Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 40 - 26. februar 2008 Andlát og jarðarferðir Zakaria Eliasen, Fuglafjørður, andaðist á Landssjúkrahúsinum 25. februar, 64 ára gomul. Farið verður úr kapellinum týsdagin kl. 17 norður í kirkuna í Fuglafirði. Jarðarferiðn verður úr Fuglafjarðar kirkju hósdagin kl. 14. Sungið verður úr sálmabókini. Bjarni Olsen, timburmeistari, ættaður av Válinum í Vestmanna, búsitandi á Argjum, andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin 24. mars, 73 ára gamal. Bønarhald verður í Landssjúkra­ húskapellinum mikudagin kl. 17. Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju hósdagin kl. 13. Tey, ið ynskja at minnast Bjarna, kunna lata krabbameinsfelagnum eina gávu, konta í peningastovnunum. William Hansen, Klaksvík, andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi leygardagin 23. februar, 85 ára gamal. Kistan fer av kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi týsdagin 26. februar kl. 18.30. Jarðarferðin verður úr Betesta mikudagin kl. 13.30. Andlát og jarðarferðir nøvn Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum vístu samkenslu, tá okkara kæri maður, pápi, abbi, verfaðir, langabbi og oldurabbi Hákun Lamhauge andaðist og varð jarðaður. Takk til prestarnar fyri góð og troystarrík orð. Takk til kirkjutænarar og sangarar. Takk fyri peningagávur til kirkjuna. Takk til øll tykkum, sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Takk til Vivi og Magna fyri sangin. Familjunnar vegna Frida Tøkk Hjartaliga tøkk fyri samkenslu, tá ið kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara Poul Olsen, lækni Glyvrar doyði og varð jarðaður. Ein serlig tøkk verður veitt tykkum á Ellis- og røktarheiminum í Runavík, at tit vóru so góð við hann. Tøkk fyri blómur og peningagávur til Listaskúlan. Tøkk til Maritu og Jonny fyri vakra sangin í kirkjuni. Tøkk til Meinhard Bjartalíð fyri vøkru orðini. Tøkk til øll tykkum, ið bakaðu, og tykkum, ið hjálptu til við ervinum. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Ingun, Helgi, Ann, Janus og Alma við familju Minningarorð um mammu okkara Fanny Reinert Djurhuus Tað er torført at skriva minningar­ orð um mammu okkara, tí hon var so nógv. Hon var so umfevnandi og líka so lítið sum lívið rúmast í orðum, líka so illa ber til at lýsa mammu okkara í fáum orðum. Mamma vaks upp í Saltnesi og flutti Innan Glyvur, tá ið hon gift­ ist við babba. Hon hevur helst longst aftur til Saltnesar fyrstu tíð­ ina, og sambandi var so avbera vánaligt tá, men ongantíð hoyrdu vit hana gremja seg um tað. Eg minnist hana glaða, tá ið vit sunnu­ dagar fóru við báti, út til Saltnesar at vitja ommu og abba. Mamma var úr stórum systkina­ flokki ­ hon var góð við síni systk­ in, tosaði ofta um tey hvør í sær, og tey sóðust javnan. Mamma var næstan altíð glað. Hon var sterk, bæði til likams og sálar. Orkaði væl at arbeiða og at vera í gongd. Mamma var rationalistisk, hon fór ongantíð upp at vøsa um nak­ að. Tá ið vit sum børn gramdu okkum um eitthvørt, segði hon altíð, “tað man fara at javna seg”, og tað gjørdi tað, javnaði seg. Sum barn er tað sum mamman sigur altíð lóg. Mamma var skemtingarsom og ‘hittinorðað’, tað var stuttligt at hoyra hana ‘folda seg út’. Tað var