mánadagur 25. februar 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 39 - 25. februar 2008
37
tíðindi
”
ið kundu brúkast til mong
ymisk endamál – bæði til
bústað, skeið, samkomur
og annað.
Til tess at tryggja sær at
alt hetta kundi samantvinnast
í eina eind, var neyðugt við
eini góðari tekning. Ludvík
gjørdi ikki mætari, enn at
biðja arkitektin Palla Gre
goriussen um at standa fyri
hesum.
Ja, hann er ótrúligur.
Hóast hann er komin langt
upp í 70’ini, er hann kortini
smekkfullur av góðum hug
skotum.
Eg haldi, at úrslitið er
sera gott, sigur Ludvík við
einum brosi, samstundis
sum hann nýtir tað vakra út
sýnið norður í Eiðisflógvan
og
suðureftir
gjøgnum
Sundalagið.
Ódnir einki at siga
Tað er ikki einfalt at greiða
frá øllum tí sum er í húsu
num og hvussu væl litirnir
sampakka. Hetta munnu
myndirnar siga betri frá.
Staðfestast kann tó, at
útsýnið hiðani er sera gott,
og, sum Ludvík tekur til:
Her er so eingin skaðaætt!
Sjálvur var hann her und
ir báðum teimum herviligu
ódnunum herfyri, tá húsini
av sonnum skuldu standa
sína roynd í føroyska veður
lagnum.
Eg var inni í húsunum,
tá ódnirnar leikaðu í sum
harðast. Tað ýldi og leikaði
í uttanfyri og glaður fóru
gjøgnum Sundalagið, men
Bakkastova
stóð
báðar
royndirnar!
Her inni hoyrdist ikki
eitt einasta brak, tí alt er
límað og skrúvað so væl
saman, sigur Ludvík, sum
hevur verið sera fegin um
byggiarbeiðið hjá Adriani
Joensen úr Leirvík og
Jackie Joensen úr Havn.
Ikki standa tóm
Tá Ludvík lat hesi húsini
byggja, stóð honum greitt
at tey skuldu brúkast. Sjálv
ur eigur hann hús í Havn,
men ætlanin hvørki var ella
er at Bakkastova skal standa
tóm ella óbrúkt.
Herfyri høvdu hann og
konan 30 ára brúdleypsdag,
og varð hesin dagurin hildin
her. Borðreitt varð á rundum
borðum til eini 30 fólk.
Her var gott pláss til
okkum øll. Her kundu sakt
ans havt verið eini 20 fólk
aftrat uttan nakran trupul
leika, slær Ludvík fast.
Í farnu viku valdi hann tí
at lýsa við, at fólk vóru væl
komin at støkka inn á gólv í
Bakkastovu. Sama innbjóð
ing fór í hvørt hús við
Ljósá, og mundu flestu av
bygdarfólkunum vera á gátt
hjá Ludvíki.
Umframt húsini sjálvi,
fáa tey vitjandi eisini møgu
leika at síggja, hvussu nú
tíðar og litfagrir møblar
hóska inn í eini nútíðar
hús.
Sonur hansara, Dánjal
Petersen
rekur
Home
Design, og her er eitt sera
gott høvi at marknaðarføra
nakað av teirra møblum
uttanfyri sjálvan handilin á
Sandvíkarhjalla.
Fólk hava eisini víst
áhuga at keypa hesi húsini,
men nú fáa vit at síggja,
sigur Ludvík.
Bakkastova við Ljósá
Vídd: Tvær hæddir – onnur 100 og hin 40 fermetrar
Kømur: Trý kømur, tvey baðirúm og sauna.
Byggikostnaður: Góðar tvær mió krónur
Heimasíða: ognir.fo
FAKTA
Ja, hann (Palli Gregoriussen, blðm.)
er ótrúligur. Hóast hann er komin
langt upp í 70’ini, er hann kortini
smekkfullur av góðum hugskotum
”
Hetta er eitt ótrúligt stað.
Her kanst tú eygleiða fuglar
sum flúgva beint fram við
vindeyganum. Hyggur tú út í
sundið, kanst tú fáa eyga á kóp og
æður, sum spæla sær í sjónum
Útsýnið er ótrúliga gott,
bæði í góðveðri og ódn
Húsini hava kostað Ludvíki Petersen oman fyri tvær mió krónur, og ein sær at væl er fingið fyri peningin