Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 40 - 26. februar 2008 herskip, 2.000 reiðmenn og 2.000 vanligar hermenn til svenska herin. Fríðrikkur var óttafullur, um at skula missa alt, og var hann mest, sum til reiðar at eftirlíka Karli í øllum hesum krøvum. Tað eydnaðist tó ráðgevarunum hjá Fríðrikki at tosa honum frá at boyggja seg so nógv. Útlendskir sendimenn høvdu lurtað teimum í oyruni, at Holland, Ongland og Preussen skjótt fóru at veita Danmark hernaðarligan stuðul, so Svøríki ikki slapp at steðga allan tann gagnliga handilin hesi londini høvdu í Eystrasalti. Svenskarar hoyrdu um ætlarnar hjá Hollandi, Onglandi og Preussen, og skundaðu teir sær at linka um krøvini. Nú var kravið: Blekinge, Bornholm, Halland og Skåne. Hetta metti danakongur verða ein diplomatiskan sigur, og valdi hann at skriva undir friðarsátt­ málan. Men kortini var talan um stórt tap fyri Danmark. Ein trið­ ingur av íbúgvunum í Táverandi Danmark búðu í Hallandi, Blek­ inge og Skåne. Serliga í Skåne búðu nógv fólk, og varð Skåne millum ríkastu landslutirnar í Skåne. Karl angrar Men nakrar mánaðir aftaná, at friðaravtalan varð undirskrivað 26. februar angrar Karl svia­ kongur, at hann læt seg trýsta av Hollandi, Onglandi og Preussen, áðrenn hann hevði fingið alt ræðið yvir Noregi, Svøríki og Danmark. Í síni hugmóð leypir aftur á Danmark, men hesuferð vardi danir seg manniliga, og svenski herurin missir nógvar mans, og Karl sjálvur doyr av lungnabruna. Danmark fær hernaðarliga hjálp úr Póllandi, Preussen og Eysturríki, og svenski herurin verður trýstur aftur til Svøríkis. Friðartingingar byrja aftur, og danir vóna, at Skåne kann gerast danskt aftur. Men Ongland, Frakland og Holland ynska ikki, at bara eitt land skal hava valdsrættin yvir báðar síðurnar av Oyrasundi. 26. mai 1660 skriva Danmark og Svøríki undir nýggjan friðarsátt­ mála. Skåne, Halland og Blekine vórðu verðandi á svenskum hondum. Bornholm kom aftur á danskar hendur. Í 1661 hava svenskarar bart alla danska mótstøðu í gomlu landslutunum niður. Eftir nøkur ártíggju høvdu svenskarar kroyst danska málið og mentannina burtur. Allir embætismenn og prestar vóru svenskarar, og danskar bøkur vórðu bannaðar. Donsk minnismerki vórðu oyðiløgd ella broytt. Ikki fyrr enn seint í 19. øld upphevjaðu svenskarar forboðið ímóti donskum bókum, og fyrst nú síðstu árini eru svenskar skúlabøkur farnar í holt við at viðgerða tað donsku søguna, sum hesir tríggir lands­ lutirnir hava. Men høvdu danir ikki kunnað kroyst svenskarar við sínum sameindu í februar í 1658, so høvdu Ísland og Føroyar farið yvir á svenskar hendur. Og so hevði Sjúrður Skaale kanska sitið í Ríkis­ degnum í Stokkhólmi? Og so kunnu vit byrja eitt endaleyst tjak, um tað hevði verið betri at hoyrt til Svøríkis. Tá høvdu vit so, ið hvussu er verið uttanveltað undir Seinna Heimsbardaga, og undir Kalda Krígnum. Men slíkt prát kann gerast so óendaleysa hypotetiskt, men kortini áhugavert. Eitt stendur tó fast, sviakongur hevur bara vitjað í Føroyum einaferð. Og steðgaði hann bara í tríggjar tímar. Hetta var miðskeiðis í 1980­unum. Hann sá flogvøllin, Sørvág, Bø og útsýni hagani. Føroyar Studentauppreistur í Keypmannahavn í 1658 móti svensku hersetingini. Samtíðarmálningur frá 17. øld eftir Vilhelm Jacob Rosenstand (1889) Uppsagnir á sjúkrahúsi Sjúkrarøktarfrøðingarnir á nøkrum deildum á Landspítalanum í Reykjavík eru so misnøgd við eina nýggja vaktarskipan, at fleiri teirra umhugsa at siga seg úr starvið nú um mánaðarskiftið, skrivar Vísir. Sjúkrarøktarfrøðingarnir siga, at tann nýggja vaktarskipanin økir arbeiðsbyrðu teirra, men at tað kemur ikki sjúklingunum til góðar, og tað vilja teir ikki góðtaka. Nýggja skipanin rakar umleið 150 sjúkrarøktarfrøðingar. Stór misnøgd á Landspítalanum (Mynd: Vísir) Bankastjóri minni løn Forstjórin í íslendska bankanum Glitnir, Lárus Welding, tók eina heldur óvanliga avgerð, tá hann fyrrakvøldið boðaði frá, at hann hevði gjørt av at skarva helmingin av sínari egnu løn. Hann fer tó ikki at líða nakra neyð, tí við avgerðini minkar lønin úr 9,5 í 4,8 mió. íslendskar krónur ­ um mánaðin. Samsýningin hjá nevndarlimunum minkar eisini. Eitt nú fer formanssamsýningin úr 550.000 ísl. krónum í 250.000 krónur um mánaðin. Koparstikk av friðarsamráðingunum