilt illa vil til, kann tað
vera eitt offur gerast sjálvur
samleikin hjá viðkomandi. Í
staðin fyri at royna at
broyta støðuna, verður
orkan løgd í at menna og
røkja henda nýggja samleik
an. Samleikan sum offur.
Tann, sum velir hesa leið
ina, broytir einki. At offrini
dyrka sína offurrollu gagn
ar bara teimum, sum
fremja órættin.
Og so sjálvandi teimum
“politiskt korrektu”, sum
altíð eru til reiðar at gera
seg til talsfólk fyri offrini,
fyri á tann hátt at kenna
seg góð og rættvís sjálv.
Loysingaroffrini
Tað eru óteljandi dømi um
hetta, men í Føroyum
kenna vit tað ikki minst frá
tí politiska loysingarvong
inum. Upp gjøgnum árini
hava verið ikki so fáir loys
ingarmenn, sum hava lagt
størri orku í at gremja seg
um at danir framdu órætt í
1946, enn at líta frameftir.
Teir dyrkaðu sín leiklut
sum offur – enntá fleiri
áratíggju eftir, at fólkaat
kvøðan í 1946 varð hildin.
Henda gremjanin flutti
ikki Føroyar eina sponn
nærri loysingini. Tí tey,
sum taka synd í sær sjálv
um, koma sjáldan úr stað.
Tey skapa einki uttan eina
sterka samkenslu við sær
sjálvum.
Kvalandi grenj
Samkynd í Føroyum hava
farnu árini gjørt fleiri fín
átøk. Átøk, sum hava
angað av gleði og stoltleika
– og sum tí eisini hava flutt
mørkini rætta vegin.
Men farnu vikurnar er
leiðslan í Friðarboganum
dottin so beint í júst ta
veitina, sum hon ikki má
detta í: Tey hava grenjað
og gramt seg um, hvussu
ræðuliga synd tað er í
teimum!
Nógv fólk eru um at
kvalast av hesum. Og
harvið gevur Friðarboðin
øllum samkyndum føroy
ingum ein samleika, sum
er drepandi: Tey samkyndu
eru tey, sum tað er synd í!
Tey, sum grenja og gráta!
Neyðardýrini! Tey forfjón
aðu og forfylgdu! Offrini!
Og tey politiskt korrektu
hava sjálvandi hjálpt til at
skapa hesa myndina av, at
samkynd eru pínslaváttar.
Ja, upprunin til allan
jammurin er ofta als ikki
samkynd fólk, men journal
istar, sum vilja kenna seg
sum stríðsfólk fyri rættvísi.
Stundum hevur ein
fingið ta fatan, at samkynd
bara hava verið statistar –
ella offur! – hjá hesum
journalistum...
Tape fyri munnin...
Tað ringasta av øllum var,
tá samkynd í síðstu viku,
við tape fyri munnin, mót
mæltu uttan fyri tinghúsið.
Boðskapurin var, at tað var
so synd í teimum, tí tey
verða tagd burtur.
Ja! Tagd burtur!
Eisini málið um skrásett
parlag verður tagt burtur
søgdu tey.
Yes! Tagt burtur!
Hóast samkynd eru nógv
mest umrøddi bólkur í
landinum! Hóast skrásett
parlag er okkara mest
umrødda politiska mál!
Kortini stóðu tey har.
Við klistri fyri munnin. Tí
tey og teirra viðurskifti
verða tagd burtur! Tað var
so patetiskt, at ein fekk
næstan ilt.
Men so langt út kann ein
also koma, tá offurrollan
verður dyrkað.
Tað bleiv eisini sagt, at
allir limir í nýggju sam
gonguni skulu hava skrivað
undir eina avtalu um, at
skrásett parlag ikki skal
takast upp á tungu í fýra ár.
Hóast eingin hevur sæð
hesa avtalu...
Gagnaði bert
mótpartinum
Friðarboðin, sum áður
hevur savnað hundraðtals
fólk til positiv tiltøk, savn
aði bara nøkur fá tandur til
hesa dyrkanina av leikluti
num sum offur í føroyska
samfelagnum.
