mánadagur 25. februar 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 39 - 25. februar 2008 ]
15
Longu undan
aðalfundinum er
greitt, at Høgni í
Stórustovu bert kann
fáa atkvøðurnar hjá
trimum av teimum
seks feløgunum, sum
stillaðu hann upp til
forsetavalið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Einki er at ivast í, at rakst
urin verður harður, nú bert
lítil vika restar til aðalfundin
hjá FSF, har forsetin stendur
fyri vali. Men longu nú er
greitt, at Høgni í Stórustovu
hevur mist tríggjar av at
kvøðunum, sum annars tókt
ust vera í pottinum.
Fram, NÍF og Undri tald
ust millum feløgini, sum
skutu Høgna í Stórustovu
upp til forsetavalið í FSF,
men tá atkvøðast skal,
sleppa hesi feløg ikki at
stuðla sínum valevni. Í prin
sippinum er spurningurin
eisini, um hesi feløg kunnu
seta fram uppskot til nevnd
arvalið.
Grein 14.4 í reglugerðini
fyri FSF, staðfesta nevnliga,
at felag skal hava tikið lut í
bæði vaksnamanna og ung
dómsfótbólti seinasta kapp
ingarár, um atkvøðan skal
telja við á aðalfundinum.
Tey trý nevndu feløgini
hava bert tikið lut í vaksna
mannakappingini í fjør, og
tí kunnu tey ikki atkvøða á
aðalfundinum. Royn hevur
hinvegin bert tikið lut við
liði í ungdómsdeildini, og tí
kunnu hvalbingar heldur
ikki greiða atkvøðu.
Spurningurin er hartil,
um tey fýra feløgini kunnu
seta fram uppskot til nevnd
arvalið. Har er reglan ikki
heilt so greið, tí hóast hetta
verður nevnd í somu lógar
grein, so kann setningurin
helst tulkast so, at tað bert
er felag, sum ikki hevur síni
fíggjarviðurskifti við FSF í
lagi, sum missir tann møgu
leikan.
Og undir øllum umstøðum
er tann spurningurin ikki
aktuellur í samband við for
setavalið. Umframt AB,
NÍF og Fram stuðlaðu AB,
B36 og HB nevnliga eisini
uppstillingini av Høgna í
Stórustovu.
19 atkvøður
Tá Birgir Enghamar fyri
tveimum árum síðani still
aði upp móti Óla Holm,
stóð á jøvnum 1111 í at
kvøðugreiðsluni. Men so
mikið
nógvar
atkvøður
verða so ikki í kassanum, tá
seðlarnir verða savnaðir inn
leygardagin.
Tá verða atkvøðurnar í
mesta lagi 19 í tali. Og
møguliga enn færri. Eitt nú
atkvøddi EB/Streymur bert
við einari atkvøðu – hóast
samanlagda felagið kundi
greiða tvær – til formans
valið fyri tveimum árum
síðani.
Tey feløg, sum kunnu
greiða atkvøðu á aðalfund
inum, eru KÍ, B68, NSÍ,
GÍ, LÍF, ÍF, Skála, EB,
Streymur, AB, B36, HB,
B71, SÍ, MB, SÍF, FS Vágar,
VB og TB.
Eftir gomlu reglunum
hevði nevndin í FSF eisini
eina atkvøðu, men tann rætt
in hevur nevndin ikki sam
bært nýggja lógarverkinum,
sum varð samtykt á eyka
aðalfundinum í fyrraárið.
Hvussu raksturin hjá teim
um báðum valevnunum fer
at hilnast komandi vikuna,
fæst greiða á leygardagin.
Men longu nú tykist altso
greitt, at avbjóðarin hevur
mist tríggjar av teimum
seks
atkvøðunum,
sum
hann hevði í pottinum, tá
uppstillingin fór fram.
Mynd: FSFfundur
Atkvøðuseðlarnir verða
bert 19 í tali á FSF
aðalfundinum leygardagin.
Nevndin hevur ikki longur
atkvøðurætt, og tað hava
Undri, NÍF, Fram og Royn
heldur ikki. Hetta tí feløgini
ikki
tóku
lut
í
bæði
ungdóms
og
vaksnamannafótbólti í fjør
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Um vit vildu skriva undir fyri ársskiftið, so hevði
hallið verið vent til yvirskot í roknskapinum
Óli Holm, FSF-forseti
Høgni missir
hálva Havnina
Limir, sum ikki tóku lut í virksemi hjá FSF í farna kappingarári við í minsta lagi einum vaksnamannaliði og einum ungdómsliði,
missa atkvøðurættin á aðalfundinum, Limur, sum ikki hevur síni fíggjarviðurskifti í lagi við FSF, missir somuleiðis atkvøðurættin
á aðalfundinum, og umboð fyri felagið kunna ikki verða vald í nevndir v.m., til limurin aftur hevur uppfylt skyldur sínar í hesum
sambandi