mánadagur 25. februar 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 39 - 25. februar 2008 ]
Høllin á Hálsi var
leygardagin karmur
um dyst í Sunset-
kappingini, og tað
var Neistin, ið tók
móti VÍF. Við vissuni
um týdningin av
einum sigri, byrjaðu
vertirnar øðiliga væl
og løgdu seg alt fyri
eitt væl á odda
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Góða byrjanin hjá Neista
num tóktist leypa hvøkk á
gestirnar úr Vestmanna, og
tær stríddust at koma upp
móti havnaliðnum aftur.
Men longu eftir 13 teimum
fyrstu
minuttunum
var
støðan heili 71 til Neistan,
og tá sigur tað seg sjálvt, at
tað gerst ein long mótbrekka
hjá liðnum, ið aftanfyri er.
Neistin vann tryggan 2818
sigur
móti
VÍF,
eftir
hálvleiksstøðuna 129. Sig
urin hevur við sær, at
Neistakvinnurnar nú liggja
ájavnt við VB, og hava ein
heimadyst móti Vágskvinn
um, og hann kann fara at
vera rættuliga avgerandi
fyri, hvørt av hesum skal
møta Stjørnuni í finaluni
um FM.
Skansin í VÍF málinum
VÍF eigur ein rættuliga góð
an málverja í Tommu Pet
ersen, og við henni á odda
vunnu tær gulu seg alt nærri
og nærri heimaliðnum.
So væl var tað byrjað at
gangast VÍF, at Tomma
nærum
tók
alt
móti
endanum av fyrsta hálvleiki,
og kontrarenningin virkaði
til fulnar. Tó komu tær
einans upp til støðuna, har
trý mál vóru á muni, áðrenn
dómararnar bríkslaðu fyri
hálvleiki.
Góð byrjan avgjørdi
Beinan vegin í øðrum hálv
leiki, byrjaði góða gongdin
hjá Neistanum aftur, og tá
var í roynd og veru avgjørt.
Eins og í fyrsta hálvleiki,
byrjaði Neistin sum eitt
óløgið í øðrum hálvleiki, og
fyrstu tíggju minuttirnar
skoraðu bláu havnagellurnar
sjey ferðir. Hetta tóktist vera
mønustingurin hjá VÍF.
Besti
málskjútti
hjá
Neistanum
var
Ása
á
Neystabø við sjey málum,
meðan Ioana Rapa somu
leiðis skoraði sjey mál fyri
gestirnar.
Neistin-VÍF 28-18 (12-9):
Neistin vil hava
finalusessin
VÍF fekk ongan tíð fatur á
Neistanum, sum punkteraði
tað mesta av spenninginum
longu fyrstu løtuna av
dystinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Alti og teir bara tapa
Danska 1. Deildarfelagið Frem tapti um vikuskiftið enn ein venj
ingardyst. Hesaferð spældi Frem í Roskilde, og tað var heimalið
ið, sum vann dystin 31. Í hálvleikinum var støðan 00. Roskilde
legði seg á odda 10, áðrenn Emil Jensen javnaði fyri Frem. Men
so skoraði Roskilde tvey mál afturat og vann dystin. Atli Daniel
sen var eykamaður, men hann varð sendur á vøllinum longu eftir
10 minuttir, og hann spældi restina av dystinum á miðvøllinum.
Stjørnurnar halda fram
Stjórin í enska felagnum Chelsea vísir aftur, at stjørnuspæl
ararnir Didier Drogba og Frank Lampard eru á veg úr felag
num. Ensku fjølmiðlarnir hava annars dúliga skriva um hetta,
og spælararnir sjálvir hava latið onkur orð falla um, at teir
kundu hugsa sær at skift felag. Peter Kenyon sigur, at Lampard
hevur eitt ár eftir av sínum sáttmála, og Drogba hevur tvey ár
eftir. Men felagið ætlar at gera nýggjar sáttmálar við teir.
Vit fingu fatur á Unn Kragesteen beint eftir dystin í høllini á Hálsi
um vikuskiftið, og hon hugleiddi um dystin.
Hvussu vil tú lýsa dystin?
Hetta var ein ómetaliga stuttligur dystur at spæla. So gott sum alt
gekk eftir vild, og serliga verjan fangaði alt sum kom móti. Vit
fingu av tí sama, eina sera góða byrjan, og vóru frammanfyri 71
eftir bert 13 minuttir.
