Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-25, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. februar 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 39 - 25. februar 2008 27 Stutt Sagt Mugabe roynir aftur Hóast hann er vorðin 84, hevur Robert Mugabe ong­ an hug at gevast í zim­ bawbiska forsetaembætin­ um. Tvørturímóti hevur hann nú boðað frá, at hann stillar upp aftur til forseta­ valið, sum verður tann 29. mars. Sama dag verða tjóð­ artings­ og kommunuval. Vinnur Mugabe forseta­ valið, kann hann fara undir sítt sætta skeið sum forseti. Andstøðan hevur eisini sítt valevni, og tað er sum væntað andstøðuleiðarin Morgan Tsvangrei. Bú­ skaparliga støðan í Zim­ babwe er syndarlig. In­ flasjónin er um 100.000 prosent, og arbeiðslotsið er 80 prosent. Óskettin formaður Michael Martin, sum er formaður í niðaru deild í bretsla parlamentinum, er komin í álvarssamar trupulleikar, nú blaðið Sunday Times hevur av­ dúkað, at hann hevur latið tað almenna rinda fyri útreiðslur, sum einki hava við formansstarv hansara at gera. Eitt nú hevur blaðið prógvað, at Micha­ el Martin hevur latið tað almenna rinda einar 12.000 krónur fyri hýru­ vognar, sum kona hansara hevði leigað. Tingformað­ urin hevur fyrr sagt, at konan hevði leigað bilar­ nar í almennum ørindum fyri seg og ein embætis­ menn, men hetta vísti seg ikki at vera so. Harafturat hevur Sunday Times av­ dúkað ymiskt annað óskil við fíggjarligu viðurskift­ unum millum tingfor­ mannin og tað almenna, og hetta kann lættliga kosta honum formans­ heitið, skrivar Reuters úr London. Vindmyllur í mótvindi Nógvir danskir politikarar vilja hava eina frágreiðing um, hvussu tað ber til, at tríggjar vindmyllur eru brotnaðar tvørturav teir seinastu dagarnar. Lukku­ tíð hevur einki fólk fingið skaða, sjálvt um petti av myllunum fóru langan veg. Allar tríggjar myllur­ nar eru frá stóru verksmiðj­ uni Vestas, sum hevur lov­ að at kanna, hví teir tríggj­ ar myllurnar brotnaðu. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -At eitt støðugt tíðarskeið er av merkir ikki, at vit fara undir eitt óstøðugt tíðarskeið ístaðin fyri Raúl Castro) útlond Raúl Castro er nú forseti í Kuba, men tann fráfarni Fidel fer framvegis at ávirka kubanskan politikk Tann 76 ára gamli Raúl Castro nikkaði og brosaði, tá kubanska tjóðartingið valdi hann til forseta í gjár­ kvøldið. Formliga var Raúl varaforseti frammanundan, og í tað starvið valdi tingið tann 77 ára Jose Ramon Machado Ventura. Tann nývaldi forsetin segði aftan á valið, at hóast Fidel Castro er farin frá, verður tann 81 ára gamli fyrrverandi forsetin fram­ vegis ein týðandi partur av kubanska politikkinum. Raúl segði eisini, at hann fer at spyrja tann eldra bróð­ urin um góð ráð, áðrenn stórar politiskar avgerðir verða tiknar. Umframt eitt slag av forsetaráðgeva held­ ur Fidel Castro fram í leiðsluni í kommunista­ flokkinum, og hann er eisini limur í tjóðartinginum. Politiskir eygleiðarar í Kuba vænta ikki, at broyt­ ingin í teirri ovastu politisku leiðsluni fær nakra stórvegis ávirkan á landsins politikk. Amerikanski uttanríkisráð­ harrin, Condoleezza Rice, segði í gjárkvøldið, at leiðsluskiftið í Havana var ein týðandi løta í kubansku søguni, men at kubanar hava rætt til at velja sínar leiðarar á demokratiskan hátt. Samstundis mælti hon kubansku stjórnini til at fara undir eina demokratiska nýskipan og at lata politiskar fangar leysar. Harafturat eggjaði hon Kuba til at virða mannarættindini og at fáa sær eina frælsa valskip­ an. Royndur eftirmaður Raúl Castro stendur ikki á berum, nú hann hevur tikið við sum kubanskur forseti, tí hann hevur drúgvar roynd­ ir í landsins og floksins leiðslu. Hann hevur verið verjumálaráðharri síðani kollveltingina í 1959, og hann hevur verið næstfor­ maður í kommunistaflokk­ inum síðani 1965. Raúl hevur verið roknaður sum høgra hond hjá Fidel Castro øll tey 49 árini, Fidel hevur sitið við valdið, og tað var eisini hann, sum bleiv valdur til virkandi for­ seta, tá Fidel mátti leggjast undir skurð fyri eina tarm­ sjúku á sumri í 2006. Bæði Hillary Clinton og Barrack Obama stúra fyri, at Ralph Nader kann taka so nógvar atkvøður frá demokratunum í heyst, at flokkurin tapir forsetavalið Ralph Nader hevur stillað upp til fleiri forsetaval, og í 2000 var hann beinleiðis orsøkin til, at demokratarnir taptu valið. Ta ferðina fekk Nader 97.000 atkvøður í Florida, og tað gjørdi, at Al Gore tapti valið í Florida og forsetavalið. Í 2004 stillaði Raplp Nad­ er uppaftur, men ta ferðina fekk hann onga ávirkan á tað endaliga úrslitið. Men tað kann hann fáa í heyst. ­ Eg minnist, tá hann still­ aði upp seinast. Tað var ikki gott fyri nakran og serliga ikki fyri land okkara, segði Hillary Clinton í nátt. Hon vísti á, at Ralph Nader legg­ ur dent á, at hann er ein ”grønur” politikari, og so var hann beinleiðis orsøkin til, at USA ikki fekk sín grønasta forseta nakrantíð, tá Al Gore tapti ímóti George W. Bush í 2000. Barrack Obama hevur eisini gjørt greitt, at hann er alt annað enn fegin um av­ gerðina hjá Ralph Nader at stilla upp. ­ Fyri átta árum síðani segði hann, at tað var eingin munur á Gore og Bush. Nú átta ár seinni munnu øll hava skilt, at hann ánaði ikki, hvat hann tosaði um, segði Obama við CNN í nátt. Fegnir republikanar Sjálvur vísir Ralph Nader atfinningunum aftur. Hann heldur, at demokratarnir eiga at vinna forsetavalið í ár, sama um hann stillar upp ella ikki. ­ Vinna demokratarnir ikki stórsigur í ár, kunnu teir stinga í sekkin og byrja av nýggjum, sigur hann. Í republikanska flokki­ num hava tey avgjørt einki ímóti, at Ralph Nader stillar upp. ­ Eg haldi, at hann kann taka nakrar atkvøður frá demokratunum, so hann er sjálvandi vælkomin á pallin, sigur Mike Huckabee, sum framvegis dystast við John McCain um uppstillingina hjá republikanarunum. Marran hjá demokratunum stillar uppaftur Ralph Nader hevur fyrr kostað demokratunum valsigurin. Nú er hann aftur á pallinum (Mynd: AP) Nýggi leiðarin í Kuba, Raúl Castro, verður vanliga roknaður sum ein av teimum hóvligu leiðarunum í Havana Raúl fer at lurta eftir Fidel