mánadagur 25. februar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 39 - 25. februar 2008
Sløkkilið og
bjargingarfeløg
høvdu úr at gera í
ódnini leygarkvøldið.
Vindmegin var
omanfyri 57 m/s
í støðum og fleiri
enn 60 skaðar vórðu
fráboðaðir løgregluni
Veðrið
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Meðan stormarnir herja
landið, mugu vit enn eina
ferð takka fyri, at ongin
fólkaskaði var, tá veður
gudarnir enn einaferð løgdu
alt fyri leygarkvøldið.
Eftir tí sum frættist frá
fólki, var ómetaliga nógvur
vindur og ring ætt á Argjum,
í Hvalba og á Kaldbaks
vegnum. Landsverk máldi
omanfyri 57 m/s í Streymoy,
Sandoy og Suðuroy. Ymiskt
var, nær vindurin var mestur
í teimum ymsu økjunum.
Onkustaðni
longu
um
sekstíðina, og aðrastaðni
millum klokkan 21 og 22.
Nógvir skaðar
Tilsamans vóru eini 50 frá
boðanir longu komnar inn
sunnumorgunin úr øllum
landinum. Sambært vakt
havandi, var tíbetur ongin
álvarsligur
skaði.
Hann
nevndir slíkt sum gamlar
tekjur, leysar plátur, onkur
skorsteinur feyk, ein kopp
aður bátur, sum stóð uppi á
landi, knústir rútar og úthús,
sum ikki megnaðu at standa
ímóti hørðu hvirlunum. Úti
í Nólsoy leikaði hart á, har
eru 13 skaðar fráboðaðir.
Kring alt landið
Sløkkiliðið í Havn var úti í
minsta lagi 40 ferðir. Á
Argjum koppaði ein 8,7 tons
stórur lastbilur av parker
ingsøkinum, og bakrútarnir
á
tveimum
persónbilum
vórðu trýstir út í senn. Inni á
Sundi fór ein bingja á flog,
og lendi tætt við bónda
húsini.
Inni á Skálafjørðinum
stóð rættiliga illa til. Skaðar
vórðu
fráboðaðir
allan
seinnapartin og út á kvøldið.
Hjá OCD í Saltangará fóru
tríggir rútar inn, og takplátur
rivu av turkihúsinum á
Toftum.
Í Hvalba varð sagt, at so
nógvur vindur hevur ikki
verið síðani í ’88.
Vit vóru átta mans úti
uttan íhald millum 15 og
19. Her eru úthús og hjallar
farin, og fiskakassar og
plattar,
sum
liggja
og
sløðast, segði Signar Olsen
úr bjargingarfelagnum.
Lívsfiskastøðin í Skopun
fekk sera stóran skaða. Alt
takið á bygningunum er riv
ið av, og fiskakørini standa
undir opnum himli, skrivar
heimasíðan bkv.fo. Sum
skilst er hettar brimskaði.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at
Lívfiskastøðin fær brim
skaða.
Í Kollafirði reiv ein flag
tekja og eitt bussskýli við
betonfundamentið koppaði.
Vesturi í Sørvági hendi
skaði á eini sethús, sum
standa í gerð. Í Fuglafirði
sleit ein tjalddúkur av einum
skúri við Havsbrún,
so hesin varð surr
aður fastur aftur.
Úr
Norðoya
Bjargingarfelag og
bjargingarfeløgun
um í Suðuroyar
sunnara og norðaru
helvt frættu vit, at
har var hampuliga
friðarligt. Á Tvør
oyri
var
kortini
onkur smáskaði á
húsaklædningar.
Meðan stormarnir herja
Savna pening
til Skálavík
Stig eru nú tikin í Íslandi at savna inn pening til Skálavík.
Tað eru føroyingar í Íslandi, sum hava tikið hetta stigið, og
byrjað er at savna pening og hildið verður fram til 14.
mars. Stubbi um hetta stóð í Frettablaðnum í síðstu viku,
tá innsavningin fór í gongd. Tað er sostatt ikki bert í Føroy
um, at fólk vilja veita skálvíkingum eina hjálpandi hond.
Vindeyga endaði undir bili
Í nógva vindinum leygarkvøldið hendu skaðar ymsastaðni kring
landið. Nirði í Gongini í gomlu Havnini var eitt vindeyga sogið
úr einum húsum. Sløkkiliðið varð boðsent at negla uppfyriaftur.
Men vindeygaramman, sum varð sogin úr, var ongastaðni at
finna. Eftir at hava leitað eina løtu funnu sløkkiliðsmenninir
vindeygarammuna aftur undir einum parkeraðum bili í granna
lagnum. Hóast vindeygaramman fleyg í leysari luft milum bil
arnar, hevði eingin av bilunum fingið skaða, men vindeyga
brotnaði sum vera mera man.
8,7 tons tungi lastbilurin stóð parkeraður úti á
Argjum Hann feyk útav og fórst illa
Mynd: Kristian Dahl
Vindskaðar í viðarlundini í Havn
Mynd: Hannes Gislason
Hjallur í Hvalba
Mynd: Erling Ellendersen
Brimið gjørdi nógv um seg. Serliga
Lívfiskastøðin hevur staðið fyri
skotum hesaferð
Mynd: Jón Tór Baldvinsson, Skopun
Hendan myndin er tikin í Kvívík
leygarkvøldið
Mynd: Jens Kristian Vang