Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 40 - 26. februar 2008 ] B36 hevur ikki fingið spæliloyvið hjá Magnusi Olsen frá B71. B36 hevur kært umsitingina hjá FSF í málinum, men B71 ákærir eisini B36 fyri ikki at halda seg til sáttmálareglurnar Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan er um rættiliga prinsi­ pielt mál, sum Aganevndin hjá FSF nú fær á borðið. Sum vit fyrr hava skrivað her í blaðnum, so metir B71, at B36 ólógliga hevur verið eftir Magnusi Olsen, sum er sáttmálabundin at B71. Í fyrsta lagi varð fráboðan um hetta send Starvsnevnd­ ini hjá Fótbóltssambandin­ um. Her varð málið tó ikki viðgjørt, tí Starvsnevndin metti, at B71 eigur at kæra hetta til Aganevndina. Og tað er júst tað, sum B71 nú fer at gera. ­ Endamálið hjá okkum er als ikki at forða einum spælara í at fara til eitt ann­ að felag, sigur Eli Hentze, sum er venjari hjá B71. ­ Men har eru nakrar regl­ ur galdandi á økinum. Talan er um spælara, sum er sátt­ málabundin við okkum, og tí eiga reglurnar á økinum at verða fylgdar. Verða tær ikki tað, so er eingin orsøk til at hava gókendar spæl­ arasáttmálar, sigur hann. B36 kærir FSF So leingi sum B71 hevur sáttmála við Magnus Olsen, hevur FSF ikki møguleika at útskriva nýtt spæliloyvi upp á spælaran. Hetta er eis­ ini orsøkin til, at FSF ikki vildi útflýggja spæliloyvið, tá B36 søkti um hetta í farnu viku. Fyri at spælarin ikki skal læsast undan evstamarkinum fyri spælaraflytingar, hevur B36 eisini kært umsitingina hjá FSF fyri ikki at vilja útskriva spæliloyvið. Í B36 meta tey, at reglurnar á økinum eru fylgdar. Millum annað hevur formaðurin áður ført fram, at tey hava verið í samband við formannin hjá B71, og at tey eftir hetta hava tosað við spælaran. Soleiðis hevur Aganevnd­ in fingið tvær kærur um sama mál. Og talan verður her um eina rættiliga prinsi­ piella avgerð, sum skal tak­ ast. 174 flytingar undan kapp­ ingarbyrjan 156 mannligir og 18 kvinnuligir fótbóltsleikarar skiftu felag í flyt­ ingarvindeygan­ um, ið lat aftur fríggjadagin. Ymsu feløgini royna at styrkja sær um hóparnar Fótbóltur Niels Petersen niels@sosialurin.fo Seinasta freist fyri spæl­ araskiftum millum fót­ bóltsfeløg var úti á mid­ nátt fríggjakvøldið. Áhugin fyri at flyta felag tykist vera rætti­ liga stórur, tí tá freistin var úti á midnátt fríggja­ kvøldið, hevði FSF skrásett 174 flytingar. Í veruleikanum er tal­ an um enn fleiri flytingar, tí 23 umsóknir liggja enn og bíða eftir at vera endaliga avgreiddar. Her er fyri tað mesta talan um leikarar, ið skulu hava spælaraloyvið flutt úr útlandinum til Føroyar. Hesar flytingar verða endaliga avgreiddar, tá spælaraloyvið er komið frá útlendska fótbólts­ sambandinum, og neyð­ ugu pappírini í sambandi við flytingina annars eru komin upp á pláss. Flytingarvindeygað letur upp aftur 16. juni og er opið til 21. juli. Tey liðini, ið vóru mest aktiv á marknaðin­ um hesaferð vóru: Hjá monnum: B36, við 21 flytingum Undri FF, við 15 flyting­ um HB, við 13 flyting­ um Nevnast kann at nýggja felagið VÍkingur framdi 9 flytingar Hjá kvinnunum vóru tað einamest ártalsfel­ øgini bæði, B68 og B36, ið høvdu ávíkavist 6 og 4 flytingar. Á fsf. fo er listi, har fullfíggjað yvirlit yvir flytingarnar er at síggja. Magnus í leysari luft Enn er spæliloyvið hjá Magnusi Olsen í B71. B36 fekk ikki loyvi at fáa spæliloyvið upp á spælaran, og hevur tí kært. B71 hevur eisini kært, tí teir meta B36 hava fiskað eftir spælaranum uttan fyri mark FSF­forsetin sigur, at inntøkurnar hjá felagsskapinum av sjónvarpsrættindum helst verða munandi størri í framtíðini Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ein ársroknskapur, sum sýnir eitt hall upp á nærum 2,2 mió kr. Hetta samstundis sum tað verður barslað við eini stadionætlan fyri 130 mió kr. Tað er kanska ikki so løg­ ið, um onkur klórar sær í nakkanum, tá Óli Holm í blaðnum í gjár