mánadagur 25. februar 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 39 - 25. februar 2008
tíðindi
sjúka
Elin Heinesen
elinh@ras2.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Tá tú møtir honum, tykist
onki øðrvísi við hesum
dronginum. Hann er mein
líkur javnaldrunum. Gongur
í mótaklæðum og tykist
glaður. Innan undir klæðu
num er veruleikin tó ein
annar. Yvirarmarnir eru til
dømis sum hjá einum tvey
ára gomlum barni. Ella sum
hann sjálvur sigur: – Mínir
armar líkjast teimum hjá
anorekisumodellum.
19 ár og vøddasvinn
Hanus Samró er 19 ára gam
al, hann er ættaður úr Havn
men búsitandi í Hollandi,
har foreldrini, Óli og Turið
Samró, eisini búgva.
Í 2002 fekk Hanus stað
fest sjúkuna vøddasvinn,
sum í hansara føri ber í sær,
at vøddarnir í yvirørmum,
herðum, bringu og niðara
parti av rygginum at kalla
eru svunnir burtur í einki.
Sjúkan tyngir gerandis
dagin hjá Hanusi og ger lív
ið trupult.
– Bara at fara í eina blusu
ella vaska hár er ein av
bjóðing hjá mær, tí eg fái
ikki armarnar upp um herð
arnar, sigur Hanus Samró.
Lívið var ítróttur
Smádreingjaárini fylti ítrótt
urin nógv mest í gerandis
degnum hjá Hanusi. Hond
bóltur, fótbóltur og judo
vóru hansara ítróttagreinar,
og eitt skifti var hann á
landsliðunum bæði í fótbólti
og judo.
– Mær dámdi væl tað
sosiala við ítróttinum, og so
hevur mær altíð dámað væl
at kappast, sigur 19 ára
gamli drongurin, sum í dag
als ikki er førur fyri at íðkað
ítrótt.
Hanus var í rættiliga góð
ari kroppsligari venjing, tá
hann 13 ára gamal gjørdist
varugur við, at okkurt var
púra galið. Megin í høgra
armi var ikki, sum hon átti
at vera, og tað merktist ser
liga, tá hann skuldi gera
armboyggingar. Fyrr var
tað eitt spæl, men brádliga
gjørdist tungt og seinni
ógjørligt at lyfta seg upp frá
gólvinum
– Eg segði, sum var, við
pápa mín, og hann sendi
meg til ein fysoterapeut.
Boðini haðani vóru, at eg
mundi hava vant galið, og
fysoterapeuturin gav mær
nakrar øðrvísi venjingar,
sum eg skuldi gera, sigur
Hanus.
Tær serligu venjingarnar
hjálptu ikki, og armurin
versnaði. At enda fekk
Hanus ikki armin upp um
høvd.
– Hetta frustreraði. Eg
kundi ikki longur íðka ítrótt
á sama hátt sum bert fáar
mánaðir frammanundan.
Hildu tað var
krabbamein
– Ein vinkona hjá foreldrum
mínum er fysoterapeutur,
og tá tey einaferð hittust,
greiddu tey henni frá støð
uni. Hon hevði hug at
hyggja nærri at mær, greið
ir Hanus Samró frá.
Eftir at hava kannað hann
gjølla kom fysioterapeuturin
til ta niðurstøðu, at her var
ikki talan um skeiva venj
ing. Okkurt álvarsligari var
áfatt.
Hanus var til nógvar kann
ingar, millum annað til
MRIskanning av heilanum.
Læknarnir kendust ikki við
støðuna hjá Hanusi.
– Hetta var ikki so løgið,
tí hetta slagið av vøddasvinni
rakar bert ein út av einari
millión persónum. Eg veit
bert um eina aðra familju í
Føroyum, har tey eisini
stríðast við vøddasvinn, sig
ur hann.
Summir læknar hildu tí,
at talan møguliga var um
krabbasjúku.
– Tosið um krabbamein
rakti meg ikki so meint, tí
eg var sjálvur vísur í, at tað
ikki var krabbi. Eg var ung
ur, og fyri meg var tankin
um krabbamein langt burt
uri. Var eg eldri, hevði
læknaligi spádómurin helst
rakt meinari, sigur Hanus.
