Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-25, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. februar 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 39 - 25. februar 2008 ] Laudrup feldi Madrid Við einum merkisverdum máli megnaði Getafe, har Michael Laudrup er venjari, at vinna størsta útidystin av øllum. Nevnliga á Bernabéu móti Real Madrid. Hvítu og kongligu spælararnir hildu annars, at Robben hevði skorað til 1-0, tá teir fegnaðust, men teir varnaðust ikki, at dómarin hevði kolldømt málið. Ístaðin streyk Getafe í kontra, og so kundi Ikechukwu Uche skjóta einasta málið í dystinum. Hetta er fyrsta ferðin í ár, at Real Madrid hevur mist stig á heimavølli. Í la Primera er Real tó framvegis tvey stig framman fyri Barcelona. Tekningar kostaðu landsdyst Nú kjakið um Muhammed-tekningarnar aftur er komið í hæddina, hevur hetta eisini fingið ítróttarligar avleiðingar fyri Danmark. Soleiðis kravdi stjórnin í Egyptalandi, at ætlaði U19-landsdysturin móti Danmark varð avlýstur. Lars Behrendt, kunningarleiðari hjá DBU, harmast um avgerðina, sum altso er tikin av stjórnini og ikki fótbóltssambandinum í Egyptalandi. – Eg kann bara siga, at tað í ymsum pørtum av heiminum eru ymiskar tilgongdir til, hvussu samveran kring ítrótt skal skipast. Og tað er altíð keðiligt, tá ítróttin verður partur av eini politiskari dagsskrá, sigur hann. Ein stútari frá Jonathan Woodgate í eykatíðini, gav »Spurs« ein 2-1 sigur móti Chelsea, í Carling League Cup finaluni á Wembley leikvøllinum um vikuskiftið, og er tað fyrstu ferð síðan 1999, at Tottenham Hotspurs hevur vunnið nakra kapping FÓTBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Spurs byrjaðu betur í final- uni, men nógvu misnýttu málmøguleikarnar skuldu vísa seg at gerast dýrir, tí sjey minuttir fyri steðgin, var Didier Drogba settur at skjóta fríspark fyri Chelsea, og hann misnýtti ikki sín møguleika, og legði teir bláu á odda 1-0. Málverjin hjá Tottenham varð fangaður á skeivum beini, og kundi tískil onki gera fyri at forða Fílabeins- strandinginum í at skora fyri Chelsea. Málið hjá Drogba hevði við sær, at hann er tann fyrsti í enskari fótbóltssøg- uni, ið hevur megnað at skora í trimum League Cup finalum. Eitt máls leiðslan hjá Chelsea helt líka fram til tá bert 20 minuttir írestaðu, tá eini linjuverjin markeraði, at Wayne Bridge hevði tikið bóltin við hondini í egnum brotsteigi. Dómarin bríksl- aði fyri brotssparki, og tað skuldi Dimitar Berbatov taka sær av. Berbatov var kaldur nokk, tá á stóð, og hann skoraði trygt. Tevjaðu sigurin Javnandi málið vakti rættu- liga Tottenham álopið, og teir byrjaðu at økja trýstið á Chelsea málið, men Chelsea verjan stóð stinn, og megn- aði at halda reint til dómarin hevði bríkslað. Góða gongdin hjá Totten- ham, móti endanum á van- ligu leiktíðini helt á í eyka- tíðini, og tá fýra minuttir vóru spældir av eykatíðini, legði Jermaine Jenas eitt fríspark innfyri málið, har Chelsea málverjin Petr Cech boksaði vekk, men bólturin fall á høvdið hjá Tottenham verjuleikaranum Jonathan Woodgate, og hað- ani inn í málið, til endaligu støðuna 2-1 til Tottenham. Chelsea royndu so gam- aní at trýsta Tottenham, til tess at javna, og kanska fáa eina brotssparkskapping burtur úr dystinum, men Paul Robinson bjargaði meistarliga í tveimum før- um, tá ávíkavist Salomon Kalou og Joe Cole royndu seg við málroyndum, og harvið kundu sigurshungr- aðu Tottenham viðhalds- fólkini kring knøttin fegnast um fyrsta heiðurin, felagið hevur vunnið síðan 1999. Tvær milliónir restaðu í FSF-roknskapurin fyri 2007 vísir eitt hall á 2,2 milliónir. – Hallið hevði sínar orsøkir, og eingin vandi er fyri, at FSF noyðist at skerja virksemið, sigur Óli Holm, FSF- forseti FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eitt kurstap upp á yvir 600 tkr. og øktar landsliðs- útreiðslur, sum kostaðu hálva aðru millión meira, enn roknað varð við. Tað eru fremstu orsøkirnar til, at starvsnevndin hjá FSF aftur í ár leggur reyð tøl fyri aðalfundin, tá roknskapurin verður á skránni. Niðasta talið vísir eitt minus upp á 2.184 tkr., sum als ikki samsvarar við ætlaða úrslitið. - Stuðulin, sum vit fáa frá FIFA og EUFA og sjón- varpsrættindini frá Sportfive verða øll goldin í doll- arum og sveisarafrankum. Kursurin á hesum hevur verið fallandi, og tað hevur kostað yvir 600 tkr. á inn- tøkusíðuni, sigur Óli Holm, FSF-forseti. - Hartil hava vit í ár økt um landsliðsaktivitetin. Talan er um økingar yvir ein breiðan kamb, og tað merkist eisini í roknskapinum. Men merkir hallið, at FSF kann noyðast at skerja hesar aktivitetir komandi árini? - Als ikki. Vit hava væl grundaðar vónir um, at vit komandi árini koma at fáa munandi størri inntøku fyri eitt nú sjónvarpsrættindi. Fyrst og fremst, so eru vit í samráðingum við Sportfive um eitt eykagjald fyri tær undankappingar, sum eru farnar. Hetta tí vit seinast trektu bæði Italia og Frakland. Og tann møguleikin var als ikki innbygdur í sáttmálan. Hartil eru útlit fyri, at vit fáa ein munandi betri sáttmála næstuferð. Um vit vildu skriva undir fyri ársskiftið, so hevði hallið verið vent til yvirskot í roknskapinum, men tað er ikki nakað, sum vit vilja forhasta okkum við, sigur Óli Holm. Hóast hallið, so er FSF framvegis hampuliga væl fyri fíggjarliga. Eginognin við árslok var 15.378 tkr., og eru hetta góð 57% av samlaða javnanum. Hóast pengarnir í fjør streymaðu úr kassanum, so er als eingin vandi á ferð fyri fíggjarstøðuni, sigur FSF-forsetin Woodgate søkti Chelsea Jonathan Woodgate var stóra hetjan hjá Tottenham um vikuskiftið, tá hann vann felagnum fyrstu kappingina síðan 1999, Felagið í London hevur annars veruliga blomstrað upp aftur, síðan Juande Ramos var settur sum venjari