staðfesti, at FSF als ikki líður nakra neyð peningaliga. Hava góða tíð Men forsetin sigur seg tó hava nakað at hava føgru orðini í. Fyrst og fremst, tí FSF hevur gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri at økja um inn­ tøkurnar frá sjónvarpsrætt­ indum. ­ Fyrst og fremst, so er tað ómetaliga týdningarmikið, at vit ikki blanda ímillum hug­ tøkini um rakstur og íløgur. Tey eru fullkomuliga hvør sítt. Serstakliga, tá vit til íløg­ ur hava atgongd til heilt aðrar upphæddir, enn vit annars kunnu fáa til raksturin. ­ Um sjónvarpsrættindini kann sigast, at hetta er ein prosess, sum hevur staðið við í fleiri ár. Vit hava kann­ að marknaðin og teir sátt­ málar, sum eru galdandi, rættiliga væl, og vit ivast ikki í, at inntøkurnar av hes­ um rættindum kunnu økjast heilt munandi. ­ Sum eg viðmerkti í gjár, so kundi hallið í rokn­ skapinum fyri 2007 lættliga verið vent til eitt yvirskot. Eitt nú stóð okkum í boði at skriva undir nýggjan sátt­ mála, tá vit vóru í Durban á FIFA­fundi, men vit hava valt at bíða. Hóast dialogur­ in millum okkum og Sport­ five hevur verið góður, so eru teir enn ikki heilt komn­ ir við einum útspæli, ið vit meta sum nøktandi. Og ver­ andi sáttmálin gongur tvey ár afturat, so vit hava góða tíð at samráðast í. Eg veit, at onnur lond hava kent seg kroyst til at skriva undir alt fyri eitt, men vit hava tryggj­ að okkum, at gjaldførið hjá felagsskapinum ikki verður hótt av hesum ávum,. ­ Høvdu vit hinvegin valt at skriva undir í Durban, so vildi hetta givið okkum ein sonevndan signe on­fee, og so hevði talan verið um hampuligt yvirskot í rokn­ skapinum. Men tað er als ikki víst, at hetta hevði ver­ ið besta loysnin í longdini, sigur Óli Holm. Avgerandi fyri raksturin Júst sjónvarpsrættindi eru annars tey, sum eru avger­ andi fyri raksturin hjá FSF, sigur Óli Holm. ­ Størsti parturin av inntøk­ unum hjá okkum kemur frá altjóða virkseminum. Men upphæddirnar frá UEFA og FIFA eru oyramerktar til landsliðsarbeiði ella til íløg­ ur. Tí er hetta ikki nakað, ið vit uttan víðari kunnu nýta til at menna heimliga fótbóltin. ­ Við sjónvarpsrættindun­ um er talan hinvegin um pening, ið vit púra einsa­ mallir ráða yvir. Megna vit at økja um hesar inntøkur, so ber eisini til hjá okkum at hjálpa heimligu feløgun­ um í størri mun. Júst tann partin síggja vit eisini sum ein av fremstu uppgávum okkara, og tí ræður um at geva tol og bíða, soleiðis at vit fáa best møguligu loysn­ ina, sigur Óli Holm. Samlaðu inntøkurnar hjá FSF vóru í 2007 20,9 mió kr. Av hesum komu 4,0 mió kr. frá sjónvarpsrættindum, harav 2,2 eru grundgjald fyri fyri A­landsliðið, og 1,8 mió kr. eru eykagjald fyri Italiu­dystin og gjald fyri U21­dystir. Stuðul frá UEFA og FIFA var 10,6 mió kr. Sjónvarpsrættindini nógv meira verd Everton best í Liverpool Manchester City mátti taka til takkar við 2­0 tapi á heimavølli móti Everton. Bláa Liverpool­felagið er nú aftur á fjórða plássinum í Premier League. Við tveimum málum í fyrra hálvleiki staðfesti Everton, at teir eru alt annað enn lættir at syfta í ár. Manchester City hevur annars staðið seg sera væl á heimavølli, men við málum frá Yakobu og Lescot í fyrra hálvleiki hálaði Everton trý sera týðandi stig heim. Sigurin lyftir Everton upp um grannarnar, Liverpool, í dystinum um fjórða plássið og atgongd til Champions League milliónirnar. Everton hevur tó spælt ein dyst meira. Dómararnir í Klaksvík Leygardagin verður árliga klaksvíkarkappingin í fótbólti spæld. KÍ hevur nú boðað frá, hvørjir dómarar skulu døma ymsu dystirnar. Fyrsti dysturin er klokkan 12.45 millum B36 og EB/Streym, og verður tað Dagfinn Olsen, sum tá skal døma. Klokkan 15.00 spæla KÍ og NSÍ, og verður tað Rúni Gaardbo, sum dømir tann dystin. Sunnudagin klokkan 12.45 er dystur um triðja plássið, og skal Jón Kári í Brekkuni døma hendan. Finalan er sunnudagin klokkan 15, og hana dømir Eiler Rasmussen.