mánadagur 25. februar 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 39 - 25. februar 2008 ]
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Ungi Eduardo hjá Arsenal
varð í skundi fluttur á
sjúkrahúsið, eftir dupulta
beinbrot hansara í dystinum
hjá Arsenal móti Birming
ham leygardagin.
Reytt kort eftir
tríggir minuttir
Eftir bert tríggir minuttir
fekk Martin Taylor hjá
Birmingham beinleiðis reytt
kort, eftir at hann hevði
takklað Arsenal framherjan.
Eduardo sá út til at hava
stóra pínu, og ongar endur
spælingar
vórðu
vístar,
orsakað av álvarseminum í
hendingini.
Tað gingu seks minuttir,
áðrenn Eduardo varisliga
varð lagdur á børuna og
fluttur av vøllinum. Eduardo
fyllir 25 ár í dag, so tað var
ein
serstakliga
keðilig
føðingardagsgáva at fáa.
Arsene Wenger valdi at
seta danan Niklas Bendtner
á vøllin í staðin fyri unga
kroatan, og tað man hava
hugað honum, tí hann var
alt seinasta kappingarár leig
aður út til júst Birmingham.
Javnleik við 10
monnum
Hóast Arsenal vóru 11
mans nærum allan dystin
var tað tó James McFadden,
ið legði vertirnar á odda,
við einum avbera vøkrum
frísparksmáli. Tað vóru tó
gestirnar úr London, ið
høvdu trýstið og alt spælið,
og við tveimum málum frá
blaðunga
Theo
Walcott
løgdu teir seg eisini á odda.
Men langt inni í yvirtíðini,
snorksvav Gael Clichy í
vinstra verjuborði, og so
gjørdi hann enntá brots
spark, og enn einaferð var
tað James McFadden, ið var
hetjan. McFadden bjargaði
Birmingham eitt týdningar
mikið stig í botnstríðnum,
og argaði »The Gunners« í
teirra
stríði
um
enska
meistaraheitið.
Stórsigur til United
Manchester United kutaðu
tvey stig av fimm stiga
fyrimuninum hjá Arsenal í
oddinum av Premier Lea
gue, tá teir við enn einum
knúsandi
stórsigri
móti
Newcastle, tryggjaðu sær
trý kærkomin stig á St.
James’ Park.
Liðið
hjá
Sir
Alex
Ferguson fekk góð tíðindi,
tá teir frættu, at Arsenal
høvdu snávað á útivølli, og
»Reyðu Djevlarnar« tóku
av tilboðnum, at nærkast
Arsenal, tá teir knúskaðu
liðið hjá Kevin Keegan av,
við 5 málum móti einum.
Málini hjá United gjørdu
Cristiano Ronaldo og Wayne
Rooney við tveimum í part,
og Luis Saha. Einsamalla
málið hjá Newcastle gjørdi
Abdoulaye Faye.
Torres Hattrick
lyfti »The Reds«
Eitt klokkureint Hattrick av
Fernando Torres, var nokk
til at hjálpa Liverpool í
teirra
heimadysti
móti
Middlesbrough. Dysturin á
Anfield endaði 32 til
heimaliðið,
hóast
Sanly
Tuncay hevði lagt gestirnar
á odda.
Torres, ið eisini skoraði
eitt hattrick móti Reading í
triðja umfari av League
Cup, hevur nú skorað sítt
fyrsta í Premier League
høpi, og hann líkist einum
leikara, ið megnar at endur
taka bragdið mangar ferðir
afturat.
Torres hevur nú skorað
15 ferðir í Premier League í
inniverandi
kappingarári,
og umframt tey, hevur hann
eisini skorað í hinum kapp
ingunum. Samlað er Fernan
do Torres hevur nú skorað
21 mál, og hann hevur uttan
iva ikki skorað fyri seinastu
ferð í ár heldur, so ikki kann
sigast annað enn at tað
byrjar at síggja eitt sindur
bjartari út hjá Liverpool, ið
enn jakstra trý tey ovastu
liðini.
Ein ræðulig takling
Eduardo liggur og eymkar seg eftir at vera blivin
knústur niður av Martin Taylor. Um væl stendur
til, ganga í minsta lagi 12 mánaðir, áðrenn hann
fær vant við fullari ferð aftur
Cristiano Ronaldo og Wayne Rooney vóru rættuliga í málhýri á
St. James’ Park leygardagin, tá teir bangaðu Newcastle 5-1
Fernando Torres hevur víst seg sum ein veruligur fongur hjá
Liverpool. Gamaní er hann dýrasta keyp í søgu felagsins, men
við 21 málum higartil, hevur hann longu vunnið mangar
fjepparar í Onglandi
Hóast stórsigur til Manchester United og eitt klokkureint hattrick til Fernando Torres hjá
Liverpool, so var tað ein ræðulig takkling frá Birmingham verjuleikaranum Martin Taylor, móti
Eduardo hjá Arsenal, ið stjól yvirskriftirnar úr Premier League um vikuskiftið
HM-steyp til Woods
Tiger Woods vann um vikuskiftið HMkappingini í
sonevnda holspælinum í golf. Í hesum telja samlaðu sløgini
ikki, men einans verður talt, hvussu nógv hol hvør spælari
vinnur. Í finaluni dystaðist Woods móti Stewart Cink, og tá
29 av teimum 36 holunum vóru spæld, hevði hann longu
tryggja sær sigurin. Talan er um triðja HMsigurin hjá
Woods í holkapping, og samstundis eisini um greiðasta
finalusigurin, síðani kappingin byrjaði í 1999.
Drillo fingið sekkin
Norski Egil »Drillo« Olsen noktaði her fyri at fara í kurdiska
økið at venja landsliðsspælarar sínar í Irak, har hann er venjari.
Sjálvur hevur Drillo ikki fingið nøkur boð síðani hetta, men
alment er tó sagt, at venjarin hevur fingið sekkin. – Eg eri biðin
at ansa mær, tí tað er ikki trygt at ferðast í kurdiska økinum.
Fótbóltssambandið hevur alla tíðina kent mína støðu um hetta,
so um tað skal vera orsøkin til mína uppsøgn, so..., sigur Drillo,
sum tykist taka uppsøgnina ógvuliga róligt.