Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 40 - 26. februar 2008 Um tað var væntað ella bara heppi, so er úrslitið tað sama. Men tað var í júst røttum tíma, at Eik Banki keypti Scandia Bank, sigur danski fíggjarserfrøðingurin, Bjarne Jensen ROKNSKAPUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Føroysku bankarnir standa seg væl. Tað vísa roknskap­ irnir, sum hjá báðum bank­ um vísa metavlop. Danski fíggjarserfrøðing­ urin, Bjarne Jensen, hevur hugt at roknskapunum, men hevur kortini ikki enn havt stundir til at nærlisið teir. ­ Teir síggja báðir »for­ nuftigir« út. Eik Banki hevur eina eginpenings­ forrentning upp á 30% og Føroya Banki eina upp á 13,8%, og tð er rímiliga gott, sigur Bjarne Jensen. Stóri munurin millum bankarnar heldur hann stav­ ar frá stóra virkseminum, sum Eik Banki hevur uttan­ fyri føroysku landoddarnar. Og hartil hevur Føroya Banki eisini havt ávísar eykaútreiðslur í sambandi við privatiseringina og børs­ skrásetingina. Men størsti munurin stav­ ar helst frá keypinum hjá Eik Banka av Scandia Bank­ anum. ­ Tað var júst í røttu løtu, at keypið fór fram. Scandia Banki hevur størri innlán enn útlán, og tað er júst tað, sum bankar í dag skríggja eftir, sigur Bjarne Jensen. Orsaka av kredittkreppuni í USA eru eisini bankar í Europa varnir við at lána pengar sínámillum, og tí verður tað dýrt at lána pen­ ing. So um tað var væntað ella bara heppi hjá Eik Banka, so vísir Bjarne Jensen á, at úrslitið er tað sama. Ávirkar kursin Men danski fíggjarserfrøð­ ingurin ávarar eisini ímóti at stýra sær, nú tíðirnar eru so góðar. Góðu úrslitini hjá bankun­ um avspeglar eisini gongd­ ina í samfelagnum. ­ Arbeiðsloysið er met­ lágt, so vónandi finna før­ oysku politikararnir útav at leggja pening til viks í góðu tíðunum, sigur Bjarne Jensen. Men hóast góðar tíðir júst nú heldur hann tað vera sera trupult at spáa um, hvussu árið í ár fer at roynast. Men Bjarne Jensen sigur, at hendir einki óvanligt við bankunum, so fara góðu úrslitini við tíðini at síggjast aftur í kursunum á parta­ brøvunum. Og júst kursirnir vóru tað, sum fingu mest umrøðu, serliga tá Føroya Banki bleiv skrásettur á børsinum. Fílst var at, at kursirnir vóru settir alt ov lágt, men hetta hevur síðani víst seg ikki at vera so, tí teir liggja í dag væl undir tí, partabrøvini upprunaliga vórðu seld fyri. Men sum nevnt væntar Bjarne Jensen, at góðu úr­ slitini hjá bankunum báðum fara at síggjast aftur í hægri kursum í framtíðini. Genialt at keypa Scandia Heimasíðan hjá Landsverk hevði fleiri enn 3000 vitjanir, tá stormurin herjaði um vikuskiftið VINDMÁTING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað kann tykjast, sum eru vetrarnir vorðnir harðari við ógvusligum stormum við jøvnum millumbilum. Ein av uppgávunum hjá Landsverk er at máta vindin, og til hetta endamál eru settir upp 22 vindmátar­ ar kring landið. ­ Fyri nøkrum árum síð­ ani ynsktu vit at gerast betri at boða frá koyrilíkindum, og í tí sambandi settu vit upp mátarar, sum ikki bara mátaðu vind, men eisini temperatur og vætu. Hesir mátarar klára bert at máta vind upp til 56 m/s, og teir eru ellivu í tali. Hinir ellivu máta heilt upp í 85 m/s, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverk. Men tað er klárt, at tøknin í dag er so góð, og kostnað­ urin lutfalsliga lítil, so hesir mátararnir, sum einans megna at máta upp í 56 m/ s, verða skiftir út so við og við. Gomlu mátararnir virk­ aðu á tann hátt, at var mest at líkna við veðurhanar, sum snaraðu runt. Men tøk­ nin í dag er so, at alt verður mátað við sensorum. Tað var táverandi Lands­ verkfrøðingurin, sum mið­ skeiðis í 80­unum byrjaði at seta vindmátarar upp, og hagtøl finnast longu frá teirri tíðini. Hetta var í stóran mun gjørt fyri at finna best egnaðu plássini at seta vindmyllur upp. Seinni bleiv so gjørt meiri burtur úr at máta hita og regn eisini. Oyvindur Brimnes sigur, at fólk kunna seg væl um veðrið, serliga tá tað er ringt. Um vikuskiftið, tá storm­ urin var, hevði heimasíðan hjá okkum fleiri enn 3000 vijanir, sigur stjórin á Lands­ verk. Hann sigur víðari, at vind­ urin hevur verið ógvuliga nógvur um vikuskifti. ­ Á Norðadalsskarði máldu vit 60 m/s í hvirl­ unum, og á Stórutjørn yvir 50 m/s, so tað hevur verið ógvuliga nógvur vindur, sigur Oyvindur Brimnes. Fólk kunna seg um veðrið Smærru mátararnir verða skiftir út so við og við, sigur Oyvindur Brimnes Bjarne Jensen heldur, at Eik Banki var sera heppin í keypi sínum av Scandia Bank Sakna málpolitikk Løgfrøðingar og búskaparfrøðingar, sum arbeiða hjá grøn­ lendska heimastýrinum, reisa nú spurningin, sum heima­ stýrið yvirhøvur hevur áhuga í, at tey starvsfólk, sum ikki hava grønlendskt sum móðurmál, kunnu fáa møguleika at læra seg málið. Fakfeløgini hjá teimum báðum bólkunum siga, at í samgonguskjalinum hjá landsstýrinum stendur, at landsstýrið fer at leggja dent á at styrkja tað grøn­ lendska málið í almennu umsitingini. Almenn starvsfólk í Grønlandi sakna almennan málpolitikk (Mynd: Sermitsiaq)