Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. februar 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 39 - 25. februar 2008 ] Átta á hálvum vølli Fótbóltssambandi hevur í samráði við feløgini gjørt av, at frameftir verða 8 spælarar á liðum, sum spæla dystir á hálvum vølli. Higartil hevur regulin verið, at umframt ein málmann hava liðini seks útispælarar. Hildið verður, at tað er betri við sjey útispælarum, og tað skal roynast í hesum kappingarárinum. So hereftir verða dystir hjá smápilum, piltum, smágentum og øðrum liðum á hálvum vølli 8 móti 8. Ajax fær legendu sum venjara Hollendska stórfelagið Ajax hevur boðað frá, at landsliðsvenjarin og fyrrverandi stórspælarin Marco van Basten skal venja liðið. Marco van Basten er í løtuni landsliðsvenjari hjá Hollandi, men eftir EM- endaspælið í summar, skiftir hann til Ajax at starvast. Í løtuni er Adrie Koster venjari í Ajax, men hann veit longu nú av, at hann sleppur ikki at halda fram eftir hetta kappingarárið. Bjørk vinnur eisini heima Bjørk Herup Olsen basti bæði veðrinum og mótstøðuni, tá fjórða umfarið í vetrarkappingini í renning var á skránni um vikuskiftið Frælsur ítróttur www.athletics.fo Tað vóru stak vánalig rennilíkindir tá Treysti skipaði fyri 4. umfari av VetrarKappingini 2007/2008. Hesa ferð varð runnið í Hvannasundi. Tað var nógvur vindur sunnaneftir og nógv regn. Tað var tó minni vindur enn tað var á »Stovugólvinum« fyri fjúrtan døgum síðani. Nógvi vindurin hevði við sær, at tað var sera høg flóð og onkunstaðni eftir Fjøruvegnum fløddi yvir vegin og so mátti vassast nøkur fet. Tey vaksnu runnu 10 km og børnini 4 km á einum góðum rundteini á 1.030 metrar. Málið var við Gamla Skúla, har eisini var møguleiki at skifta. Hóast baldrut veður, so komu allir luttakarar á mál í øllum góðum, við minnum um ein rennitúr sum seint verður gloymd- ur. Úrslitið bleiv at hjá gentunum gjørdist Rebekka Fuglø úr Treystinum vinnari við 18,03 min. framman fyri Moniku Biskopstø úr Treystinum og Bjørk Reyna- garð Svabo úr Frælsinum. Hjá dreingjunum gjørdist Regin Joensen úr Bragdinum vinnari við tíðini 17,51 min. frammanfyri Johannes Kristensen úr Bragdinum og John Viljam Johannesen úr Treystinum. Hjá kvinnunum gjørdist nýkosni DM-vinnarin Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum vinnari við tíðini 42,49 min. frammanfyri Fríðunn Steinberg (52,00) og Karin K. Petersen (54,26) úr Treystinum. Bjørk gjørdist sam- stundis vinnari hjá kvinnuunglingum. Hjá monnunum gjørdist Guttorm Sørensen úr Treystinum vinnari við tíðini 38,26 min. frammanfyri Borgar Biskopstø (39,34)úr Treystinum, Andrias Hansen (40,16) úr Bragdinum og Jan Elmar Sørensen (40,25) úr Treystinum, sum gjørdist vinnari hjá mans- unglingum. Fimta og seinasta umfar í VetrarKappingini 2007/ 2008 verður í Runavík leygardagin 29. mars. Tá renna tey vaksnu 10 km og børnini 5 km. Bjørk R. Svabo og Andrias Hansen í mótvindi og regni. Í millum tey hómast Jan Elmar Sørensen, Henry Olsen og Fríðunn Steinberg Bert tríggir dystir vóru spældir í flog­ bólti um vikuskiftið, og vóru teir allir í Meistaradeildini hjá kvinnum. Báð­ ir finalistarnar frá steypafinaluni byrjaðu landskapp­ ingina aftur við sigrum, eins og TB á heimavølli bastu einum skerdum KÍF liði FlOGBóltur Niels Petersen