Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 - 26. februar 2008 15 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur EB/Streymur og NSÍ komu úr pottinum alt fyri eitt, tá lutakasti var til kappingina um Løgmanssteypið í gjárkvøldið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan verður um brak longu í fyrsta umfarinum av steypakappingini. NSÍ og EB/Streymur skulu í næst­ um spæla sonevnda stór­ steypadyst millum meist­ arar og steypavinnarar. Og longu fyrsta umfarið av kappingini um Løgmans­ steypið tørna tey bæði aftur saman. Í 3­2 sendindini í gjárkvøldið var lutakast um, hvussu spælast skal fyrstu umførini í steypa­ kappingini, og eru dystirnir sum víst niðanfyri. Ta ferðina sannførdi táverandi formaðurin tó aðalfundin um, at tað var skeivt, tá nøkur feløg ikki kundu greiða atkvøðu á FSF-aðalfundinum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fram, NÍF, Undri og Royn sleppa ikki at greiða atkvøðu, tá FSF leygardagin hevur aðalfund. Tað er ein av avleiðingunum av nýggja lógarverkinum hjá FSF, har grein 14.4 staðfestir, at feløg skulu hava tikið lut í bæði vaksnamanna­ og ungdómskapping, um tey skulu hava atkvøðurætt á aðalfundinum. Í 1998 varð samsvarandi regla samtykt, men longu árið eftir varð hon aftur broytt. Álvur Danielsen, sum tá var formaður í Fram, kundi ikki greiða atkvøðu, men hann fekk sannført aðalfundin um, at tað rættasta var, um øll feløg sluppu at greiða atkvøðu. ­ Fyrst og fremst, so er tað sjálvandi ikki ein nøktandi støða, um tú bert sleppur at vera á aðalfundi sum eygleiðari. Eg greiddi frá, at tað kundi ikki vera rætt at hava ein aðalfund, har bert nakrir limir sleppa at greiða atkvøðu. Undir ÍSF hevur støðan altíð verið, at allir limir kunnu greiða atkvøðu, og tað sama er eisini galdandi, tá Føroyar eru á aðalfundi hjá UEFA ella FIFA. Har vigar okkar atkvøða nevnliga eins nógv, sum hon ger tað hjá Týsklandi ella Fraklandi. Tað vildi verið guff fyri Beckenbauer og aðrar, um teir vistu, hvussu atkvøðu­ rætturin nú er skipaður í Føroyum, sigur Álvur. UEFA og FIFA seta krøv Tá lógarverkið hjá FSF varð umlagt, var tað lógar­ og starvsnavndin hjá Fótbóltssambandinum, sum stóð fyri hesum arbeiði. Og um ítøkiliga málið sigur Ísak Mikladal, aðal­ skrivari, at hetta er í sam­ svari við tær altjóða reglur, sum eru á økinum. ­ Nevnda regla var ikki partur av standard­reglu­ num, sum vit fingu á enskum. Men tað hevur so verið mett, at hendan reglan skuldi verða galdandi í Føroyum., sigur Ísak Mikladal. ­ Og slíkar reglur eru als ikki ókendar innan FIFA og UEFA. Tey seta nevnliga eisini síni krøv, um vit skulu sleppa at greiða atkvøðu. Eitt av hesum krøvum er, at vit skulu taka lut við bæði A­ og U­landsliðum. Og tá tað kemur til peningaveit­ ingarnar, sum vit fáa frá hesum felagsskapuim, so eru eisini krøv um fjøl­ broytni við í hesum. Til dømis krevur FIFA, at ein avísur prosentpartur av teirra peningi skal nýtast til kvinnulandslið. ­ Og talan er eisini um ymiskar reglur hjá ymsu londunum. Eitt nú hevur Luksemburg eina skipan, har feløg hava atkvøðurætt í mun til, hvussu nógv lið tey hava við í kappingum. Gjørdu vit tað her heima, so høvdu tey stóru feløgini einsamøll havt meirilutan á aðalfundinum, men ta regluna hava vit so ikki nýtt, sigur Ísak Mikladal. Soleiðis sigur aðalskriv­ arin, at tað einki forgjørt er í, at rætturin at atkvøða er avmarkaður til tey feløg, sum hava meira enn tað eina liðið við í kappingini. Fram slapp ikki at atkvøða í ‘99 Nýggja lógarsettið hjá FSF merkir, at tað eru fýra feløg, ið ikki hava atkvøðurætt komandi leygardag Steypavinnarar móti meistarunum Talan verður um satt brak, tá fremstu liðini frá í fjør bresta saman í fyrsta umfarinum av steypakappingini í ár Undankappingin (8. mars) NÍF­MB Fram­Undri 1. umfar (15. mars) EB/S­NSÍ VB/S­AB ÍF­HB Fram/Undri­KÍ TB­NÍF/MB B36­Skála 07 Vestur­Víkingur B71­B68 1/4-finalur O7 Vestur/Víkingur­B36/Skála B71/B68­VB/S/AB EB/S/NSÍ­Fram/Undri/KÍ ÍF/HB­TB/NÍF/MN