mánadagur 25. februar 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 39 - 25. februar 2008
tíðindi
Heldur ikki VB
megnaði at fáa stig
við sær úr Klaksvík,
har Stjørnan ikki
hevur mist stig í tvey
kappingarár
Hondbóltur
Jákup Mørk
Jakup@sosialurin.fo
Stjørnan gav ongar gávur,
tá VB sunnudagin royndi at
betra um sínar møguleikar
at røkka FM-finaluni annað
árið á rað.
Eftir tapið hjá VB móti
Neistanum fyri viku síðani
er trýstið á VB vorðið mun-
andi størri, og tí skuldu tær
helst hava stig við sær, tá
tær fóru undir truplastu
hugsandi uppgávuna. Nevn-
liga móti Stjørnuni í Klaks-
vík.
VB er kanska tað liðið,
sum hevur havt besta takið
á Stjørnuni seinnu árini,
men tað hevur verið á
heimavølli, at bestu úrslitini
eru komin. Á útivølli hevur
ikki gingist eins væl, men
sunnudagin hekk VB tó
leingi heilt væl í oddaliðn-
um.
Munurin fyri steðgin var
lítil og eingin, og tó at
Stjørnan eftir steðgin var á
odda alla tíðina, so helt
spenningurin sær, til bert
10 minuttir restaðu. Tá
prógvaði heimaliðið enn
einaferð, at tær eru tað liðið
í landinum, sum hevur
størstu orkuna, og við at
halda speedaranum niðri,
runnutær reyðu gestirnar
umkoll.
Ikki síðani november
mánað hevur KÍF
fingið stig við sær
av vøllinum, men
móti H71 bragdaði
sunnudagin
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hoyvíkingar mugu helst
smyrja seg við, at teir ikki
hava tað heilt stóra at spæla
fyri seinastu dystirnar av
kappingarárinum.
Hóast finalumøguleikin
er fjarðaður burtur í mest
sum einki, so hava bronsu-
merkini kortini verið í eyg-
sjón, men eisini tey eru nú
mest sum burtur.
Sunnudagin gjørdist H71
nevnliga bara næsta liðið,
sum mátti lúta fyri KÍF í
landskappingardysti.
Kollfirðingarnir
hava
verið púrasta sørir síðani
november
mánað,
men
sunnudagin høvdu teir so
ruddiliga munin á gestun-
um.
Hóast teir einki hava at
spæla fyri, fyrr enn ein
møguligur upp – og niður-
flytingardystur er á skránni
móti Team Klaksvík, so
vildi
heimaliðið
meira
sunnudagin. Hóast tað nak-
rar ferðir stóð á jøvnum,so
var tað bert fyrsta lítla
korterið, at H71 hevði
nøsina frammanfyri.
Spælið var kanska ikki
tað besta ella ferðmiklasta.
Men
kollfirðingarnir
spældu allan dystin skila-
gott. Teir stóðu væl í verj-
uni, og í álopsspælinum
ansaðu teir eftir, at tekniskar
villur ikki kostaðu kontra
til mótstøðuna. Og høvdu
dómararnir armin á lofti,
varð dyrgt eftir tríggja-
metrakasti, soleiðis at Oros
antin kundi høgga til sjálv-
ur ella eisini spæla við-
spælara leysan.
Teirri uppskriftini fann
H71 ongan tíð nakað veru-
ligt vápn ímóti, og tí gjørdist
talan støðugt um tunga
mótbrekku
fyri
teirra
viðkomandi.
Jón Rói í La Manga
AaB er í hesum døgum í La Manga í Spania á venjingarlegu. Jón
Rói Jacobsen er nú einsamallur føroyingur í Aalborg. AaB hevur
spælt tveir venjingardystir. Í fyrra dystinum, sum var ímóti norska
Lillestrøm, spældi Jón Rói allar 90 minuttirnar. Dysturin endaði við
javnleiki 2-2. Í seinna dystinum var Jón Rói skiftur inn í hálv-
leikinum, tá ið AaB var á odda 2-0. Í seinna hálvleiki gekk heilt
galið hjá AaB, sum tapti dystin ímóti FC Krylya 3-2.
