mánadagur 25. februar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
[ Nr. 39 - 25. februar 2008 ]
Blackpool skoraði fimm
Claus Bech Jørgensen – fyrrverandi føroyskur landsliðsspælari
í fótbólti – spældi við allar 90 minuttirnar, tá ið Blackpool
leygardagin skoraði heili fimm mál ímóti Charlton í næstbestu
ensku deildini. Blackpool spældi á heimavølli, og góðir 9.000
áskoðarar vóru til dystin. Í hálvleiki var støðan 2-2, men so
skoraði Blackpool trý mál afturat, og so hjálpti tað lítið, at
Charlton fekk sítt triðja mál í dystinum.
Rógvi brendi brotsspark
Rógvi Jacobsen var millum teir bestu spælararnar hjá Hødd, tá
teir um vikuskiftið spældu venjingardyst ímóti felagnum Atla.
Tíðliga í dystinum fekk Hødd brotsspark, sum Rógvi brendi.
Rógvi gjørdi tað gott aftur, tá ið hann so skoraði til 1-0 eina
løtu seinni. Dysturin endaði við javnleiki 2-2, og heimasíðan
hjá Hødd skrivar, at Rógvi Jacobsen vísti høgt støði í sínum
spæli.
Annað vikuskiftið
misti StÍF á stokki
num. Hesa ferð tá
Kyndil skoraði tey
bæði seinastu málini í
dystinum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fyri viku síðani mistu
kvinnurnar hjá StÍF stig í
evstu løtu, tá tærm vitjaðu
hjá Neistanum. Og sunnu-
dagin hendi sama søgan, tá
tær enn einaferð ætlaðu sær
at mana niðurflytingarspøk-
ilsið heilt í jørðina.
Móti Kyndli var talan alla
tíðina um ein serstakliga
javnan dyst. Um nakað, so
tóktust tær á vitjandi liðnum
at hava støðuga yvirvág
gjøgnum dystin.
Hóast Rebekka Justinus-
sen varð mansvard í longum
løtum, so megnaði Kyndil
ongan tíð veruliga at punk-
tera gestirnar. Heldur ikki
hóast Jacklin Durhuus enn
einaferð sýndi stórspæl,
eins og Lina Andriulyte
hevði ein av sínum heilt
góðu døgum í álopsspæli-
num.
Í verjuspælinum vóru tær
grønu hinvegin ikki so stinn-
ar, sum tær onkra tíð hava
verið.
Yvirgongdirnar
vórðu sjáldan fangaðar, og
hetta skapti ofta órógv í
verjuni, og serliga kundi
Fríðrún Danielsen gera sær
dælt av hesum.
Og við Súnfríð Johansen
aftur á liðnum hevði StÍF
eisini ein eyka strong at
spæla upp á í bakspælinum.
Hon hevur hæddina og arm-
víddina til at rúgva nógv
upp í verjupartinum, og
móti dystarenda tóktist hon
hava gjørt nóg mikið, tá
hon skoraði tvey av teimum
báðum seinastu málunum
hjá StÍF.
Nóg mikið var tað tó ikki.
Jacklin svaraði enn einaferð
aftur, og tá so Ronja Mikkel-
sen sendi seinasta bóltin í
kassan, fekk Kyndil sigurin.
Eisini hóast Rebekka við
einum beinleiðis tríggja
metra kasti var heilt nær
við at javna í seinasta
sekundinum av dystinum.
Og so vóru tað aftur tær
grønu, sum fegnaðust um
tvey stig, meðan StÍF enn
einaferð mátti ásanna, at
tær vóru ov stuttar. Heilt
akuttur er niðurflytingar-
vandin tó ikki. VÍF skal
framvegis hava fimm stig í
seinastu dystunum, um tær
skulu bjarga sær lívinum,
og tann uppgávan kann ger-
ast meira enn bara møtu-
mikil.
Sveinur
Tróndar-
son í FSF-
nevndina
Bert eittans upp
skot er komið til
leysa nevndar
sessin, og tí verður
tað ein skálamaður,
sum verður nýggur
í FSFnevndini
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá Høgni í Stórustovu
gjørdi av at stilla upp til
FSF-forsetavalið, gjørd-
ist
ein
nevndarsessur
samstundis tøkur.
Hvørki Høgni ella Óli
Holm hava hug at gerast
vanligur starvsnevndar-
limur, um teir ikki vinna
valið annan leygardag,
og tí skal nýggjur nevnd-
arlimur veljast.
Freistin at velja hendan
var úti fríggjamorgunin,
og tá var eittans uppskot
innkomið, verður upplýst
hjá FSF.
Sveinur
Tróndarson,
sum hevur starvast nógv
innan fjølmiðlar, men
sum nú arbeiðir sum
grannskoðari,
verður
nýggjur maður í nevnd-
ini. Tað er NSÍ, sum hev-
ur skotið Svein upp til
nevndarvalið.
Sveinur Tróndarson hevur
áður verið í nevndini í
Flogbóltssambandinum,
eins og hann eitt skifti var
nevndarlimur hjá Skála
Ítróttafelag
Kyndil-StÍF 20-19 (9-9):
StÍF misti aftur
Gestirnir hildu seg helst hava gjørt nóg mikið,
men annað vikuskiftið á rað misti StÍF tvey stig í
seinastu minuttunum
Mynd: Álvur Haraldsen
Kyndil-StÍF 20-19 (9-9)
10 min: 3-3
20 min: 7-5
40 min: 12-10
50 min: 15-16
Málskjúttar
Kyndil: Lina Andriulyte 8(5), Jacklin Durhuus 4(1),
Tordis Tróndarson 3, Ronja Mikkelsen 2, Barbara
Egilstrøð 1, Randi Wardum 1, Ragnhild á Plógv 1
StÍF: Rebekka Justinussen 7(2), Fríðrún Danielsen 5,
Sunfríð Johansen 3, Jóhanna í Króki 2, Rósa
Johansen 1, Ninna K. Johansen 1(1)
Brotskøst: Kyndil 6, StÍF 5
Útvísingar: Kyndil 2, StÍF 3
Dómarar: Kári Hansen & Dánjal Samuelsena
FAKTA