Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 40 - 26. februar 2008 Søga Heri Simonsen heris@sosialurin.fo »Roskildefriðurin«, soleiðis verður friðarsáttmálin millum arvafíggindarnar, Danmark og Svøríki nevndur. Hesin friðar­ sáttmálin varð undirskrivaður í Roskilde fyri júst 350 árum síðani, 26. februar í 1658. Fríðrikkur 3. (1609­1670) var danakongur árini 1648 til 1670. Karl 10. Gustav (1622­1660) var sviakongur árini 1654 til 1660. Fríðrikkur og Karl norðurlanda kongar stóða á odda fyri herum Danmarkar og Svøríkis í enn einum kríggi millum gomlu arvafíggindarnar. Var kríggið beiskt fyri danir, so gjørdist friðurin beiskari, og var nær við, at hann gjørdist enn beiskari. Svøríki vorðið stórveldið Tað var annars danakongur, ið sendi svenskarum krígsavbjóð­ ing. Danmark hevði verið mest sum einaráðandi í Norðurlond­ um, men hendan gongdin vendi í 17. øld. Svøríki hevði vaksið seg stórt. Svenskarar høvdu lagt Finnland, Pólland, Norður­ Týskaland og stórar partar av baltisku londunum undir seg. Svøríki var vorðið eitt stórveldi, sum hótti støðuna Danmark áður hevði havt. Danir tyktust at hava passað sær løðir, tá krígsavbjóð­ ingin var send, tí stórur partur av svenska herinum var í bardaga í Póllandi. Men krígsavbjóðingin kom væl við hjá Karl sviakongi. Tað hevði ikki gingið væl við bardøgunum í Póllandi, og Karl helt, at tað fór at verða lættari hjá teimum at taka Danmark, og harvið vinna sær støðuna, sum tað sterkasta norðurlandið. Krígseydnuna við sær 20. juli í 1657 gjørdi svenski herurin innrás í Jútlandi, og skjótt varð alt Jútland hertikið. Karl kongur óttaðist kortini fyri, at teir sameindu hjá Danmark, Holland eisini komu upp gjøgnum Jútland, og fóru at leypa á tær í Jútlandi. Tí ráddi um at koma sær yvir til Sælands og Keypmannahavnar, skjótast møguligt. Tað var beinfryst í januar mánað, men tað megnaði Karl at venda til sín fyrimun. Hóast herleiðarnir ráddu sviakongi frá tí, so tók Karl ta djørvu avgerð, at allur svenski herurin skuldi yvir ísin í Lítlabelti yvir til Fjón, og víðari yvir Stórabelt. 28. januar tóku svenskarar seg yvir um ísin, sum var millum Jútland og Fjón. Danir høvdu tó ein illgruna um hetta, og fyrstu herliðini fingu eina røð av kanónkúlum oman yvir seg. Herliðini tóku seg aftur til Jútlands. Men Karl kongur gavst ikki á hondum, hann trúði fult og fast uppá, at tað var vilji Guðs, at hann skuldi sigrað á dønum. Karl sendi 24 sneytarar út at kanna umstøðurnar. 600 mans fylgdu teimum við sletum, sum vóru fullar við timbri. Timburið bleiv lagt yvir rivurnar í ísinum, so farleiðin skuldi verða tryggari hjá svenska herinum. 30. januar tók allur svenski herurin seg yvir til Fjón, og har bardu teir donsku herdeildirnar niður. Svenskarar tóku alt Fjón, men teir funnu út av, at tað var lættari at taka seg yvir Langeland, Lolland, Falster, Møn og so upp til Sælands. 13. februar stóð svenski herurin í Køge beint sunnanfyri Keyp­ mannahavn, og Fríðrikkur danakongur læs skriftina á vegginum. Partarnir skrivaðu undir eina vápnahvíld tann 18. februar, og so byrjaðu friðartingingarnar í Roskilde. Hørð krøv Svenskarar høvdu danir á knøunum, og fyrstu krøvini frá svenskarunum vóru beinhørð. Danmark skuldi lata frá sær til Svøríkis: Blekinge, Halland og Skåne, sum lógu sunnanfyri táverandi svenska markið. Haraftrat skuldu danir lata frá sær: Bornholm, Møn, Anholt, Læsø, Ísland og Føroyar. Danmark skuldli eisini lata 12 Tá Danmark mundi mist Farleiðin hjá svenska herinum, tá sviar endurvunnu Suðursvøríki frá dønum í 1658 Fríðrikur 3., danakongur, sum undirskrivaði friðaravtaluna við sviar Karl 10. Gustav, sviakongur, ið gjørdist sigursharri í 1658 Fyri 350 árum síðani misti Danmark alt tað, sum í dag er Suður-Svøríki; Skåne, Halland og Blekinge. Hevði lagnan verið dønum enn meiri óblíð, so høvdu Ísland og Føroyar eisini farið á svenskar hendur tá Takkaðu fyri hjálpina Avvarðandi hjá amerikanska flogskiparanum, sum hvarv við flogfari sínum á veg úr Íslandi til Skotlands seinasta hósdag, hava nú takkað íslendsku bjargingartænastuni fyri leitingina. Eitt flogfar, ein tyrla og eitt skip hjá bjargingartænastuni tóku lut í leitingini, sum kortini endaði úrslitaleys. Tann 66 ára gamli flogskiparin Greg Frey var ættaður úr Florida. Hann var á veg úr Reykjavík til Wick í Skotlandi, tá flogfar hansara hvarv av radaranum. Tyrla hjá íslendsku bjargingartænastuni (Mynd: Vísir)