B68 sjey útlendingar
B68 skal hava heili sjey útlendskar spælarar í hópinum í ár. Av
teimum eru fýra spælarar úr Senegal. Tveir av hesum, Badara og
Landing, hava vant í B68 í eina tíð, og fríggjadagin komu tveir
afturat til Toftir. Keita er álopsspælari og Ndende er miðvallar-
spælari. Teir báðir vóru við í venjingardystinum hjá B68 ímóti KÍ
leygardagin, men líkindini at spæla vóru vánalig, og tey mundu
passa nýggju spælarunum illa – teir vóru komnir úr 26 hitastigum.
Broyttu kappingar
reglurnar kunnu
geva Neistakvinn
um avgerandi fyri
mun í dystinum
um at røkka FM
finaluni
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Á næst seinasta aðalfundi
vórðu kappingarreglurn-
ar í hondbólti broyttar
nakað. Ein munur eftir
hetta varð, at tað nú eru
innanhýsis uppgerðirnar,
sum
verða
roknaðar
fyrst, um tað stendur á
jøvnum millum tvey lið
í stigum.
Og tað kann væl gerast
støðan, tá øll liðini í
Sunset-deildini
hava
spælt sínar 20 dystir.
Sum er, so hava Neistin
og VB eins nógv stig á
øðrum plássi.
Eitt hugsað scenario
er í øllum førum, at
Neistin tapir á útivølli
móti
Stjørnuni,
men
vinnur hinar dystirnar
móti VB, Kyndli og StÍF.
Um VB tá vinnu sínar
dystir móti StÍF, VÍF og
Kyndli, so hava bæði
liðini 26 stig.
Og tað kann væl vera,
at VB tá hevur betra
málmunin, men tann
parturin telur ikki tað
stóra. Í hugsaðu støðuni
hevur Neistin nevnliga
vunnið tríggjar av fýra
dystum móti VB, og tí
eru tær tá framman fyri í
dystinum um rættin til at
spæla FM-finalu móti
Stjørnuni.
Innanhýsis
uppgerðirnar
fyrst
Stjørnan-VB 25-21 (11-10):
Eingin fær nakað í Klaksvík
Stjørnan-VB 25-21 (11-10)
10 min: 4-2
20 min: 6-6
40 min: 17-14
50 min: 20-17
Málskjúttar
Stjørnan: Simona Petersen 8(2), Durita Christophersen 6,
Joan Midjord Djordjevic 4, Bára Skaale Klakstein 3, Anna
Kristina Samson 3, Durita Mikkelsen 1
VB: Daiva Toumaite 12(3), Svava Vestergaard 4, Monika
Samuelsen 2, Una Egilsdóttir 1, Laila Jespersen 1, Chris-
tina Holm 1
Brotskast: Stjørnan 2, VB 2
Útvísingar: Stjørnan 1
Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg.
FAKTA
Tá tær á heimaliðnum settu ferðina upp móti
dystarenda, megnaði VB ikki longur at fylgja
við
savnsmynd
KÍF-H71 26-23 (12-10):
So vann KÍF
KÍF-H7 126-23 (12-10)
10 min: 3-4
20 min: 8-7
40 min: 16-14
50 min: 20-18
Málskjúttar
KÍF: Damir Oros 8(2), Rógvi Weihe 5, Niklas Reginsson 5,
Regin Petersen 3, Dean Jankovic 3, Teitur Joensen 2
H71: Esbern Patursson 7, Janus Sørensen 7, Dánjal Tór-
garð 3, Johnny Durhuus 2(2), Gunnar Bláberg 2, Freddie
Poulsen 1, Christian Eli Zachariassen 1
Brotskøst: KÍF 2, H71 3
Útvísingar: KÍF 7, H71 3
Dómarar: Kristjan Joensen & Karstin Joensen
FAKTA