mánadagur 25. februar 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 39 - 25. februar 2008 ]
Ungur HB’ari til EB/Streym
EB/Streyur hevur gjørt avtalu við 19 ára gamla Dánjal
Davidsen, sum uppvaksin í HB. Heimasíðan hjá EB/Streymi
skrivar, at undir havnamaðurin er vinstrabeintur og skal verða
við í kappingini um at spæla á vinstra bakki. Í fjør spældi John
Heri Dam og Símun Eliasen á hesum plássi, men hvørgin teirra
er at finna í EB/Streymi nú. Í onkrum venjingardysti hevur
venjarin roynt álopsspælaran Leif Niclasen á vinstra bakki.
Johan Ejvind til TB
Beint undan freistini fyri spælaraskifti flytti havnamaðurin
Johan Ejvind Restorff Mouritsen úr HB og til TB at spæla.
Tað skrivar heimasíðan hjá TB. Johan Ejvind er 21 ára
gamal, og hann er álopsspælari. Í fjør var hann burtur mesta
av tíðini við skaða, men áðrenn tað hevði hann longu roynt
seg á besta liðnum hjá HB. Nú verður tað so fyrrverandi
venjarin hjá John Ejvind, Krzysztof Popczynski, sum aftur
skal venja hann – hesaferð í TB.
Seinsta umfarið í
Grand Prix-kapp-
ingini í badminton
varð spæld um
vikuskiftið
Badminton
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Badmintonhøllin
í
Havn var karmur um
dystirnar, tá vinnararnir
av Grand Prix-kapp-
ingini vórðu funnir um
vikuskiftið.
Og vinnararnir av
einstøku kappingunum
vóru hesi:
Kvinnuunglingar
1 Fióla Luid
2 Sanna Laksá
3 Guðrið Poulsen
Kvinnur
1 Guri Poulsen
2 Brynhild Carlson
3 Lisa Wimmer
Mansunglingar
1 Rúni Bláfoss
2 Ari Ellingsgaard
3 Gunnar Eysturoy
Menn
1 Tobias Effersøe
2 Niclas H. Eysturoy
3 Rógvi Poulsen
Sambært rutineraða vest-
menninginum Inga Olsen,
ið spælur við Neistanum,
var spælið hjá heimaliðnum
merkt av nervum og ov
bráum
avgerðum
í
álopsstøðu.
- Eg haldi at vit høvdu ov
nógvar nervar í dag, og
kanska er tað orsakað av, at
tað er byrjað at gangast
Kyndli so væl, og at teir
nærkast okkum.
- Álopið hjá okkum gekk
ikki ov væl í dag, men eg
meti, at verjan stóð nóg
mikið stinn, at vit megnaðu
at halda VÍF niðuri á so
fáum skoringum, og harvið
stjala sigurin, sigur Ingi
Olsen, ið metur, at Neistin
eigur at sláa kalt vatn í
blóðið og hugsa um sínar
egnu
dystir,
og
ikki
dystirnar hjá hinum.
Ingi hevur góðar vónir
fyri endan á kappingini, og
hann ætlar sær finalusess
um FM-heitið.
-niels
Spælið var nervakent
Neistin hevði veru-
liga ryggin móti
vegginum um viku-
skiftið, og kravið var
onki minni enn ein
sigur, tá VÍF var á
vitjan í høllini á Hálsi.
Tá veruliga á stóð,
vístu Neistamenn tó
styrki, og avgjørdu
til egnan fyrimun,
eftir at hava verið
aftanfyri við tveimum
í hálvleikinum
HondBÓLtUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Neistin vann móti endanum
við trimum málum um
vikuskiftið, í dysti teirra
móti VÍF í Atlantic Airways-
kappingini. Neistin hevur
annars víst óstøðugt spæl
seinastu umførini, og nú
Kyndil veruliga eru raknaðir
við og andar grannunum
tungt
í
nakkan,
hevur
Neistin ryggin móti múri-
num. Hóast hesa sannroynd,
megnaði Neistin at vinna
24-21 móti VÍF, í einum
sera spenandi og tøttum
dysti í høllini á Hálsi.
Taktikkurin virkaði
Hóast VÍF vóru á odda við
13-11 í hálvleikinum, fingu
Neistamenn rakt taktiska
uppleggið beint á høvdið, tí
eftir steðgin fingu teir eina
væla
byrjan,
og
fingu
javnað, nærum alt fyri eitt.
Eftir góðar tíggju minuttir
av øðrum hálvleiki, fekk
Neistin eisini lagt seg á
odda, og tað støðuna lótu
teir ikki sleppa aftur, og
hildu munin alla restina av
dystinum.
Tá
tríggir
minuttir
írestaðu, tóku VÍF time-out,
men tað riggaði als ikki,
sum teir óivað høvdu ætla,
tí frá at vera bert eitt mál
aftanfyri, fullu teir alt fyri
eitt
trý
mál
afturum,
samstundis sum teir fingu
eina útvísing afturat, heilt
móti endanum.
Besti málskjúttarnar hjá
Neistanum vóru Karl Herup
Olsen og Ingi Olsen við
fimm málum hvør, meðan
Agnar Joensen skoraði sjey
mál fyri gestirnar úr VÍF.
Neistin-VÍF 24-21 (11-13):
Neistin gjørdi sína skyldu
Neistin-VÍF 24-21 (11-13)
10 min: 5-3
20 min: 8-6
40 min: 15-14
50 min: 19-17
Málskjúttar
Neistin: Karl Herup Olsen 5, Ingi Olsen 5(2), Jugoslav Dju-
mic 4, Dann Thorleifsson 3, Tróndur Kragesteen 2, Roar
Dalsgarð 2, Bogi Berg 1, Johann Brekkstein 1, Blagoje
Buha 1
VÍF: Agnar Joensen 7(1), Regin Joensen 4(2), Rúni
Joensen 4, Joen P. Høgnesen 3, Karl J. Djurhuus 2, Niels
Andreasen 1
Brotskøst: Neistin 3, VÍF 4
Útvísingar: Neistin 4, VÍF 4
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
FAKTA
Grand Prix-
kappingin
av
Tað gjørdist Tobias
Effersøe, ið vann
vetrarútgávuna av
Badminton Grand Prix
í 2007/08. Her sæst
hann saman við Niclas
H. Eysturoy og Rógva
Poulsen, sum gjørdist
næstir í kappingini
Agnar Joensen var enn einaferð drívmegin hjá unga VÍF-liðnum, men tað rakk ikki til stig móti
Neistanum
Mynd: Álvur Haraldsen