Eftir, at allar royndirnar
vóru tiknar, var ein long
bíðitíð eftir svørum.
Framløgan endaði
við gráti
Meðan læknarnir kannaðu
Hanus, hevði ein lækni havt
á orði, at Hanus møguliga
hevði vøddasvinn, og Han
us vildi vita meir um hesa
sjúku. Hetta tíðarskeið gekk
hann í 8. flokki og valdi
vøddasvinn sum evni til
eina skúlaverkætlan.
– Dagurin, tá læknin
ringdi, er brendur fastur í
minnið. Tað var ein fríggja
morgun í november. Tað
løgna var, at boðini um
vøddasvinnið komu sama
morgunin, eg skuldi halda
framløguna um vøddasvinn
fyri flokkinum.
Sjálvt um hann júst hevði
fingið diagnosuna, valdi
Hanus at halda framløguna.
Hetta var honum ein tung
uppgáva, og tað eydnaðist
ikki at føllføra hana. Grát
urin vann á honum.
– Tann løtan var ræðulig.
Eg segði flokkinum sum
var, at eg hevði fingið stað
fest somu sjúku, ið eg júst
hevði greitt teimum frá. Eg
segði, at nú fór eg aldri at
gera ítrótt aftur.
Hanus greiðir frá, at floks
felagar hansara vóru ómeta
liga góður stuðul. Fleiri
komu til hansara, tóku um
hann og uggaðu hann.
Sjúkan breiðir seg
Sjálvt um Hanus Samró nú
hevði fingið diagnosuna
vøddasvinn, vildi hann ikki
viðurkenna hana. Læknarnir
søgdu, at hann mátti gevast
við ítrótti, men hann gjørdi
ímóti boðunum.
Høgri armur var viknaður
heilt nógv, og tí var hann
givin við judo, áðrenn hann
fekk staðfest sjúkuna.
– Eg var til judo við bert
einum brúkiligum armi.
Tað riggaði onki serligt.
Høgra herðablað stakk eis
ini so langt út úr rygginum,
at eg fekk ilt, tá teir syftu
meg. Tað var endin á judo
karrieruni,
sigur
Hanus
Samró.
Fótbóltin helt Hanus tó á
við, eftir at hann var vorðin
sjúkur.
Drongurin
við
vøddasvinni var tí við á U
15 landsliðnum eitt skifti.
– Á landsliðnum royndi
eg at gera alt fyri at kunna
spæla, men eg orkaði illa.
Innkøst fekk eg ikki tikið, tí
hendurnar fekk eg ikki upp
um høvd.
At enda bar ikki til hjá
Hanusi at íðka ítrótt. Eftir
stuttari tíð breiddi sjúkan
seg.
– Sjúkan tók førleikan frá
mær bita fyri bita. Fyrst
armarnar, so herðarbløðini,
bringuna og ryggin. Eg
kendi tað, sum doyði eg
spakuliga, tí so hvørt, sum
sjúkan tók seg fram, hvarv
mín megi at gera tað, eg
dugdi best og meira ella
minni livdi fyri. Eg misti
ítróttin.
Sálarligur dystur
– Eg vildi ikki viðurkenna
støðuna, og á vatnskorpuni
læts eg, sum var alt í lagi.
Lívið var ein stórur sjón
leikur, og innast inni hugs
aði eg, hví júst eg var rakt
ur.
Hanus var deprimeraður
og ørkymlaður, tí hann ikki
kundi gera tað, ið javnaldr
arnir gjørdu.
– Hetta kom serliga til
sjóndar heima. Eg læt
frustratiónirnar ganga út
yvir familjuna, sigur hann.
Toppkarakterurin
vendi rákinum
Í langa tíð sá hann sá lítið
positivt í tilveruni. Tó kom
vend í, tá Hanus seytjan ára
gamal, var til roynd í skúl
anum.
– Tann dagin, royndin
var, var eg illa sjúkur við
nógvari píni í kroppinum.
Kortini fór eg í skúla, og tá
fór brádliga at reka við hjá
mær.
Toppkarakterurin
sum
Hanus fekk hendan dagin í
hollenska skúla sínum, læt
eyguni upp fyri øðrum og
nýggjum virðum. Á bókligu
leiðini var hann ikki avmar
kaður av sjúku, og tí valdi
hann at leggja seg eftir tí
útbúgvingarliga.
– Okkurt broyttist innan í
mær. Alt gjørdist eitt sindur
ljósari, og eg sá, at eg sakt
ans kundi hava eina góða
framtíð, eisini uttan ítróttin.
Tær nýttist ikki sterkar vødd
ar at nema tær eina útbúgv
ing, sigur Hanus Samró.
Hann er í løtuni í Føroyum
og tekur nøkur fak, sum
honum manglar. Við síðuna
av undirvísir hann í fólka
skúlanum, men eftir summ
arfrítíðina fer hann aftur til
Hollands at lesa altjóða bú
skap.
Sjúkan vend
til tað góða
Í dag er Hanus Samró kom
in eitt fitt petti víðari í sín
um lívi, hóast hann fram
vegis bert er 19 ára gamal.
Stóri munurin er, at nú
hevur hann lært at liva við
teirri sannroynd, at hann
hevur vøddasvinn, og – sum
tað mest týðandi – at hann
ongantíð gerst frískur aftur.
– Nú hvíli eg meira í mær
sjálvum og dugi nógv betur
at liva við sjúkuni í tí dag
liga. Eg loyvi mær sjálvum
at vera sjúkur og hvíli meg,
tá møðin er har. Eg eri givin
at trýsta meg sjálvan og
likamið til tað, sum eg
kundi og dugdi fyrr, sigur
Hanus.
Har, sum fokus hjá unga
manninum fyrr bert var
negativt, er sjúkan í dag eis
ini vend til tað góða.
– Hóast eg fegin var
vøddasvinn fyri uttan, royni
eg at venda hesum til tað
positiva. Tey grundleggjandi
viðurskiftini í lívinum hava
fingið størri týdning, t.d.
familja og vinir. Tey smáu
tingini í lívinum eru ikki
nøkur sjálvfylgja. Alt hevur
fingið størri virði, og tað er
sjúkuni fyri at takka.
Vandamikið at taka
synd í sær sjálvum
Framtíðin hjá Hanusi Sam
ró liggur í fyrsta umfari í
lestrarumhvørvinum
í
Hollandi og seinni kanska í
vinnulívinum ella onkrum
heilt øðrum. Alt stendur tó í
skugganum av einari sera
álvarsligari sjúku. Spurdur,
hvat ið tað ringasta er, sum
kann henda, svarar Hanus:
– Tað ringasta er ikki, at
sjúkan gerst verri og breiðir
seg til aðrar partar av kroppi
num. Til dømis er vandi
fyri, at beinini verða rakt av
vøddasvinni. Tað ringasta
er, um eg aftur fari at taka
synd í mær sjálvum og
spyrja, hví hetta skuldi
henda mær. Størsti vandin
er, at høvdið verður fylt við
ringum tonkum um mína
støðu.
Høvdið
er
mítt
størsta aktiv, tí alt hitt er
svikaligt. Tað skal brúkast
til nakað skilagott – ikki til
at gráta um tað, eg kortini
ikki fái broytt, sigur 19 ára
gamli Hanus Samró.
19 ára gamal við vøddasvinni:
Likamið doyr spakuliga –
– Dagurin, tá lækni ringdi og staðfesti, at hevði hevði álvarsligu sjúkuna, vøddasvinn, er brendur
fastur í minnið, sigur 19 ára gamli Hanus Samró, sum tá gekk í 8. flokki
– Sjúkan tók førleikan frá mær bita fyri bita. Fyrst
armar, so herðabløð, bringuna og ryggin. Eg kendi
tað, sum doyði eg spakuliga, sigur 19 ára gamli Hanus
Samró, ið fekk vøddasvinn bert 13 ára gamal. Sjúkan
kollvelti lívið hjá dronginum, sum eitt skifti vísti
síni fótbóltskynstur á føroyska U15-landsliðnum og
var á judo-landsliðnum. Í fýra ár bardist hann móti
veruleikanum, men í dag hevur hann loksins góðtikið
støðuna og fingið nýggj virði í lív sítt