týsdagur 26. februar 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 40 - 26. februar 2008
Stutt Sagt
Medvedev og
Putin samdir
Russiski varaforsætisráð
harrin, Dmitrij Medvedev,
sigur, at Russland tekur
av fullum huga undir við
Serbia og serbisku stjórn
ini í trætuni um Kosovo.
Tað segði hann í gjár, tá
hann var í Beograd og tos
aði við Vojislav Kostunica,
forsætisráðharra og Boris
Tadic, forseta. Russiski
varaforsætisráðharrin
legði afturat, at avgerðini
hjá Kosovo at loysa frá
Serbia er ikki í samsvari
við altjóða lógir og reglur.
Hetta er tað sama, sum
Vladimir Putin, forseti,
hevur sagt, og tað kemur
neyvan óvart á nakran, at
teir báðir eru samdir, tí
Putin hevur mælt russum
til at velja Medvedev til
sín eftirmann.
Kekkar skriva
undir
Samráðingarnar um at
seta eina amerikanska rad
arastøð upp í Kekkia eru
komnar so væl áleiðis, at
sambært kekkisku stjórn
ini er klárt at skriva undir
avtaluna í næstu viku. Tá
fer kekkiski forsætisráð
harrin, Mirek Topolanek,
til Washington at vitja, og
har ætlar hann at skriva
undir avtaluna saman við
George W. Bush, forseta,
skrivarAP. Kekkiski for
sætisráðharrin gjørdi tó
greitt í gjár, at avtalan
verður ikki sett í verk,
fyrr enn USA og Pólland
eru vorðin samd um, at
USA kann seta rakettir
upp í Póllandi.
Kunnu
veiða fíl
Tey seinastu trettan árini
hevur tað verið bannað at
veiða fíl í Suðurafrika,
men nú umhugsa myndug
leikarnir har at loyva veiði
monnum at veiða nakrar
fílar. Í 1995 vóru 8.000 fíl
ar í Suðurafrika, men í
dag eru teir umleið 20.000
í tali. Hertta hevur havt
við sær, at fílurin er vorðin
næskur, og tað hendir
meiri enn so, at teir gera
seg inn á fólk. Tí halda
myndugleikarnir tað vera
rætt at veiða eitt sindur
burtur av stovninum, skriv
ar Reuters.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Barrack Obama eigur ikki at skammast av at vera
avmyndaður í einum fremmandum klædnabúna
(starvsfólk hjá Hillary Clinton)
útlond
Amerikanska forseta
valstríðið er ikki bara
orð longur. Nú verða
onnur vápn tikin í
brúk
Viðhaldsfólk hjá Barrack
Obama eru ikki í iva um, at
tað er valbólkurin hjá Hill
ary Clinton, sum hevur
almannakunngjørt myndina
av Obama í afrikonskum
búna og við turban á høvd
inum. Men stravsfólkini hjá
Hillary Clintion vísa skuld
setingini aftur.
Myndin
av
Barrack
Obama er tikin har norðuri
í Kenya fyri tveimum árum
síðani, tá Obama var har og
vitjaði síni skyldfólkini hjá
pápa sínum, sum var ættað
ur úr Kenya.
Politiskir eygleiðarar í
USA siga, at tað er eingin
ivi um, at ætlanin við mynd
ini er at órógva valstríðið
hjá Barrack Obama, og at
valstríð í USA hava fyrr
víst, at tað er næstan einki
mark fyri, hvørji vápn verða
tikin fram, tá avgerðin nærk
ast.
At Obama júst er
avmyndaður í hasum búnan
um og við turban á høvdin
um er ein roynd at seta hann
í samband við islam, sigur
ein eygleiðari við NTB.
Barrack Obama gjørdi í
gjár viðmerkingar til mynd
ina av sær.
Eg haldi ikki, at amerik
anarar hava áhuga í tílíkum
politikki, segði hann við
eina útvarpsstøð í Texas.
Sleppur
undan
ákæru
Ísraelski
hægstirættur
staðfesti fyrrapartin eina
avtalu, sum ger, at fyrr
verandi forsetin Moshe
Katsev sleppur undan
einari ákæru um neyð
tøku. Katsev noyddist at
siga forsetaembætið frá
sær seinasta summar, tá
hann bleiv skuldsettur
fyri neyðtøku og annan
kynsligan ágang. Tað
eydnaðist honum kortini
at fáa eina avtalu við
ákæruvaldið, sum hægsti
rættur nú hevur staðfest.
Kvinnufelagsskapir
í
Ísrael eru í øðini um, at
fyrrverandi
forsetin
sleppur undan ákæru.
Skal matvøruhjálpin
hjá ST hjálpa teimum,
sum hava hjálp fyri
neyðini, má stovnurin
fáa meiri pengar
Afghanistan er eitt av lond
unum, har fólk hava tørv á
hjálp fyri at fáa nóg mikið
av mati í munnin, sigur
stjórin á matvørustovninum
hjá ST, Josette Sheeran.
Hon vísir á, at orsakað av
veksandi eftirspurningi á
heimsmarknaðinum hækk
aði matvøruprísurin í Afgh
anistan 40 prosent í fjør, og
tað hevur gjørt matin so
dýran, at fólk har hava ikki
ráð at keypa hann. Tí mugu
tey fáa hjálp, sigur Josette
Sheeran við BBC.
Verður matvøruprísurin
tvífaldaður, kunnu vit bara
lata helmingin meiri, og tí
fer verður neyðugt við
størri stuðuli, um vit skulu
mnøkta tørvin hjá teimum,
sum hava hjálpina fyri
neyðini, sigur WFPstjórin.
Nógvastaðni hava fólk
einki at líta á uttan mat frá
okkum, sigur hon.
STlandbúnaðarstovnurin
FAO segði fyri nøkrum vik
um síðani, at prísurin á
hveiti og øðrum kornsløgum
er hækkaður so nógv, at tað
kann elva til eina heims
umfatandi avbjóðing. FAO
hevur roknað út, at yvirhøv
ur noyðast tey fátæku lond
ini at brúka ein triðing meiri
til kornkeyp í ár enn í fjør,
og at í Afrika verður meir
útreiðslan heili 49 prosent.
Dýrar matvørur og vantandi
stuðul noyða ST at skamta
World Food Programmme
hevur brúk fyri fleiri pengum,
um stovnurin skal metta tey
mongu, sum hava tørv á hjálp
Mynd: AP
Obama í
afrikonskum
búna og við
turban á
høvdinum
Barrack Obama og hansara viðhaldsfólk eru í øðini um myndina av senatorinum
við turban á høvdinum