Men riddararnir á teim
um hvítu hestunum – jour
nalistarnir – vóru sjálvandi
upp á pláss! Mótmælistil
takið fekk velduga umrøðu
– bæði áðrenn og aftaná.
Spurningurin er so:
Hvørjum gagnaði tiltakið?
Well, tað gagnaði sjálv
andi teimum samkyndu,
sum eru farin at dyrka sína
offurrollu. At so fá møttu
upp, gjørdi sjálvandi tiltak
ið enn meiri væleydnað í
so máta. Hygg, kunnu tey
nú siga: Hini tíma ikki ein
gang at møta upp, tá vit
mótmæla!
Tað gagnaði eisini jour
nalistunum, ið kundu
dyrka sín heroiska leiklut
sum verji teirra veiku.
Men fyrst og fremst
gagnaði tað teimum, sum
ikki vilja, at samkynd
skulu verða partur av okk
ara samfelag. Tí eru for
dómarnir móti samkyndum
sterkir í Føroyum, so verða
teir enn sterkari av einum
so býttisligum tiltaki.
Og at stíga fram sum
samkyndur í Føroyum
verður sjálvandi enn trupl
ari, tá felagið hjá samkynd
um sjálvt manar fram ta
mynd, at samkynd er offur,
sum øll onnur skulu taka
synd í.
Størstu fíggindarnir
So góðu tit: Haldið nú
kjaft við hesum grenjinum!
Latið verið við at dyrka
hesa offurrolluna! Hon
gagnar tykkum ikki! Hon
ger bara støðuna hjá
samkyndum truplari, enn
hon er.
Og ansið eftir hesum
frelstu journalistunum,
sum vilja hava tykkum at
vera neyðarslig offur, so
teir kunnu spæla manna
rættindastríðsmenn við at
tosa um tykkum. Tit hava
nógvar fíggindar – men
hesir journalistar eru
kanska teir ringastu.
Fjølbroytni er gott fyri
okkum. Men tað krevur
dirvi at vera øðrvísi í ein
um lítlum samfelag. Verið
stolt av, at tit hava hetta
dirvi! Og vísið stoltleikan!
Verið fyrimyndir hjá
teimum helst mongu sam
kyndu føroyingum, sum
ræðast sín egna samleika.
Og ansið eftir, at teir ikki
fara at ræðast hann enn
meira.
Vísið, at tit ikki lata
tykkum kúga av fordómum
og fordømingum. Bara
soleiðis kunnu tit vinna á
teimum.
Handa dagin á tinghús
vøllinum ikki bara lótu tit
tykkum kúga – tit kúgaðu
tykkum sjálv.
Haldið nú kjaft við jamrinum!
Sjúrður
Skaale
Týsdagin hevði
Sosialurin eina
oddagrein um
Kosovo, sum kallaðist
”Loysing.” Eg havi
lisið hana fleiri ferðir,
og spyrji – hvat er
politiska dagsskráin
hjá Sosialinum í
hesum máli?
Mesta av greinini er lýsing
av teim reellu trupulleik
unum, sum hava verið á
Balkan í mong ár. Men
knappliga skiftir greinin
fokus, og endar við at
nevna, at Danmark stuðlar
”fullu loysingini hjá
Kosovo.” Og so brestir
bumban í allarseinasta
setningi: ”Sum heild
stuðlar Danmark loysing
arrørslur, soleingi hesar
ikki virka innan danska
ríkisfelagsskapin.” Hetta er
ein alvorlig sak, góði
Sosialur. Tí hatta er skeivt,
enda í annan! Tit bera
falskan vitnisburð!
Hvat er so galið?
Fyrsta: Tit skilja ikki
millum loysingarrørslur og
frælsisrørslur.
