týsdagur 26. februar 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 26. februar 2008
11
tíðindi
S
einastu mongu árini er før
oyski beriførleikin støðugt
viknaður. Hetta er ein vaksandi
trupulleiki, ið millum annað ber
í sær, at støðugt færri fólk
kunnu liva og virka í Føroyum
við verandi vinnubygnaði. Ein
álvarslig avleiðing er, at serliga
kvinnur í hópatal rýma av landi
num. Beriførleikin eigur at ger
ast eitt avgerandi hugtak í før
oyskum búskaparpolitikki fram
eftir. Høvuðsmálið má vera at
økja beriførleikan í landinum.
Eydnast tað ikki, fer fólkatalið í
besta føri at standa í stað
Beriførleiki er eitt mát fyri,
hvussu nógvum íbúgvum vinnu
bygnaðurin í einum øki er førur
fyri at tryggja eitt sømiligt livi
støði. Altumráðandi er at beri
førleikin er vaksandi, um eitt
land skal mennast og íbúgvarnir
trívast.
Seinastu árini hevur føroysk
ur politikkur tó als ikki hugt
eftir beriførleikanum. Í staðin
hava nógvir av gomlu politik
arunum havt fokus á at nøkta
eina mangan misskilta tjóðskap
arliga stoltleikakenslu. Úrslitini
av hesum politikki fara nú at
merkjast av álvara.
Enn er ikki ov seint at venda
gongdini við at skifta fokus í
politikkinum. Treytin er kortini,
at stórar hugburðsbroytingar
vinna frama í politiska
umhvørvinum. Eingi útlit eru
fyri, at CHEsamgongan ætlar
sær at broyta kós. Hon heldur
fram á leiðini, at tann misskilta
stoltleikakenslan skal nøktast.
Úrslitið er, at beriførleikin í
føroyska búskapinum minkar.
Hugtakið ’beriførleiki’
Beriførleiki nevnist á enskum
”carrying capacity”, og hug
takið er lætt at skilja. Á síðu
94 í Gørtzfrágreiðingini frá
1994 er greitt soleiðis frá
hugsanunum aftanfyri
hugtakið:
”Historisk set har Færøerne
været præget af en økonomi,
hvor naturen satte skarpe
grænser for, hvor mange
mennesker (og dyr), der var
plads til. Der var
græsningsmuligheder for
70.000 får, og der var plads
til, at nogle få tusinde
mennesker kunne brødføde
sig selv. […] Denne situation
ændredes, da fiskeriet blev en
stadig vigtigere næringsvej.
Den er på sin vis genopstået,
da fiskerigrænserne blev
gennemført, og Færøerne fik sit
eget, men begrænsede
havområde at fiske i.
For væsentlige dele af den
færøske befolknings erhvervs
indkomstmuligheder er der en
stærk begrænsning i, hvor
mange der kan beskæftiges på
områderne. Det gælder fiskeri i
eget farvand, specielt efter de
mere værdifulde fiskearter som
torsk og kuller, samt fiske
opdræt, fåreavl mv.
Der er ikke tale om fuld
stændig klare og skarpe kapa
citetsgrænser. Men på de
nævnte områder kan et
begrænset antal personer opnå
en ganske høj gennemsnitlig
værdtitilvækst pr. person.”
Beriførleikin avgerandi
ávirkan á fólkatalið
Hetta brotið úr Gørtzfrágreið
ingini vísir kjarnan í búskapi
num: búskapurin setur eitt mark
fyri, hvussu nógv kunnu
»breyðføða« seg í landinum við
verandi vinnubygnaði.
Legg til merkis eina ógvuliga
týðandi niðurstøðu av øllum
hesum: tað er ikki burðartítt
leikin ella flytingarnar millum
lond, sum í síðsta enda avgera
fólkatalið í Føroyum. Nei, tað
er vinnubygnaðurin og búskap
arpolitikkurin. Flytingarnar til
og úr Føroyum eru avleiðingar
av førda bygnaðinum og polit
ikkinum. Verður rætti politikk
urin rikin, soleiðis at berifør
leikin økist, er ein náttúrlig
fylgja, at flytingin úr Føroyum
aftur vendist til nettotilflyting.
Fremsta uppgávan hjá
politikarum er tí at reka ein
konstruktivan vinnu og
búskaparpolitikk, sum økir
beriførleikan í búskapinum og
gevur rúm fyri størri fólkatali
og hægri livistøði.
Beriførleikin kann mátast
Við at nýta háttin hjá Pierre
Verhulst frá 1838 ber til at máta
beriførleikan.
Seinastu 200 árini er beri
førleikin øktur í fleiri umførum
frá umleið 5.500 fólk í 1813 til
uml. 60.000 fólk eftir seinna
veraldarbardaga. Hetta merkir
ikki, at fólkatalið í Føroyum
nakrantíð hevur verið 60.000,
men at potentialið í samfelag
num hevur ligið um 60.000 fólk.
Tá fiskimarkið fór út á 200
fjórðingar síðst í 70’unum
minkaði beriførleikin úr 60.000
niður í 55.000. Tað er nokk
rættari at siga, at fiskimarkið
varð flutt inn á 200 fjórðingar,
við tað, at føroyingar áður
fiskaðu á verðinshøvunum men
nú eru noyddir at fiska á einum
avmarkaðum fiskiøki við
Føroyar.
Tá Ríkisvetigin minkaði í
2002 viknaði beriføreikin aftur,
hesuferð niður á umleið 52.000.
Tvs. at vit í dag liggja heilt tætt
upp at beriførleikanum. Um vit
ikki økja um beriførleikan í kom
andi árum, vil fólkatalið í Før
oyum tískil ikki økjast stórvegis,
men heldur standa í stað.