niels@sosialurin.fo Ungu TB kvinnurnar settu sær sum mál, áðrenn dystin, at KÍF skuldi sendast norð um suðuroyarfjørð aftur, við tapi í hendi, og so var. Byrjaðu væl TB kvinnurnar løgdu væl fyri, longu í fyrsta setti, og góðar servur, umframt at allar kempaðu sera væl fyri hvørji aðrari, hevði við sær, at málið, tær høvdu sett sær undan dystinum, var rokk- ið. Tey bæði fyrstu settini vóru rættuliga meinlík, og TB fór við teimum báðum, men so er tað triðja settið, ið altíð tykist trupult at vinna. Men við fýra dystar- bóltum á rað móti endanum, eydnaðist tað TB at knúgva skerda KÍF liðnum, og har- við vinna sær tvey kær- komin stig í stríðnum um fjórða ella fimta pláss. Vit vóru væl betur Virgar Djurhuus, ið er venj- ari hjá TB metir, at heima- liðið vann ein uppibornan sigur, og at tær allar sum ein kempaðu fyrimyndar- liga. – Hóast KÍF millum ann- að var Guðrið Syderbø fyri uttan, ið er í lestrarørindum í Danmark, so royndu tær eftir besta førimuni at fáa samanhangandi spæl, og onkuntíð eydnaðist tað teimum eisini. Men okkara gentir vístu í dag, at tær als ikki ætla sær at bakka. Vit ætla okkum onkrar sigrar afturat í ár eisini, sigur Virgar, ið metir seg hava góðar vónir til írestandi dystirnar í kappingarári- num. Ikki lætt at byrja aftur ÍF kvinnurnar vóru ikki líka uppsettar í dysti teirra um vikuskiftið, sum tær vóru í síðsta vikuskifti til steypa- finaluna, men hóast hesa sannroynd, so vunnu tær móti Drátti, og eru harvið enn beint í hølunum odda- liðnum SÍ. Dráttur hevði eina betri byrjan í fyrsta setti, men ÍF kvinnurnar megnaðu tó at vinna settið 25-23. Nógvar misskiljingar vóru í spælin- um hjá ÍF, og tær hildu ikki sínar avtalur sum tær høvdu sett sær fyri undan dystin- um. So dysturin bleiv sera spennandi til tíðir. ÍF megnaði tó at vinna 3- 1 á Drátti, og eru tískil bert tað eina stigið frá oddalið- num SÍ. Seinasti dysturin hjá ÍF, er á heimavølli móti júst SÍ, har tær hava møguleika til at endurtaka bragdið frá í fjør, tá tær vunnu á stokk- inum, í samsvarandi enda- liga dystinum. Men tað fer uttan iva at vera ein torfør uppgáva, tí SÍ kvinnurnar ætla sær ikki at kapitulera, eins og tær gjørdu í steypa- finaluni. Botnur móti oddi Seinasti dysturin í Meistara- deildini hjá kvinnum var í Havn, har botnliðið Fleyr tók móti oddaliðnum SÍ. Sum stigatalvan eisini vísur, so er stórur munur á liðu- num, og tað var tað eisini sunnudagin. SÍ vunnu greið- an sigur áljóðandi 3-0, og eftir settúrslitunum at døma var stóri munurin, sum man kundi vænta sær, komin til sjóndar. Karin Mikkelsen, segði eftir dystin, at SÍ genturnar vóru sera nógv uppsettar til at vaska eyðmíkjandi ósig- urin í steypafinaluni av sær aftur, og at fáa sjálvsálitið upp aftur. - Vit stillaðu við sterkastu uppstilling, so at vit aftur knudu vísa, at finalan var ein keðiligur dystur, ið ikki hendur aftur. Vit vunnu sam- anumtikið sera greitt, sigur Karin Mikkelsen, ið er lið- forkvinna á oddaliðnum úr Sørvági. Kvinnurnar hjá Fleyr megnaðu ikki at gera stórvegis mótstøðu, tá tær møttu einum SÍ-liði, sum skuldi reisa seg eftir finalutapið Mynd: Álvur Haraldse TB og finalistarnar vunnu Úrslitini Meistareadeild kvinnur Fleyr-SÍ 0-3 (13-25, 15-25, 10-25) ÍF-Dráttur 3-1 (25-23, 25-17, 23-25, 25-20) TB-KÍF 3-0 (25-15, 25-19, 28-26)