mánadagur 25. februar 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 39 - 25. februar 2008 ]
Anton skal venja Víking
Brasilski Dido fekk ikki neyðuga stemplið á
venjarapappírini, og tí kann hann ikki venja Formulaliðið
hjá Víkingi. Í staðin verður tað tann lokali Anton Skoradal,
sum annars skuldi vera hjálparvenjari hjá Dido, sum skal
hava høvuðsábyrdina av samanlagda liðnum hjá
gøtumonnum og leirvíkingum. Dido fer av landinum aftur. -
Leiðslan harmast um støðuna, men er fegin um at Anton
hevur játtað at tikið við starvinum, og sær fram til eitt
spennandi kappingarár, skrivar heimasíðan hjá Víkingi.
Holst og Tem sunnanfyri
Sunnudagin fór superligahópurin hjá Lyngby til Turkalands á
venjingarlegu. Lyngby skal halda til í Antalya, og har skulu
teir venja og spæla venjingardystir sum fyrireiking til
kappingarbyrjan tann 16. Mars. Millum spælararnar í
hópinum eru tveir føroyskir landsliðsspælarar – Christian
Lamhauge Holst og Tem Hansen. Veðrið er gott í Turkalandi,
og Lyngby-spælararnir kunnu venja í shorts – hitin liggur um
20 stig.
Týdn-
ingurin
tyngdi
- Hetta var ein sera týð-
andi dystur fyri okkum,
og tá verður talan sjáld-
an um tað vakra hond-
bóltsspæli, men heldur
um ein dyst, har allir
geva seg 100%. So eg
hevði ikki rokna við so
nógvum øðrum.
Og í dystinum høvdu
tit tað tungt. Í øllum
førum var StÍF á odda
stóran part av teimum
60 minuttunum?
- Ja, men eg haldi
kortini, at vit halda
teimum væl. Vit hava
sjálvandi okkara trupul-
leikar við at skora,
hóast vit fáa møguleikar,
men hinvegin fáa teir
heldur ikki so nógv
mál. Serliga tí Lars tek-
ur so nógv av vengrun-
um hjá teimum. Vit
hanga alla tíðina í.
Og sum støðan er í
dag, so hevur tú ikki
ráð at gevast?
- Nei. Sjálvandi er
tað irriterandi, tá tú ikki
fært mál, men tað er
bara at renna retur, og
so royna aftur næstu
ferð.
Nú eru tríggir dystir
eftir at spæla í enda-
spælinum. Er tað FM-
finalan, sum nú stendur
fyri framman?
- Tað vil eg ikki siga.
Men vit hava tríggjar
dystir eftir, og teir skulu
vinna. So mugu vit fáa
at síggja, hvussu tað
spælir av.
Og
verður
Høgni
Klein eisini við í teim-
um trimum dystunum?
- Tað veit eg ikki. Tað
eri ikki eg, sum taki ta
avgerðina, sigur grøni
maðurin við 10-talinum
á rygginum.
-mørk
Við sigri á StÍF helt
Kyndil rimmarfast
um møguleikan
at spæla seg í FM-
finaluna
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað tykist alt meira sannlíkt,
at Kyndil verður ein ósann-
líkur luttakari í FM-finaluni
í manshondbólti 2008.
Fyri bara fáum vikum síð-
ani tóktist møguleikin ann-
ars púrasta óveruligur, men
við fleiri góðum avrikum á
rað eru Kyndils-menn nú
bert eitt stig frá Neistanum.
Gaman í við einum dysti
fleiri, men verður hugsað
um, at liðinum vantar sein-
asta innanhýsis dystin, eins
og Neistin enn eigur úti-
dystin á Skála á, so tykist
finaluluttøkan liggja beint
til høgra armin hjá Høgna
Klein og hinum í Kyndli.
Intensitur
Tað var annars ikki tað
vakra hondbóltsspælið, sum
var í fokus sunnudagin.
Týdningurin av dystinum
var kanska ov stórur hjá
heimaliðnum til tess. Og
eisini gestirnir vóru uppsett-
ir, nú teir skuldu hevna
fyrsta finalutapið í fimm ár.
Og úrslitið var ein dystur,
har intensiteturin og spenn-
ingurin vóru væl betri enn
hondbóltsspælið. Og har
málverjarnir helst vóru bet-
ur nøgdir um sítt avrik, enn
útispælararnir vóru tað.
