Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult21 cyan21 magenta21 svart21 21 20 Nr. 111 - 14. juni 2001 gult20 cyan20 magenta20 svart20 Í dag 14. juni verður Peter Michelsen borin út úr Kapellinum í nýggja kirkjugarði í Havn. Hann andaðist stillisliga á Landssjúkrahúsinum leygardagin 9. juni, 86 ára gamal. Seinastu árini vórðu Peturi ofta tung. Tá tey mistu stonin, Eirik, tað skifti tey búði í Danmark – og síðani, tá hann misti konuna, Bette, í 1986, stutt eftir at tey vóru flutt heimaftur at búgva, varð Peter rættuliga einsamallur, hóast lyndi hansara var at vera saman við fólki og práta við fólk. Petur var føddur í Havn í 1914, tað árið fyrri heims- bardagi byrjaði, og her vaks hann upp. Foreldrini vóru Hilda í Funningsstovu og Johannes í Dalólastovu. Liðugur við barnaskúlan fór Peter við pápanum at seyma segl á loftinum hjá Jens Evensen, seinni var hann somuleiðis við pápanum í øllum arbeiði, teir stoyptu húsagrundir og gjørdu mangt múraraarbeiði, og skjótt var Petur múrari burturav; væl lá fyri hjá honum at skipa fyri, og roknimeistari var hann. Seinni kenna vit hann sum byggimeistaran, og mong eru tey bygningsverk í høvuðsstaðnum, ið standa sum minnisvarðar um audiotakta byggimeistaran, Peter Michelsen. Burtur úr rúgvuni kunnu vit nevna Baca- lao, Saltsøluna, Sjúkrakassan, Sjómansheimið, Hotel Hafnia, heilsøluna hjá Brockie, raðhúsini í Johannes Patursonargøtu úr Fr. Petersengøtu í Grønlandsvegin. Men Petur var annað enn byggimeistarin. Í 1934, 20 ára gamal, fór hann í losjuna, hann gjørdist sera íðin í hesum felagsarebiði, organisatoriskt og sum skrivandi maðurin við serligu listagávunum; hann yrkti og hann skrivaði, var ritstjóri av tíðarritinum »Dúgvuni«, sum kom í 1941 og 1942; í hesum tíðarriti finna vit mangar av stuttsøgum hansara, yrkingum og øðrum, hann skrivaði. Peter fekk ein megintýdning fyri tað felagslív, sum hann var íðin talsmaður fyri, og legði úr hondum hóp av skrivligum tilfari. Hann ferðaðist dúgliga kring oyggjarnar og tað man vera mangur, sum minnist hann, Mourentius við Stein og Knút Wang, sum tá vóru fremstu íbirtarar í felagslívinum, ið tá var. Nútíðin hugsar óivað um byggimeistaran Petur Michelsen, minni um skaldið og rithøvundan. Virkna skeið hansara sum listarmaður var í árunum, tá hann aktivt virkaði í fráhaldsrørsluni. Í 1936 varð Ungmannadeild NIOGTs í Havn stovnað, og tað var í hesum felagsskapi, hann gjørdi stórt arbeiði. Sangir og yrkingar, felagsbløð o. a. t. varð fastur táttur í felagsvirkseminum – nógv av virkna skrivandi arbeiðinum gjørdi Petur, eisini sjónleikir, sum vóru førdir fram í Sjónleikarhúsinum og í losjuni í Havn. Ein sjónleik skrivaðu teir, Knút Wang í felag, sum fekk heitið »Sjógarparnir«. Hesin sjónleikur fekk sína serligu søgu, tá hann var førdur fram undir víðum lofti við Norðskála á sumri 1941. Hetta brot burtur úr »Dúgvuni«: »Tað ringdi í kirkju, tá tey fyrstu komu til Norð- skála, har Sundalagið lá í stilli og ljómandi sólskini. Aftan á kirkjutíð komu so onnur fólk, bæði sunnan og norðan úr Sundalagnum. Ljómliðið hjá Frelsunarherinum hevði verið so beinasamt at vera við í ferðalagnum til stevnuna. Tá ið fundur var settur, var tað ein hugnaliga stór mannamúgva, ið skaraði seg rundan um ljómlagið, ið spældi framman undan fundarsetu, eini 7-800 fólk – og mest ungdómur. Hóast eingin segði nakað, so mundu tó øll hugsa sítt, tá ið ein stórur týskur flogdreki hátt á lofti streyk suður yvir Sundalaginum, beint undir fundinum. Tá ið hann tveitti spreingiknøttar suðuri á Hvalvík, fór ein hvøkkur gjøgnum alla mannamúgvuna, men skjótt sissaðust øll aftur, og fundurin helt fram, soleiðis sum skrásett var frammanundan. Tá fundurin var lokin, fór alt fólkið við fløggum og ljómlagnum á odda í siðiligari skrúðgongu oman aftur í