ofta torført at argumentera ímóti, tá ið hon hevði okkurt á hjarta. Mammu dámdi væl at syngja, hon sang í Stranda sangkóri í nógv ár. Sum barn helt eg onkuntíð, at tað var ov mikið av tí góða, tí hon sang so hart í kirkjuni. Á tann hátt var hon øðrvísi enn eg – hon hevði ikki hetta við at vilja “fella í eitt við tapetið”. Arbeiðslívið hjá mammu var øðrvísi enn hjá mammum í dag, hon var heima øll árini vit systkin vóru smá, fór ikki at arbeiða úti fyrr enn hon var tilkomin og vit børn vóru vaksin. Hon hevði nokk at gera sum heimagangandi mamma við seks børnum, hon gekk upp í tað við lív og sál. Bant alt, sum vit høvdu brúk fyri, troyggjur, vøttir, hosur og annað. Hon var ærukær og eg minnist hvussu glað hon var fyri, at onkur hevði havt á orði, um børnini, sum altíð vóru í so vøkr­ um troyggjum, og sum ikki sóu slitnar og tódnaðar út. Umframt eisini at seyma nógv klæðir til okk­ um heima, tók hon á seg arbeiði fyri onnur, so sum reperatiónir, at leggja einar buksur upp, minka okkurt plaggið, ja hetta fyri fólk við fjørðin og meira. Hon matgjørdi og bakaði sum konur flest. Eini hundrað bollar fleiri ferðir um vikuna, tá ið harð­ ast stóð til, og kanska mostur og systkinabørn vóru og ferðaðust hjá okkum. Føðingardagar varð nógv gjørt burturúr – holukøkur og nógv annað gott var á borðinum, heimagjørdar kransakøkur, tá ið onkur hátíðardagar var. Umframt alt tað dagliga húsliga arbeiðið, vóru eisini stundir til hondarbeiði, sum henni dámdi sera væl. Hon gjørdi hosubond, vestar, altardúkar, hosur og mangt annað. Mamma frøddist yvir alt sum vakurt var, blómur, pen klæðir, skógvar og tílíkt. Mamma var góð við síni nær­ mastu og fylgdi væl við hvussu til stóð .Vóru ommubørnini sjúk, ringdi hon og spurdi hvussu gekk. Til høgtíðir kom hon altíð við onkrum, páskaprýði, jólastjørnum, onkrum bakstri ella øðrum. Mamma hevði eisini ábyrgdar­ størv uttanfyri heimið, hon sat í kirkjuráðnum í fleiri ár. Hon var góð við kirkjuna, og á kirkjuna bygdi hon sítt andaliga støði. Eg kundi onkuntíð halda, at tað var synd í mammu, at hon so seint byrjaði at arbeiða úti, tí hon treivst so væl í tí arbeiðinum, og tað gav henni persónliga so nógv. Sjálvt um høgan aldur, so arbeiddi hon nógv, og tá ið vit húsfólk hildu, at tað bleiv ov nógv av tí góða at taka tvær fylgjandi vaktir, so segði hon bara, ”jamen, eg seti meg ikki hendur í favn, tá ið eg komi til hús alíkavæl, so eg verði ikki móðari av tí”. Mamma hevði fleiri vinkonur, og eina sum hon nevndi ofta er Dora. Hon rósti altíð Doru fyri hennara dygdir. Mamma skapaði eitt heim, har tað var fjálgt at vera hjá okkum øll­ um, hjá okkara vinfólki, hjá kenn­ ingum, hjá gestum og hjá øllum sum komu á okkara gátt. Mamma tók sær av okkum uppá ein “vaksnan máta”. Hon var ein fyrimynd, hon tók ábyrgd og hon bar mótburð í tolni. Hon var babba ein góð kona; meg minnist valla øvugt orð teirra millum. Mamma og eg høvdu ikki eitt samband sum vinkonur, nei, hon var mamma mín, líka til hon fór frá okkum. Friður verið við minninum um mammu okkara vegna systkini Meinhild Dagurin 27. februar. Leander, deyður umleið ár 600. Biskupur í Sevilla. Hann var harður mótstøðumaður av ariansku ranglæruni. Grikst navn, samansett av orðum, ið merkja gleði og menskur.