Annað: Tit siga ”…so
leingi hesar (loysingar
rørslur)r ikki virka innan
ríkisfelagsskapin”
Men er tað ikki líka
mikið? Nei, og slett ikki tá
Føroya kanska størsti miðil
skrivar so.
Eitt er frælsisrørsla
Frælsisrørslur eru eitt. Til
dømis FNL ella Vietcong í
Vietnam, sum bardist móti
amerikanskari herseting og
imperialismu. Ella MPLA í
Angola, sum blakaði
portugisiska kolonivaldið
út. PLO í Palestina vil hava
sítt gamla land aftur frá
einum hersetingarvaldi, ið
eitur Ísrael. Men hvør
hevur mesta rættin har?
Hópur av dømum kundu
verið nevnd.
Annað er separatistrørsla
Loysingar ella
separatistrørslur virka
oftast fyri at býta partar av
verandi statum frá. Og her
eru nógv søgulig, politisk
og national atlit at taka, tá
dømast skal um rætt og
skeivt. ETA í Norður
spania, er dømi um separat
istrørslu. Danmark stuðlar
ikki ETA. Ger Sosialurin?
Liga Norte í Italia er eisini
separatistrørsla. Tshombe í
Katanga í Congo var
separatistur, sum gekk
ørindi hjá imperialistum.
ST, Danmark og helst
Sosialurin var ímóti. Sama
var við Biafra í Nigeria.
Hópur av skitnum dømum
kundu verið nevnd.
Tað ljóðar, sum Sosial
urin per definitión heldur,
at separatistrørslur eru í
fínasta lagi. Er tað í lagi, at
turkar hava sín egna
loysingarstat á Norður
cypern? Var tað rætt, at
sudetertýskarar loystu frá
Tjekkoslovakia og komu
”heim” til Týsklands?
Skula sorbar í Týsklandi so
hava sín egna stat?
Støðan á Balkan
Nú er støðan í gamla
Jugoslavia og á Balkan
óvanliga kompleks og
vandamikil. Sum Sosialur
in rætt skrivar, so hava
fólkasløg og religiónir,
hersetingar og ymiss
søgulig stórveldir, komm
unisma og fascisma sett
síni djúpu spor har. Tað
sum er politiskt rætt at
gera har og nú, kann uppá
ongan máta mekaniskt
yvirførast til føroysk
viðurskiftir við at gera
gandaorðið loysing til
nakað universelt gott. Og
Danmark er ikki Serbia.
Ansi eftir!
Hvat meinar Sosialurin?
Men er Danmark ímóti, tá
tað kemur til
ríkisfelagsskapin? Hvat
meina tit við?
Eg haldi meg hava hoyrt
fleiri statsministarar sagt,
at um ein klárur meiriluti í
Føroyum ynskir økt
sjálvstýri ella kanska
loysing, so eru tað føroy
ingar, ið velja. Sama er
uttan nakran iva galdandi
fyri Grønland. Tit eru á
skeivari leið, tí hatta eru
politiskt ósannindir.
Støðan í Føroyum?
Hava føroyingar (og
grønlendingar) ikki tað
heima ella sjálvstýri, sum
teir hava samrátt seg fram
til? Er ynski um meira
sjálvstýri, so er at semjast
um hesi ynski fyrst og so
at samráðast. Fingu
íslendingar, sum til 1944
vóru partur av ríkisfelags
skapinum, ikki fullveldi á
friðarligan og væl skipaðan
hátt? Har var greiður
meiriluti fyri fullveldi, eini
93% minnist eg rætt.
Vónandi er loysunar
orðið hjá Sosialinum ikki:
full ferð fram við øllum
separatistum. Tí um Verðin
verður býtt upp í smástatir
til støddar sum Føroyar, so
eru leysliga roknað
hundrað túsund (100.000)
statir í Verðini. Eg haldi, at
tað ljóðar bæði kaotiskt og
órealistiskt. Men í hesum
føri haldi eg bestu loysn
vera, at Kovovo verður
viðurkent sum suveren
republikk.
Loysingartrøll í Sosialinum?
rolf GutteSen