VÍF komu betur við, hvat hendi hjá tykkum tá?
Serliga málverjin hjá VÍF, Tomma Petersen stóð ein branddyst, og
hon pilkaði okkum niður, tað einu løtuna. VÍF leikararnar fingu
sjálvsagt nýtt dirvi, og tí komu tær eitt sindur nærri. Men heilt nær
komu tær tó ongantíð. Vit høvdu tamarhald á støðuni, sigur Unn.
Nú eru tit ájavnar VB á øðrum plássi. Hvussu eru vónirnar til
finalusessin í FM?
Vit mugu og skulu vinna hvønn dyst, frá nú av, skulu okkara finalu
vónir vera lívi lagaðar, og tískil er hvør einasti dystur sum ein
finala, sigur Unn Kragesteen at enda, ið annars hevur góðar vónir
til, at tær fara at klára tað.
-niels
Stuttligt at spæla í dag
Sambært Ioanu Rapa má unga VÍF liðið vinna sær meiri royndir í
Sunsetkappingini. Hon metir, at Hondbólts Samband Føroya
(HSF), eigur at umhugsa at lata VÍF vera verandi í deildini, og
eisini lata nummar eitt í fyrstu deild flyta upp, so at man á tann
hátt hevur eitt lið afturat í bestu kvinnudeildini í komandi
kappingarárum.
HSF eigur at lata okkara lið vera verandi í deildini, tí eg meti at
vit eiga at hava eitt lið afturat í bestu kvinnudeildini.
Vit hava í ár víst, at vit aloftast bert hava tapt við fáum málum,
og at munurin sum heild hevur verið lítil. Tískil vil eg staðiliga
heita á HSF, um at umhugsa tankan um at víðka bestu
kvinnudeildina við einum liði. Tað er tað pláss fyri, um bert viljin
er til staðar, sigur ein hugsunarsom Ioana Rapa, sum í mong ár
hevur verið ein væla hondbóltsleikari á hægsta støði.
Ioana Rapa segði eisini aftaná dystin, at hon metir at Tomma stóð
sera væl, men trupuleikin var heldur, at útileikararnar ikki hildu
avtalurnar, og livdu tískil ikki upp til stórspælandi Tommu.
-niels
Gev okkum ein møguleika afturat
– helst besta smyrjiolja í heiminum
Her fært tú skift til
bestu smyrjiolju
www.shell.fo
Norðoyggjar:
Klaksvíkar Autolakering
Klaksvík, tel 458787
Bilservice
Klaksvík, tel 459393
E.Z. Verstaðið
Klaksvík, tel 566878
Auto Fjósið
Viðareiði, tel 451162
Autoshine
Klaksvík, tel 457474
Eysturoy:
Dekksentrið
Saltangará, tel 475500
B.B.R. Service
Lambareiði, tel 449111
Normek
Norðagøta, tel 442002
Sandoy:
Shell-Støðin
Sandur, tel 361046
Suðuroy:
Shell-Støðin
Trongisvágur, tel 371466
Shell-Støðin
Vágur, tel 373175
Streymoy:
Berg Motors
Tórshavn, tel 313535
Bilrøkt
Tórshavn, tel 588880
Bilasølan
Tórshavn, tel 315354
Akfarssølan í Hornabø
Tórshavn, tel 320322
Shellstøðin Frælsið
Tórshavn, tel 312112
Dekksentrið
Tórshavn, tel 475500
Super Dekk Service
Tórshavn, tel 314975
V.R.-Bilar
Tórshavn, 322110
Wenzel
Tórshavn, tel 354500
Norðbil
Tórshavn, tel 363738
Norðcar
Tórshavn, tel 308080
Vágoy:
Bilverkstaðið
Miðvágur, tel 332727
Neistin-VÍF 28-18 (12-9)
10 min: 5-1
20 min: 9-5
40 min: 19-11
50 min: 23-14
Málskjúttar
Neistin: Ása á Neystabø 7, Rakul Augustinussen 5(2), Anja
Heinadóttir 4, Unn J. Kragesteen 4, Nicoleta Radu Hansen 3, Ása
Christiansen 2, Elin Stakksund 2, Katrin á Neystabø 1
Stjørnan: Ioana Rapa 7(1), Liljan Djurhuus 5(1), Heidi Joensen 3,
Linda Johannesen 1
Brotskøst: Neistin 2, VÍF 3
Útvísingar: Neistin 5, VÍF 3
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
FAKTA