Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 40 - 26. februar 2008 Stórvegis hugburðsbroyt­ ingar skulu fremjast bæði í lóggevandi og útinnandi valdinum og í “fjórða” ríkisvaldinum, um “Visjón 2015 – Mál og vegir” ikki bara enda sum ein ævintýrdreymur og bluff Í seinastuni eins væl og í farnum døgum kundi ein spurt seg sjálvan: “Hava Føroyar yvirhøvur hugburð at koma millum heimsins fremstu tjóðir!” Bæði politikarar og okkara loftmiðlar hava kært og kæra seg um, at nøkur fólk í okkara sam­ felag vinna ov nógvan pening fyri sítt arbeiði. Einum rennur í huga tað, ið verður sagt um munin millum evropearan og amerikumannin. Tað sigst, at “hevur evropeari ráð til ein Rolls Roys, siga aðrir evropear­ ar: “Henda bilin skal hann ikki eiga, tá eitt ár er far­ ið”, amerikumenn siga har­ afturímóti, at: ”Ein sovorð­ nan ætli eg mær eisini at hava, tá eitt ár er farið!”” Sæst ikki eisini ein ávís­ ur hugburðsmunur aftur millum íslendingin og føroyingin? Niðurbrótandi yvirskriftir Yvirskriftir í loftmiðl­ unum, nú Eik­banki og Føroya Banki eru komnir við so góðum úrslitum eru, hvussu nógv stjórar og nevndarlimir hava “vunnið ov nógv”. Átti ikki meiri at verið gjørt burturúr, hvønn samfelagsligan týdnig hesir báðir stovnar hava fyri og í okkara samfelagsmenning! Herfyri snúði tað seg um, bæði á politiska pallinum og í fjølmiðlum, at tað “mest vandamikla var og er, at nakrir fóru at vinna pening av Skálafjarðartunli­ num!” Hesir ið løgdu rygg til fyri at skapa nakað. Hetta má forkomast! At okkara langafarafiski­ menn “skulu fáa skatta­ frádrátt fyri at búleikast á sjónum umborð á føroysk­ um fiskiskipum, og vinna okkum valuta, heldur enn at vera við norskum o. ø. skipi við betri treytum”, hava mangir politikarar funnist harðliga at! Mong onnur eru dømini, eitt nú handverkarar í útheimi, sum vinna okkum valuta heim. Hetta lati eg liggja í fyrstu syftu. Øvundin ger av við so mangt Er tíðin ikki komin hjá føroyinginum at broyta hugburð. Hvat nyttar, sum eg eisini var inni á, meðan eg var landsstýrismaður, at geva út skreythefti við hálv­ triðjahundrað síðum “Mál og vegir – Visjón 2015“, tá hugburðurin hjá landsins hægstu, “fjórða” ríkisvaldi­ num og helst mongum øðrum, er, sum hann er? Íverksetaraefouri er millum politikarar og onn­ ur fastlønt fólk í løtuni. Er hetta bert ævintýrdreymur, ið bert er bluff? Trúgva politikarar og fjølmiðla­ fólk, sum øvunda úrmæl­ ingum, ið fáa løn fyri terirra arbeiði, at hesin hugburður gevur gylt? At føroysku bløðini høvdu lønarviðurskifti uppi í, tá talan var um neyva gjøgnumgongd av stovnum í menning og frálíku bankaroknskapir, er annað mál! Føroyskir politikarar og okkara “fjórða” ríkisvald, sum tykist at hava í so nógv vald á lóggevandi og útinnandi valdinum, skulu fremja stórvegis hugburðsbroytingar, ja, gera eitt lop, sum ongin fyrr hevur sæð, um “Visjón 2015 ­ Mál og vegir”, veru­ lig seriøs íverksetan og “Føroyar millum heimins fremstu lond”, ikki skal verða annað enn ævintýr­ dreymur og reint bluff! Vit mugu tola og gleðast um, at onnur eru, ið vinna nógvan pening á privata arbeiðsmarknaðinum, at onnur eru, ið fingu betri evni til eitt nú tónlist, aðra list, í handilsskapi o. ø., og at vit øll kunnu skorða undir at hesi vinna pening og tað nógvan! Tað fer í longdini at tæna Føroyum og føra okkum samfeld á mál! Hava Føroyar hugburð at koma millum fremstu tjóðir www.keldu.com Jógvan við Keldu Fyrst av øllum so vil eg ynskja Torbjørn Jacobsen og Bjørt Samulsen hjarta­ liga tillukku við landsstýris­ sessunum í ávíkavist fiski­ vinnumálum og vinnumál­ um við vón um, at tann føroyska vinnan skal styrkjast og mennast tey næstu fýra árini. Orsøkin til at eg seti meg niður at skriva hetta lesara­ brævið er tann, at tað, eftir mínum tykki, eru rættuliga stórir manglar í okkara sjóvinnupolitikki. Hóast tað er blivið nógv snakkað um hetta seinastu árini, er einki hent. Áðrenn næstsíðsta løgtingsval var tað serliga eitt fólkafloksvalevni úr Vágum, sum skrivaði um, at nú skuldi nakað henda á hesum økinum, um Fólka­ flokkurin kom til valdið aftur. Tað gjørdi Fólka­ flokkurin, men tíverri hendi einki á hesum økinum alt síðsta valskeið. Í valstríðnum, sum júst hevur verið, var tað serliga Johan Dahl, sum tosaði um teir stóru møguleikar, vit hava á hesum øki, og nú hann er formaður í vinnu­ nevndini, er at vóna, at samgongan, saman við báðum teimum stóru andstøðuflokkunum, fer at arbeiða saman um at loysa hetta stórmál í nærmastu framtíð. Nú vit kunnu fegnast um, at tað eru menn frá tí privata vinnulívinum, sum hava tikið stig til at skipa fyri ráðstevnuni Shipping Føroyar, og mín vón skal vera, at henda ráðstevna, vil birta uppundir hetta kjak av nýggjum. Tí tað eru alvorligir vansar í FAS skipanini, og hon er als ikki kappingarfør við tær skipanir, sum grannalond­ ini hjá okkum hava, har umleið 1000 føroyskir sjómenn sigla. Hvat fáa vit so, sum nú er, frá hesum stóra skara av sjómonnum, sum sigla undir fremmandum flaggi? Jú, hesir menn koma heim við einari góðari hýru, har teir forsyrgja familjum teirra, og pengurin, teir tjena, kemur inn í tað føroyska samfelagið, so landið fær ein góðan part inn í MVG og øðrum avgjøldum. Men so er spurningurin: Kann landið fáa meiri inn? Jú sjálvandi kunnu vit tað! Hesir menn forvinna nógvan pening, og alt gott um tað. Men teir høvdu ikki funnið upp á at komið at siglt undir FAS, um skipanin ikki var lík t. d DIS, tí undir DIS fáa vit eina netto løn, tvs. at vit gjalda 0 kr í skatt til lands­ kassan. Men tað eru ikki sjómenninir, sum blíva stuðlaðir. Nei, tað eru tey útlandsku reiðaríðini, sum fáa ­ vil eg pástanda ­ beinleiðis stuðul frá tí føroyska landskassanum, tí tey sleppa frá at gjalda fulla hýru, orsaka av at tey ikki gjalda tað í løn, sum annars hevði farið til skatt. Útfrá hesum kunnu vit skjótt rokna út, at tað ikki eru smápengar, sum útlendsk reiðaríðir fáa í stuðli frá Føroyum. So er spurningurin, um vit skulu finna okkum í hesum? Sjálvandi hevur henda skipan tænt landinum væl, tí hesir pengar eru komnir uttani frá. Um man broytir skipanina og fer at seta sum krav, at teir skulu gjalda skatt, so flyta teir av landinum, ella so siga teir upp og fara at taka arbeiði frá fólki, sum arbeiða her á landi. So tað er ikki ein loysn, sum førir nakað gott við sær. Hvat er so alternativið? Her er mín heilt greiða meining, at vit skulu geva føroyskum reiðarum somu møguleikar, sum útlendsku reiðarnir hava til at rekut­ era fólk í Føroyum. Taka vit eitt dømi, so kann Mærsk Supply Service gjalda 25.000 krónur netto til ein føroying, sum siglir sum 1. stýrimaður, meðan t. d Thor í Hósvík skal gjalda honum minst 40.000 um mánaðin fyri at stýri­ maðurin skal hava 25.000 krónur eftir um mánaðin. Hetta hevur við sær, at tann føroyski reiðarin als ikki kann geva manningini kappingarføra løn, sjálv­ andi viðførir tað so, at tann væl kvalifiseraði stýri­ maðurin í Føroyum bert fer til eitt føroyskt reiðarí, um hann ikki fær nakað annað, við øðrum orðum, so verð­ ur tað føroyska reiðaríið síðsta val. Tí fólk fara, har løn og treytir annars eru best. Tá vit taka samanum, so hevur tann føroyska sjóvinn­ an ein sera stóran trupul­ leika, sum er, at hon ikki klárar at rekutera føroyskar sjómenn. Her tosa vit um eitt tilfeingi, sum reiðarar í grannalondunum liggja flatir í luftini fyri at fáa fatur í. Tað er sjálvandi gott fyri Føroyar, men stór skomm, at tann føroyski reiðarin ikki hevur møgu­ leika at gera sær dælt av tí tilfeingi, sum er her á landi. Og eg veit, at nógvir av okkum heldur enn gjarna vilja sigla við einum skipi við Merkinum á hekkuni og við skipum, har størsti part­ ur manningini er føroysk. Hvussu ber tað til, at vit, burtursæð frá Thor, slett ikki eru virknir innan shippingvinnuna? Her hugsi eg um, at vit í Føroyum hava megnað at stovna oljufeløg, sum hava milliardavirði. Tí skuldi man eisini trúð at tað skuldi verðið tað minsta problem­ ið at stovna t. d eitt offshore­ reiðarí, sum kann blíva stoltleikin hjá okkum føroyingum innan reiðarí­ virksemi. Her kunnu vit føroyingar vísa, at vit eisini eru førir at kappast við teir fremstu, við teimum mest framkomnu skipunum og við føroyskari manning, sum nú prógvar sítt virði í einari altjóðavinnu, sum setur tey hægstu krøvini, sum hugsast kunnu. Mín áheitan er tí til tað nýggja løgtingið, bæði samgongu og andstøðu. Farið til verka og loysið henda stóra trupulleika! Soleiðis at vit um 10 ár kunnu siga, at vit hava ein stóran flota av skipum, sum er skrásettur í eini nýggjari FAS skipan, sum er kappingarfør mótvegis eitt nú DIS og NIS. Soleið­ is at peningurin kemur føroyska reiðaranum og samfelagnum annars til góðar, og vit ikki bert sigla pening heim til okkara útlendsku reiðarar. Mín meting er tann, at um karmarnir til vinnuna blíva góðir, so er einki at ivast í, at kapitalur fer at streyma til hesa hesa vinnu, soleiðis, at vit kunnu fáa eitt bein meiri at standa á, og ikki bert hugsa um fiskivinnuna. Vit kunnu ikki blíva við at blaka milliónir í eina fiskivinnu, sum fær størri og størri trupulleikar, nú toskastovnurin er rættiliga illa fyri, flakavirkini geva hall ár eftir ár, og fiski­ loyvi blíva seld fyri 100 tals milliónir hvørt ár. Og hervið blívur fiskivinnan drenað fyri kapital. Sjálvur vænti eg, at um bæði almennir og privatir grunnar, saman við privat persónum, sum hava tann neyðuga kapitalin, vilja taka initiativ til at fara í gongd við at stovna feløg innan eitt nú offshore vinnuna, so kann hetta blíva ein munandi inntøku­ kelda til Føroya land. Tað er gleðiligt at síggja at Supply Service í Lorvík hevur tikið hetta stig, at byggja nýggj modernaði supplyskip. So er bert at vóna, at henda roynd fer at eydnast, og at hesi skip blíva skrásett í Føroyum, men klárt er tað, at við núverandi FAS skipan, blívur tað alt for dýrt hjá teimum at tiltrekkja før­ oyingar, sum sigla við donskum og norskum reiðaríum. Til seinast vil eg ynskja fyrireikarum og lutakarum eina góða shippingrá­ stevnu. Sjálvur kann eg tíverri ikki luttaka, av tí eg verði í Norðsjónum tá. Sjóvinnupolitikkur í Føroyum – ella manglandi Stýrimaður umborð á Bourbon Orca Sámal SivertSen