Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-25, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. februar 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 39 - 25. februar 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Dagurin 26. mars. Gabriel. Beint eftir mariumessu er nevndur høvuðseingilin Gabriel, sum ber tey góðu tíðindini. Navnið merkir guðsmaður. Útvarpið bar mær deyðsboðini av Tórgerð Hansen, ættað úr Funnings­ firði. Hon er farin, 70 ára gomul. Og við deyðsboðunum rennir fram fyri meg henda fryntliga og vakra og mjáa kvinnan, tá íð hon í føroyskum búna skipaði í dansistovuni í Oyndar­ firði fyrst í sjeytiárunum í farnu øld. Hon var sum ein fjøður á dansi­ gólvinum og røddin var so klár. Vit kendust ikki, men minnið um hana hevur brent seg fast frá hesum høgtíðskvøldum, tá íð hon og mað­ urin Josva, ættaður úr Søldarfirði, komu til Oyndarfjarðar og høvdu høgtíðsdám við sær. Eg havi ongantíð hoyrt eitt føroyskt kvæði so vakurt skipað sum tá Tór­ gerð skipaði Leirvíkspáll. Rødd hen­ nara ljómar enn í minninum. Og tað var ikki bara røddin, men eisini dansigleðin. Eg kendi hana bara frá hesum dansikvøldum í eini dansistovu, sum ikki er til longur og onkuntíð frá útvarpinum, men hennara rødd, hennara dansigleði, hevur ríkað mítt lív og kvøðir enn inni í hugans goymslum Eg ætlaði at siga tað við hana, um eg møtti henni. Tað eydnaðist ikki, nú sigi eg tykkum eftirsitandi tað. Tórgerð ríkaði mítt lív. Vinarliga Jústinus Leivsson Eidesgaard Ein rein kvæðarødd er tagnað Góði elskaði babba. Hjarta­ liga tillukku við føðingar­ degnum. Í dag hevði eg vilja dugað líka væl at skriva sum tú, men tað dugi eg ikki, so tað má bara blíva tað besta eg dugi við fáum orðum. Hendan myndin er ein sera góð lýsing av tær, tað eru serliga tvey ting sum fáa teg at lýsa upp: tíni abba­ børn og so góður matur. Tá ið eg møti fólki á gøtuni, og tey fáa at vita, at eg eri sonur til Jógvan Ósá, so er beinavegin reaktiónin tann, at tú dugir so sera væl at orðað teg upp á skrift. Eg má bara taka undir við tí og siga, at eg eri púra samdur í, at tú hevur serlig evnir á tí økinum. Mítt ynski til tín á hesum degi skal vera, at tú frá nú av skal veruliga byrja upp á at skriva títt lívsverk, tína ævisøgu. Tú ert ongin Bill Clinton ella Aina Ceder­ blom, men tú ert mín pápi, og tú hevur upplivað alt møguligt í tínum lívi, sum er sera áhugavert at hoyra teg siga frá. Tú hevur upp­ livað gamla Sjúrarberg, tú hevur borið mong deyðsboð, tú vart sera væl við tína stóru fyrimynd Jóhan Niel­ sen, tú far uppringingar úr Svøríki frá kendum tón­ leikara, tú bleiv einkjumaður á ungum aldri, tú ert ofta kontaktaður av útvarpsfólki, tí at tú dugir so væl at siga frá øllum møguligum. Ja, tín ævigsøga vildi av sonnum verið ein perla í føroyskari bókmentasøgu. Babba, eg elski teg. Sonur tín Símin Hjartaliga tillukku á 65 ára degnum Jógvan E. Ósá og ein abbasonur Tøkk Øllum tykkum, sum sýndu hjálpsemi og samkenslu, tá kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Hans Toftheyggj Hvalba andaðist og varð jarðaður, takka vit hjartaliga. Takk til starvsfólkið á Suðuroyar Sjúkrahúsi, ið vóru so væl um hann síðstu tíðina. Tøkk til prest, kirkjutænarar og sangarar. Tøkk fyri blómur og kransar og peningagávur til kirkjuna. Eisini takka vit øllum tykkum, sum hjálptu til við ervinum, og øllum tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Birgir, Even og Heidi Hóskvøldið 28. februar kl. 20 skipar Heimaforbundið og Frelsunarherurin fyri »Komið og syngið við kvøldi«, har brøðurnir Árni og Marnar Andreasen luttaka við sangi og gittar­ spæli. Offur verður tikið upp til missiónsarbeiði hjá Heimaforbundinum og Frelsunarherinum. Peningurin fer óskerdur til at hjálpa kvinnum í Bangladesh at læra at lesa og skriva. Eisini verða tær lærdar at ansa sær fyri HIV og AIDS og øðrum sjúkum, eins og at hjálpa teimum at fáa arbeiði, so tær kunnu forsyrgja sær og sínum. Eisini verður drekka­ munnur og andakt. Øll eru vælkomin. Komið og syngið við kvøld Marnar og Árni Andreasen luttaka við sangi og gittarspæli á stuðulstiltakinum hjá Frelsunarherinum hóskvøldið 28. februar Lesið Sosialin - so eru tit við