Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-25, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. februar 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 39 - 25. februar 2008 tíðindi Tað er sjáldsamt at síggja eini sethús, har hjúklað er um hvønn einstakan smálut. Bakkastova við Ljósá er eitt dømi um hetta, men eigarin hevur so sanniliga eisini goldið fyri tað. – Eg haldi, at úrslitið er sera gott, sigur eigarin Ludvík Petersen úr Havn SethúS Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Ljósá: Tað sæst langan veg, at her er talan um eini vala­ hús sum Ludvík hevur latið byggja við Ljósá. Uttan at fara í smálutir kann staðfestast, at tey eru stílrein og einkul, hóast tær stóru linjurnar eru stórbarar og gjøgnumførdar. ­ Hetta er eitt ótrúligt stað. Her kanst tú eygleiða fuglar sum flúgva beint fram við vindeyganum. Og hyggur tú út í sundið, kanst tú fáa eyga á kóp og æður sum spæla sær í sjónum, greiðir Ludvík frá. Staðið er sera veðurgott, og tá dagurin at enda er skiftir útsýnið: Á sumri kann ein nevniliga síggja sólina seta í havsbrúnni mitt í Eiðisflógvanum. Her á bakkanum plagdu menn úr Funningi at koma oman úr fjøllunum. Og tí valdi Ludvík at kalla húsini fyri Bakkastova. ­ Eg havi eisini skilt, at bygdarfólkið er sera fegið um hetta navnið, sigur hann við Sosialin. Gjørdi bart At Ludvík yvirhøvur kom so langt sum til at byggja hesi serstøku sethúsini við Ljósá, hevur sína søgu. Fyri eini tveimum árum síðani lýsti Eiðis kommuna við, at tey høvdu nøkur bílig grundøki tøk í granna­ bygdini sunnanfyri. Trupult tyktist tá at fáa fólk at búseta seg í Svínáum. ­ Eg hoyrdi um hesi økini, og søkti. Áhugin var hin­ vegin sera stórur, so her fór alt beinanvegin, greiðir Lud­ vík frá. Prísurin fyri hesi var 20.000 kr. stykkið. Hann fekk kortini at vita, at eitt einstakt stykki var við Ljósá. Hevði hann áhuga, var hetta til keyps. Ludvík gjørdi skjótt av. Fór í bilin og koyrdi norður hagar. ­ Hetta stykkið var so nógv lekrari enn hini. So eg gjørdi bara bart og smekkaði til, sigur hann við einum brosi. Tekningin til húsini fekst til vega, og farið varð undir byggingina sum var liðug í fjør heyst. Og í farnu viku var so høvi hjá fólki at vitja hesa perluna. Palli er ótrúligur Tann, sum støkkur inn á gólvið í hesum sera snotu­ ligu húsunum, verður bein­ anvegin varur við, at her er hjúklað væl um hvønn ein­ stakan lut og hvønn einasta sentimetur inni og úti. Sjálvur mundi Ludvík síggja fyri sær, hvussu ein best kundi útnytta hetta sera høgliga staðið til eini hús, Ljós hús við Ljósá At ein arkitektur hevur teknað húsini, sæst týðiliga og greitt. Sjálvur hevur Ludvík staðið fyri einum parti av arbeiðinum