týsdagur 26. februar 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Nr. 40 - 26. februar 2008
Vinnan
Vinnutíðindi í Sosialinum fast hvønn týsdag
– eisini aðrar dagar
Tveir føroyingar
eru við norska
veitingarskipinu
Olympic Progress,
sum siglir í
Miðalhavinum.
Vit hava fingið
hesa frásøgnina frá
Johan Moltu, sum er
HMS-motivator hjá
Olympic
OLJUVINNA
Johan Moltu
Olympic Progress
Tað er februar. Har norðuri
er tað kanska kalt nú. Í
Egyptalandi er heitt, sólríkir
dagar. Nakrar míl uttan fyri
havnarbýin Aleksandria er
norski
veitingarbáturin,
Olympic Prigress við mann
ing til arbeiðis. Uppgávan
er at flyta farm úr havnini
til tríggjar boripallar. Hesir
liggja nakrar tímar úr landi.
Arbeiðsviðurskiftini
eru
sera góð. Tað er bara ein
svalur vindur og næstan
blikalogn.
Olympic Progress er eitt
vanligt supplyskip. Tað er
av slagnum UT755 LN.
Skipið er skrásett í Fosnavåg
í Sunmøre í Noreg. Mann
ingin er úr Norðurnoreg, av
Vesturlandinum og úr Før
oyum. Ellivu eru í hvørjari
manning.
Tveir mans eru úr Før
oyum. Tað eru 1. stýrimaður,
Kajsten Julian Lognberg,
og 1. maskinistur, Petur
Skeel Dahl.
Petur er 32 ára gamal,
giftur og hevur trý børn
heima í Hoyvík. Har hevur
hann bygt nýggj hús og er
so glaður fyri heimstaðin,
at tað at flyta hagani kemur
ikki upp á tal. Hann hevur
starvast eitt ár í Orminum
Langa – verkætlanini á
Aukra í Norðurnoreg. Tá
sum rørsmiður. Heima í Før
oyum hevur hann siglt sum
maskinistur við rækjutrolara
og ferjum millum oyggjar
nar. Petur leitaði eftir spenn
ingi og nýggjum avbjóðing
um. Tí fór hann til Noregs,
har stórur tørvur er á
arbeiðsmegi bæði á sjógvi
og landi.
Heima í Føroyum hevði
Petur hoyrt, at norðmenn
vóru so stórir upp á tað.
Hann helt, at tað var so
leiðis, og tí gjørdist hann
ikki sørt bilsin, tá hann sá,
at starvsfelagarnir vóru sera
fittir. Petur heldur, at or
søkin kann vera harði poli
tikkurin hjá norðmonnum,
tá tað snýr seg um at verja
fiskimarkið.
At starvast umborð á
Olympic Progress passar
Peturi sera væl. Báturin er
nýggjur, umbvørvið umborð
er gott, og lønin er fín.
Kajsten Julian Lognberg
hevur í trý ár siglt sum stýri
maður
við
reiðarínum
Olympic
Prawn.
Hann
byrjaði sum fiskimaður, tá
hann var sekstan ára gamal
og hevur starvast á sjónum
í 30 ár. Hann býr saman við
konu og fýra børnum á
Argjum. Eisini hann er sera
glaður fyri heimið og kundi
ikki droymt um at flutt
hagani.
Hóast norðmenn eru fittir
at arebiða saman við, er
hann fegin um at hava Petur
á sama báti. Teir báðir
kunnu práta um heimlig
viðurskifti, og tað er ein fín
avveksling til vanliga prátið
umborð.
Norsku matvanarnir eru
øðrvísi enn teir føroysku.
Teir
báðir
vinmenninir
vildu fegnir havt vanliga
føroyska matin. Men tað
fáa teir ikki her umbroð, og
tað eru teir kortini nøgdir
við.
At koma frá ísinum við
Svalbard til Miðalhavið
heldur Kajsten vera eina
sera
góða
avveksling.
Rækjufiskiskapurin í Norð
urísinum hevur sína sjarmu,
men eftir øll hesi árini við
kulda, er tað sera gott at
koma í heita vindin sunnan
úr Afrika. Tað heldur Kaj
sten vera gott fyri bæði sinn
og skinn.
Eftir at hava verið í Norð
sjónum í 2007 eru teir spent
ir upp á at vera her í hitanum
í 2008. Hetta er eitt nýtt
kapittul hjá hesum báðum
sympatisku føroyingunum,
ið norsku starvsfelagarnir
halda sera nógv av, skrivar
John Moltu, sum er HMS
motivator hjá Olympic.
Kajsten og Petur á »Olympic
Progress« í Egyptalandi
Petur Skeel Dahl og Kajsten Julian Lognberg sigla við norska veitingarskipinum Olympic Progress í Miðalhavinum. Petur sum 1. maskinistur og Kajsten sum
1. stýrimaður
Norska veitingarskipið Olympic Progress siglir millum havnar í Egyptalandi og tríggjar
boripallar, sum eru fáar tímar úr landi