bygdina Og her byrjaði hin skemtingarsami endabresturin á stevnuni. Sjómanssjónleikurin »Sjógarparnir« var framførdur undir víðum lofti. Tá var eitt brak og eitt samanhangandi dun av skellulátri, tá ið tjaldrið fór frá. Ongantíð man ein sjónleikur hava samlað so mangar áskoðarar á einum sinni, sum hesaferð, og neyvan hevur ein meira hjartaligur látur verið hoyrdur enn hendan dag. Fólk stuttleikaðu sær, so tað sást á teimum. Sjálvandi var einki gjald tikið fyri at síggja sjónleikin. Og vert kann var at merkja, at hetta er fyrsta ferð í Føroya søgu, at ein sjónleikur hevur verið førdur fram úti undir loftinum bláa.« Lítillátin hevur Petur verið, tá vit hugsa um tað, hann hevur avrikað í skrivt, einki hevur hann savnað í bók; tað sum eftir hann er, finna vit sumpart í tíðarritinum Dúgvuni, sum kom út fyrstu krígsárini, og sum Petur ritstjórnaði, og okkurt man liggja í frumskrift. Men í sangbókunum, seinast Felagssangbókin 1988, sum enn fæst í bókabúðunum, standa fleiri av hansara sangum. Fráhaldssangir hevur hann yrkt og týtt nógvar, men yrkingar hansara um náttúru okkara, um fagra Føroya land, árstíðirnar, kærleika, kvinnuna, og tá hann kvøður um ungdómslív og lívsvónina, yrkingar, sum fevna um mannalívið alt og tess mongu og fjølbroyttu lagnu, liva í felagssanginum. Við sangskatti sínum hevur Petur Michelsen fjálgað um og gjørt manga samveruna ríkari, væl hevur hann dugað at seta løg til sangin, so orðini gjørdust eyðmerk. Í íbúð síni í Jóhannes Paturssonargøtu var Petur púra einsamallur mangan, heilsuni bilaði, hann fekk illa flutt seg. Tey, sum komu á gátt hjá honum, vóru hjartaliga vælkomin – og fegin var hann fyri Vitjunartænastuna. Fleiri kundu verið nevnd, ein teirra var Bodil Tausen, sum nýliga er farin. Tit vóru honum ótrúligur uggi og stuðul. Petur hevur nú fingið friðin, honum longdist eftir. Vit minnast ljósu løturnar, hann var ein íbirtarin av við yrkingum sínum, sangi og frásagnum og felagslívið, hann íbirti. Frið lýsa vit yvir minnið um heiðursmannin, Peter Michelsen, byggimeistara. Jákup Lindenskov Peter Michelsen farin Rodmund Nielsen, borgarstjóri í Runavík, setir Eystanstevnuna við býráðshúsið kl 1830 í annaðkvøld EYSTANSTEVNA Tíðindaskriv Fríggjakvøldið: Nú stend- ur Eystanstevnan aftur fyri durum og ikki kann annað sigast, enn at har verður okkurt fyri allar aldurs- bólkar. Skrúðgongan, sum byrjar kl.18.30 við býráðshúsið, fer út á vøllin, og har setur Rodmundur Nielsen, bý- ráðsformaður stevnuna. Beint eftir at stevnan er sett, verður serligur dystur, tí tá møtast 86’liðini hjá NSÍ og LÍF, sum møtust í steypafinaluni í 1986. Í hálvleikinum verður møgu- leiki at skóta straffispørk, móti NSÍ og landsliðs- málmanninum Jens Martin Knudsen. Fyri børnini verður serstøk kvøldseta, har Fjotti & Bobo fara at undirhalda, við sangi, trylletriks og balónum eins og sjeyndi flokkur fer at skipa fyri andlitsmáling. Leygardagurin: Leygar- dagurin er merktur av nógvum ítrótti, og verður longu lagt til brots kl 9 við fótbólti. Fyri børnini, og kanska serliga teir stóru smá- dreingirnar, verður fram- sýning av modelskipum og flogførum í Glyvraskúla, seinnapartin leygardagin. Ungdómsmøti verður í Missiónshúsinum á Glyvr- um kl. 19.00. Miðnáttarsamkoma verð- ur á tivoliøkinum, har Jóannes Eidesgaard flytir fram røðu. Aftaná verður felagssangur og fýrverk. Sunnudagurin: Sunnu- dagurin byrjar við Guds- tænastu í Glyvra kirkju, har Meinhardt Bjartalíð præ- dikar. Kappróðurin verður kl. 15.00 og kl. 17.00 verður 1. deildardystur millum NSÍ og GÍ. Sum hæddarpunkti á stevnuni, verður hugnaløta í ítróttarhøllini sunnu- kvøldið kl. 21.00. Á skránni verður felags- sangur, skemt við Hilmar Jan og Robert o. ø. Øll eru vælkomin á Eystanstevnu, lata fyrireikararnir heilsa. Rodmund Nielsen, borgarstjóri