mánadagur 25. februar 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 39 - 25. februar 2008
19
Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 36 00 00, Faks 36 00 01, meginskrivstovan@naerverk.fo
sansir.fo
Tú hevur visjónirnar og evnini at leiða. Tú torir
at hugsa nýtt og dugir at samstarva tætt við
stovnarnar, sum hoyra undir Trivnaðar-
tænastuna. Korini hjá menningartarnaðum
hava tín serliga áhuga, og tú brennur fyri at
geva teimum bestu karmarnar.
Trivnaðartænastan hjá Nærverkinum er ein
sera týðandi stovnur, sum hevur ábyrgdina
av tilboðum til fólk við serligum tørvi. Tað
vil siga bústaðarviðurskifti umframt tilboð
um virkni og umlætting. Virksemið er kring
alt landið.
Trivnaðartænastan umsitur 86 milliónir
krónur árliga og fevnir um 21 stovnar og 223
starvsfólk. Tú skalt tí hava evnir til dagliga
at samskipa og samstarva við allar hesar
stovnar. Tú verður partur av leiðslubólkinum
í Nærverkinum, har tú kemur at arbeiða
saman við leiðarunum á hinum deildunum í
Nærverkinum.
Trivnaðartænastan skal áhaldandi mennast,
og tú mást tí hava hegni og evni at hugsa
nýtt, fi nna loysnir og fremja tær í verki. Tú
skalt vera savnandi, duga at skapa sambond
og eisini at varðveita tey.
Nærverkið er eitt f ølbroytt arbeiðspláss, har
eingin dagur er eins. Økið hevur sera stóran
almennan áhuga, og tað er ein avbjóðing at
liva upp til tørvin hjá brúkarunum og teirra
avvarðandi og krøvini frá politisku skipanini.
Tú fært stóra ávirkan og kemur dagliga í
samband við spennandi fólk, sum brenna
fyri sínum yrki. Møguleikarnir fyri eftir-
útbúgving eru góðir.
Vit vænta:
tBUUÞIFWVSWJ§LPNBOEJWÓ§BSJÞUCÞHWJOH
og møguliga eftirútbúgving
tBUUÞIFWVSIPMMBSMFJ§TMVPHTUBSWTSPZOEJS
tBUUÞLFOOJSUJMBMNFOOBGZSJTJUJOH
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála
millum avvarðandi yrkisfelag og
Fíggjarmálaráðið.
Leiðarin fyri Trivnaðartænastuna hevur
beinleiðis tilvísing til stjóran í Nærverkinum.
Upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Nærverkið á telefon 360000 og tosa
við Mary J. í Garði, stjóra.
Starvið verður sett sum skjótast.
Send eina umsókn við avriti av prógvum
og viðmælum til:
Nærverkið
Argjavegur 26, Argir
Postsmoga 3037
110 Tórshavn
Stílað: Mary J. í Garði , stjóri
Umsóknarfreist: Týsdagin 11. mars 2008.
Lesið meira á www.naerverk.fo
Hevur tú yvirlit, innlit og innliving?
Leiðari til Trivnaðartænastuna
SA MSK IPAN
MOTIVATIÓN
SAMSTARV
www.naerverk.fo
Akstovan | Hoyvíksvegur 57 | Postsmoga 3206 | FO-110 Tórshavn
Tel +298 35 04 00 | Fax +298 35 04 01 | www.akstovan.fo | akstovan@akstovan.fo
SKRIVSTOVUFÓLK
Søkt verður eftir skrivstovufólki til avgreiðsluna at
byrja skjótast gjørligt. Talan er um parttíðarstarv
seinnapart á degi hvønn dag.
UPPGÁVAN
Uppgávan fevnir m.a. um:
· Avgreiðslu av viðskiftafólki og telefonmóttøku
· Skráseting av akførum
· Avgreiðslu av skrásetingargjøldum
· Kassauppgerð
· Aðrar fyrifallandi uppgávur
FØRLEIKAKRØV
Vit hugsa okkum ein persón við skrivstovuút-
búgving, HH ella líknandi útbúgving og arbeiðs-
royndum á skrivstovu. Dentur verður lagdur á, at
ein hevur góð samstarvsevni og er fyrikomandi.
Tað er ein treyt, at ein hevur kunnleika til at
arbeiða við teldu.
SETANARTREYTIR
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin
hoyrir undir Vinnumálaráðið við tilhoyrandi
stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna og
onnur aðalráð.
Upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda
sær til Hans Jacob Stenberg, deildarleiðara, á tele-
fon 35 04 08. Umsókn við møguligum prógvum
og viðmælum skulu verða okkum í hendi
áðrenn 29. februar 2008.
Akstovan er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur
sum endamál at fremja akfaratøkniligar kanningar
og akfaraeftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki
koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita
akfaraskráseting, skrásetingargjøld og vegskatt. Umframt
høvuðsdeildina í Tórshavn, hevur Akstovan sýnsdeildir
um alt landið. Á Akstovuni starvast 21 fólk.
TIL AVGREIÐSLUNA
Lærlingur søkist
Kundi tú hugsað tær eina
framtíð innan handilsyrkið?
Vit hava pláss fyri einum lærlingi (m/k) í
fyritøku okkara.
Vit kunnu bjóða tær:
• Eitt avbjóðandi starv í eini spennandi vinnu
í støðugari menning
• Eitt starv, har tú gerst partur av einum
góðum toymi, har arbeiðsandin er av teim
bestu og fokus verður sett á trivnaðin hjá tí
einstaka starvsfólkinum
• Tryggar arbeiðsumstøður
• Góðar møguleikar fyri persónligari menning
Tú mást hava HH ella FHS prógv.
Lærutíðin er ávikavist 2 ella 3 ár.
Tú mást vera fryntlig/-ur, samstarvsáhugað/-
ur, ágrýtin og til reiðar at taka við nýggjum
lærdómi.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja
til okkara og tosa við Jógvan Magnussen,
handilsleiðara ella Anniku Krosstein, stjóra.
Umsóknarfreistin er 1. mars 2008.
Er hetta nakað fyri teg, so send okkum eina um-
sókn saman við prógvum og viðmælum til:
P/F Svend Krosstein
Postboks 3229
FO-110 Tórshavn
Viðm: Lærupláss
Falkavegur 6 · FO-100 Tórshavn · Tel. 34 46 00
Fax. 34 46 01 · T-post: krosstein@krosstein.fo
P/F Svend Krosstein
er ein fyritøka í støð-
ugari menning, sum í
løtuni hevur 20 fólk í
fulltíðarstarvi. P/F Svend
Krosstein er einasta
HVS-heilsøla í Føroyum
og hevur harafturat
størsta HVS-handilin í
landinum. Vit selja alt
tilfar til vatnveitingar,
hitaverk, sanitet og
ventilatión. Eisini selja
vit byrsur, patrónir,
fiskireiðskap og annað.