Harumframt er líkt til, at
beriførleikin fer at vikna upp
aftur meira í komandi árum, um
samgongan fremur ætlarnirnar
um aftur at skerja Ríkisveiti
ngina og fremja yvirtøkur uttan
at seta nakað annað í staðin.
Beriførleikin skal styrkjast
Málið fyri búskaparpolitikk
inum frameftir má vera at økja
og styrkja beriførleikan – ikki
at minka um hann.
Fyri at økja beriførleikan má
ein miðvísur politikkur rekast,
ið hevur til endamáls at menna
vinnuligu karmarnar og gagn
nýta møguleikarnar í føroyska
samfelagnum og altjóða
búskapinum.
Ein upplagdur máti er at
tryggja føroyska vinnulívinum
best møguligar marknaðar og
menningartreytir við at fáa
limaskap í Europasamveldinum
við neyðugum undantøkum á
fiskivinnuøkinum. Hetta er ein
upplagdur háttur at kunna
gagnnýta møguleikarnar í
føroyska búskapinum betri.
Í dag eru nógvir vansar av
treytum og reglugerðum, ið ES
setir okkum, men vit fáa stórt
sæð ongar av fyrimununum, ES
hevur at bjóða. Einans við
fullum limaskap í ES kunnu vit
fáa allar fyrimunirnar.
Tí er tað at frøðast yvir, at
fólkatingsmaðurin Edmund
Joensen hevur sett hol á eina
tilgongd, har vit fáa innlit í
verulig fakta um treytir fyri
møguligum ESlimaskapi!
Fíggjargeirin kann økja
beriførleikan
Ein vinnugrein, ið longu sær út
til at kunna vera við til at økja
um beriførleikan í føroyska
samfelagnum, er fíggjargeirin.
Føroysku bankarnir eru nú
vaksnir út um landoddarnar og
eru við til at leggja lunnar
undir øktan beriførleika.
Treytin er tó, at fíggjargeirin
hevur trygg og skipað viður
skifti at arbeiða undir.
Ein ætlan hjá hesi samgong
uni er at yvirtaka fíggjareftir
litið og skipa eitt føroyskt
fíggjareftirlit. Hetta er at spæla
hasard við eini skipan, sum í
dag virkar, sum hon skal. Um
álitið á føroyska
fíggjareftirlitið ikki verður
nøktandi eftir yvirtøkuna,
merkir tað, at føroyski
fíggjargeirin skal gjalda eina
eyka risikopremiu sammett við
bankar undir donskum fíggjar
eftirlitið og ESreglum.
Avleiðingin er verri kapping
arføri í føroyska fíggjargeira
num, sum jú virkar undir
altjóða kappingartreytum, har
altjóða kappingarførið er altav
gerandi fyri, um bankarnir
mennast ella um teir søkka
afturút í kappingini.
Eingin fyrimunur er við at
yvirtaka fíggjareftirlitið. Bert
tann misskilti nationali stolt
leikin, har alt tað, sum kann
yvirtakast, skal yvirtakast,
óansæð um hetta er til vansa
fyri fólkið og vinnuna í landi
num. Ein yvirtøka av fíggjar
eftirlitinum kann einans minka
um møguleikarnar hjá fíggjar
geiranum. Ongar dyr verða
latnar upp við hesari yvirtøk
uni, og tí eigur hon ikki at
verða framd.
Í staðin fyri at yvirtaka
fíggjareftirlitið, áttu vit heldur
at bundið tað enn tættari at ES
reglunum við at fari inn í ES.
Hetta hevði verið til fyrimuns
fyri føroyska fíggjargeiran.
Ríkisveitingin og beriførleikin
Sum nevnt omanfyri vil ein
minking í Ríkisveitingini minka
um beriførleikan. Mytan um, at
»neyð lærir nakna kvinnu at
spinna«, er beinleiðis skaðilig,
tí hon letur upp fyri eini hug
sjón um, at bara vit trýsta okk
ara samfelag nóg langt niður,
vilja koma loysnir og fram
burður av sær sjálvum.
Í veruleikanum átti orðatakið
nokk heldur verið: »Neyð lærir
nakna kvinnu at flyta!«, tí ein
náttúrlig avleiðing av at minka
beriførleikan er, at fólk flyta av
landinum – serliga eru tað
kvinnurnar, ið flyta.
Hetta kann ljóða sum, at man
ikki vil arbeiða fyri einum
sjálvberandi búskap. Tað er tó
ikki rætt. Vit eiga heldur at
VAKSA okkum til ein sjálv
berandi búskap við at skapa
røttu vinnuligu og búskaparligu
karmarnar heldur enn at
MINKA okkum til ein sjálv
berandi búskap við einsíðugt at
fokusera uppá at minka Ríkis
veitingina, steingja dyr og
minka um vakstrarmøgu
leikarnar hjá vinnuni.
Lat okkum tí fáa fokus á at
styrkja og økja beriførleikan í
føroyska búskapinum. Tá fáa
vit grundarlag fyri menning,
økta vælferð og framburð.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er millum 8.000 og 10.000 tekn og skrivað í essay stíli
Neyð lærir nakna
kvinnu at flyta
Beriførleikin í Føroyum má á dagsskrá
Næstu ferð:
Nicolina Dahl,
Jólapynt flotar einki áttamannafar
Tíðargreinin
tíðargreinin
Magni Laksáfoss,
búskaparfrøðingur og løgtingsmaður
Savnsmynd frá
ólavsøkuframsýningini,
Slóarblóð, í 2007.
Málningur hjá Erlu
Maritu Askham