setir Eystanstevnuna Eystanstevna um vikuskifti Lesið -tað loysir seg Nr. 111 • hósdagur • 14. juni 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Søgan aftan fyri meistaraheitið Í at kalla allar mátar hevur árið í ár verið eitt hitt besta í stuttu søguni hjá FCK. Vónbrotini hava verið skift út við sigrar, og eisini hjá Toda Jónsson er lagið betri í ár enn áður. Hvørjar orsøkir heldur Todi Jónsson hava verið tær týdningarmestu til broyttu gongdina SAMRØÐA Álvur Haraldsen/Jákup Mørk - Keypmannahavn Flestu føroyingar munnu hava fingið við, at tað í ár hevur gingið framúr væl hjá Toda Jónsson og lið- feløgunum í FCK. Tað er tó ikki altíð, at tað hevur gingið somikið væl. Síðani Todi kom til felagið, hevur málið hjá hvítu leyvunum altíð verið at gera seg galdandi í oddinum, men tað er so langt ífrá hvørja ferð, at hetta hevur eydnast liðnum. Venjarin eigur heiðurin Tað hevur verið sagt frá mongum síðum, at størsta orsøkin til, at hetta hevur eydnast í ár, er at felagið setti Roy Hodgson í starv sum venjara. Todi sjálvur hevur eisini ført hetta fram sum eina sera týdningar- mikla orsøk, men hvat er so orsøkin til, at ein venjari hevur somikið nógv at týða, tá tað hvønn sunnudag eru spælararnir á vøllinum, sum skulu gera arbeiðið. - Roy hevur nokk størsta partin av æruni fyri, at tað í ár hevur gingist somikið væl hjá okkum. Hann hevur veruliga megnað at skapt eitt lið burtur úr okkum. - Hvønn dag venja vit sonevnda skabelón-venj- ing, har vit venja tað sama um aftur og umaftur. Tað hevur so havt við sær, at vit vita akkurát, hvat vit skulu gera, tá dystirnir verða leiktir. Til dømis vita vit, hvussu vit skulu standa, tá hinir eru í álopi, so vit kunnu verja fyri. Tú kanst kalla tað eina uppskrift, sum vit alla tíðina kunnu fella aftur á, tá vit eru inni á vøllinum. Vit hava fyrst og fremst arbeitt við at fáa verjuspælið at rigga, men sjálvandi venja vit eisini í álopspartinum. - Eisini dugir hann sera væl at »coacha«. Siga spæl- arunum, hvat vit skulu gera. Troysta onkran, um tørvur er á tí, og so fram- vegis. Roy Hodgson er nú heldur ikki hvør sum helst í altjóða fótbóltsheiminum. Hann hevur millum annað havt sína gongd hjá Inter og Blackburn. Spurdur, hvørt hetta eisini ger, at spæl- ararnir hava størri virðing fyri venjaranum, sigur Todi, at tað hevur tað sjálv- andi. - Mann veit jú, at teir leikarar, sum hann áður hevur vant, eru altjóða stjørnur. Tú kanst spyrja, hvar vit eru í so máta. Teir í Inter hava ikki ánilsi av, hvat Danmark er fyri nakað. - Tá tú so setir alt í mun til hvørt annað, so kanst tú ikki annað enn hava virðing fyri einum sovorðnum manni. Missurin av Ståle Tað tók tó sína tíð, áðrenn venjarin rættiliga fann útav, hvussu hann skuldi skipa liðið. Eftir nøkur umfør gjørdi hann so av, at styrkja sær um liðið, og leikarar sum Ståle Solbakken, Pas- cal Simpson og Jacob Laur- sen komu til liðið. - Tað vóru serstakliga Ståle og Jacob, sum styrktu um liðið. Teir eru rættar vinnaratypir, sum taka ábyrgd á vøllinum, og harvið styrkja um liðið. - Ståle Solbakken varð tó ikki drúgvur á vøllinum. Sjúka noyddi hann at gevast við fótbóltinum, men so løgið tað ljóðar, so tóktist hetta bara at styrkja um liðið. - Tá Ståle fór, kom Mio inn á liðið fyri hann, og hann er so eisini ein so- nevnd vinnaratypa, Har afturat hevur Christian Poulsen staðið seg óvæntað væl, so saknurin í Ståle gjørdist ikki stórur, sum ótti var fyri. Todi & Zuma Tú fært kanska ikki Toda at siga tað, men ein hin størsta styrkin hjá FCK hetta kappingarárið - ella í vár – hevur verið álopsparið, har Todi og suðurafrikanski Zuma hava regerað. Todi Jónsson hevur í ár verið ein av størstu profilunum á liðnum hjá FCK, sum nú hevur tryggjað sær gullmerkini í superliguni Framhald á næstu síðu C M Y K 20