Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-25, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. februar 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 39 - 25. februar 2008 Ársins maður & ársins kvinna í Føroyum í 2008 HON og HANN, sum hava gjørt nakað GOTT fyri onnur, fyri síni næstu, sínar vinir, sínar grannar, sítt arbeiðspláss, sítt yrki, sína heimbygd, sítt land ella fyri eina ávísa søk, skulu nú veljast sum ÁRSINS MAÐUR og ÁRSINS KVINNA í Føroyum í 2008. Aftur í ár bjóðar Sosialurin øllum lesar- unum, tvs. øllum Føroya fólki, at velja ársins mann og ársins kvinnu í Føroyum í 2008. Hetta verður afturvendandi tiltak á hvørjum ári. Fyrstu ferð var í 2006. Tá vórðu Leila Solmunde, forkvinna í Meginfelag Teirra Brekaðu, og Sofus Olsen, stigtakari til listasavn á Sandi, kosin ávíkavist ársins kvinna og ársins maður. Í 2007 vórðu kosin Ella Müller og Birgir Enni. Vit lata fyrst og fremst tykkum lesarar gera av, hvat tit halda er besta orsøkin til ella prógvið um, hvør eigur heiðurin at gerast Ársins maður og Ársins kvinna í Føroyum í 2008. Men vit fara so eisini at leggja dent á hetta: Maður og kvinna, sum hava uppiborið hetta heiti, hava gjørt nakað GOTT fyri onnur menniskju, síni næstu, tað veri seg familju, vinir, grannar, starvsfelagar og fólk annars. Hesi kunnu eisini hava gjørt nakað GOTT fyri sítt nærumhvørvi, lokalsamfelagið og samfelagið sum heild, ella fyri eina søk, eitt ávíst felag ella felagsskap, eitt yrki ella eitt arbeiðspláss. Tað ber eisini til at skjóta upp fólk, sum tit halda hava gjørt nakað GOTT við at hava havt serstaka kveikjandi og hitandi ávirkan á onnur. Veljið tykkara mann og kvinnu og grund- gevið, hví hesi eru tykkara val! Fyllið út lepan niðanfyri og sendið hann við brævbjálva til okkara: Miðlahúsið, Tórsgøta 1, ella Postsmoga 76, við merki- num: »Ársins maður í 2008« og »Ársins kvinna í 2008«. Tit kunnu eisini senda uppskot tykkara sum vanligt bræv. Eisini ber til at senda hetta sum teldupost til post@sosialurin.fo Ein dómsnevnd mannað við Jóhonnu á Bergi, stjóra á Faroe Ship, Andrasi Róin, samfelagsfrøðingi, Esther Djurhuus, peda- gogi á Landssjúkrahúsinum, og Eyðuni Andreassen, fólkalívsfrøðingi, velur ársins mann og kvinnu millum mongu uppskotini. Vit loyva okkum eisini at prenta nøkur av uppskotunum við grundgevingunum í komandi bløðum. Freistin at lata inn uppskot er mikudagin 27. februar 2008 Avdúkingin av ársins manni og ársins kvinnu í Føroyum í 2008 verður á samkomu í Miðlahúsinum mikudagin 5. mars kl. 16.00 Uppskot: Grundgeving: Navn: Bústaður: Bygd / býur: Telefon: Aftur í ár verður ársins kjakvirðisløn latin. Miðlahúsið hevur tikið stig til hesa virðisløn, sum verður latin einum persóni, felag, felagsskapi ella stovni, sum hevur givið sítt góða íkast til at fremja samfelagsliga kjakið, ið er ein av grundarsteinunum undir fólkaræði- num. Endamálið við at lata hesa virðisløn er eisini at menna og stimbra almenna orðaskiftið og gera tað meira fólksligt, professionelt og náttúrligt. Í fjør fekk Amnesty International, Føroya Deild, virðis- lønina fyri við sínum tekningum og viðmerkingum at geva sítt góða íkast til samfelagsorðaskiftið. Lesarar kunnu senda okkum uppskot til ársins kjakvirðisløn við at fylla út lepan og senda hann til Miðlahúsið, Tórsgøta 1, 100 Tórshavn, ella tit brúka teldupostadressu okkara post@sosialurin. fo. Setið frámerki á: »Ársins kjakvirðisløn«. Freistin at lata inn uppskot er mikudagin 27. februar. Avdúkingin av ársins kjakvirðisløn fyri 2007 verður á samkomu í Miðlahúsinum mikudagin 5. mars kl. 16.00 Ein dómsnevnd við Jón Brian Hvidtfeldt, útvarpsmanni, Karin Kjølbro, leiðara á Kriminalforsorgini, Jóannesi Dalsgaard, deildar- leiðara í Mentamálaráðnum, og Annleyg Lamhauge, deildarleiðara á Menningastovuni, ger av, hvør fær virðislønina M I Ð L A H Ú S I Ð · T Ó R S G Ø T A 1 · B O K S 7 6 · F O - 1 1 0 T Ó R S H A V N · P O S T @ S O S I A L U R I N . F O Á R S I N S K J A K V I R Ð I S L Ø N 2 0 0 8 Uppskot: Grundgeving: Navn: Bústaður: Bygd / býur: Telefon: