týsdagur 26. februar 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 26. februar 2008
13
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Føroyaprent hevur,
sum fyrsta fyritøka
í Føroyum, fingið
svanamerkjagóð
kenning. Hetta varð
hátíðarhildið á
Føroyaprent hósdagin
21. februar
Móttøka
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Bárður Kruse
Sum fyrsta fyritøka í Føroy
um hevur Føroyaprent fing
ið svanamerkjagóðkenning.
Hetta varð hátíðarhildið á
Føroyaprent hósdagin 21.
februar við røðum og við at
umboð frá Norðurlendsku
Umhvørvismerkingini hand
aði prógvið um, at Føroya
prent livir upp til umhvør
viskrøvini í Svanamerkja
skipanini.
Tá stjórin í Føroyaprent,
Jon Hestoy, hevði boðið øll
um at vera vælkomin, segði
Helena Dam á Neystabø,
landstýriskvinna í umhvør
vismálum, nøkur orð, síðan
hevði Birgir Kruse, ritstjóri
á Føroya Skúlabókagrunni,
eina hugleiðing, sum hann
nevndi ”Frá Svananesi til
svanamerki”, áðrenn Jesper
Gruvmark
frá
Norður
lendsku Umhvørvismerking
ini handaði prógvið upp á
Svanamerkjagóðkenning til
Jon Hestoy.
Svanamerkið er eitt prógv
um, at fyritøkan livir upp til
umhvørviskrøv, sum gera,
at framleiðslan í allari fyri
tøkuni er ímillum tær minst
umhvørvistyngjandi. Krøv
ini umfata í fyrsta umfari
arbeiðsgongd,
innkeyp,
pappír og tey kemisku evn
ini, sum prentsmiðjan nýtir,
skrivar Føroyaprent í tíð
indaskrivi. Í prakstis merkir
hetta, at fyritøkan hevur
fingið loyvi at prenta norður
lendska umhvørvismerkið á
teir prentlutir, sum prent
smiðjan framleiðir.
Jesper Gruvmark greiddi
frá, at svanamerki er ein
sjálvboðin
norðurlendsk
umhvørvismerking av vør
um og fyritøkum við 3.
parts eftirliti. Norðurlanda
ráðið setti skipanina á stovn
í 1989. Fleiri túsund fyritøk
ur í Svøríki, Danmark, Nor
ra, Finnlandi og Íslandi
hava fingið svanamerkja
góðkenning. Nú er so fyrsta
føroyska fyritøkan eisini
komin við.
Fyrsta føroyska fyritøka við svanamerki
Jesper Gruvmark frá Norðurlendsku Umhvørvismerkingini og Jon Hestoy, stjóri á Føroyaprent
Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna í umhvørvismálum,
heldur røðu
Birgir Kruse, ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni, hugleiðir um
svanar og svanamerki
Svanamerkið á bygninginum hjá Føroyaprent við Hoyvíksvegin