Fyrstu longu løtuna tókt-
ust gestirnir hava meira at
geva av. Hóast StÍF gjørdi
fleiri teknisk mistøk í álops-
spælinum,
so
megnaði
Kyndil ikki at revsa hesi.
Og heldur ikki tá strandingar
spældu í undirtali, fall
hamarin.
Høgni og hinir
Tað hevur fleiri verið nevnt,
hvussu stóran týdning tað
hevur fyri Kyndil, at teir nú
aftur hava Høgna Klein við
á liðnum. Og hóast spæl-
skiparin ikki megnaði at fáa
tað heilt skipaða spælið upp
at standa sunnudagin, so
hevði hann kortini sín avger-
andi leiklut í dystinum.
Bæði tí hann støðugt er
maðurin, sum dregur og
skumpar
liðfelagarnar
framá, men eisini tí hann
hóast alt hevði sínar framúr
vøkru detaljur í einum ann-
ars rótutunum dysti. Eitt nú
við tveimum fantastiskum
innspælingum inn á strik-
una, og so tá hann onkurs-
vegna fann uppá at lobba
bóltin í netið av tríggjametra
strikuni. Allar tríggjar det-
aljurnar í avgerandi løtunum
av dystinum, og júst tað ber
veruliga boð um ein stór-
spælara.
Og tá so aðrir á Kyndils-
liðnum fylgdu við, komu
neyðugu málini eisini. Han-
us Johansen skoraði nakrar
ferðir úr at síggja til vón-
leysum støðum, og Finnur
Hansson hevði nøkur fín
mál, hóast onkrir avbrenn-
arar eisini vóru at síggja.
Og til hetta StÍF ikki nak-
að aftursvar. Danni Syhler
og David Edvardsen hava í
nógvum
dystum
verið
berandi kreftir hjá liðnum,
men tað vóru teir ikki hesa-
ferð. Syhler tóktist hava
hug at gloyma, at hondbóltur
sanniliga eisini er liðspæl.
Og Edvardsen hevði meira
enn ilt við at síggja netmesk-
arnar handan Lars Black,
hóast hann fleiri ferðir stóð
væl fyri á veinginum.
Finaluvegurin
Og við sigrinum er Kyndil
framvegis á finalukós. Fyri
viku síðani var staðfestingin,
at Kyndil nú hevði fimm
finalur eftir at spæla, og í
fyrstu tveimum av hesum
hevur liðið staðið royndina.
Á
pappírinum
hevur
Neistin enn fyrimunin, tí
teir skulu missa fýra stig,
áðrenn Kyndil kann kenna
seg hampuliga trygt. Men
Neistin skal framvegis til
Skála á útferð, og við sein-
astu dystunum í huga, so er
StÍF stórfavrittur til ta upp-
gerðina.
Tí kann Kyndil skapa sær
best hugsandi fortreytirnar,
um teir bara syrgja fyri at
gera sítt arbeiði. Og nú StÍF
er lagt aftur um bak, er tal-
an her um tríggjar dystir á
Hálsi. Nevnliga heima móti
H71 og KÍF, meðan útidyst-
urin er móti Neistanum.
Kyndil-StÍF 24-22 (11-11):
Finalukósin er grøn
Verjuparturin riggaði framúr,
tá Kyndil stríddi heldur enn
spældi seg til tvey sera týðandi
stig móti StÍF
Mynd: Álvur Haraldsen
Kyndil-StÍF 24-22 (11-11)
10 min: 3-4
20 min: 7-8
40 min: 14-15
50 min: 20-19
Málskjúttar
Kyndil: Finnur Hansson 7, Høgni Klein 5, Hans Áki Dal
Christiansen 4(3), Hjalti M. Jacobsen 3, Hanus Johan-
sen 3, Ken Zachariassen 1, Janus Einar Sørensen 1
StÍF: Sveinur Justinussen 6, Danni Syhler 4, Bent Djur-
huus 3, Bárður Danielsen 3, David Edvardsen 3, Leivur
Justinussen 1, Jón Rasmussen 1, Borgar Danielsen 1
Brotskøst: Kyndil 5
Útvísingar: Kyndil 1, StÍF 7
Dómarar: Kári Hansen & Dánjal Samuelsen
FAKTA