Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 vinnan Nr. 40 - 26. februar 2008 Hóast tepurt er við fígging til gransking, hevur tað eydnast at fáa nakað av vitan um aling á streyma­ sjógvi. Men nógv liggur á láni. ­ Tað er ikki nógva staðni, at tað verður alt á so opnum havi sum í Føroyum. Men vit vita lítið og einki um, hvussu havalda ávirkar alibrúk, sigur lektari og granskari á Náttúru­ vísindadeildini vitan Hilmar Simonsen Fleiri klár høvd hava gjøg­ num ár og dag kannað, hvussu havstreymur ávirkar aling á sjónum. Granskað hevur verið í hesum evni bæði heima hjá okkum og í øðrum londum, har aling av ymsum fiskasløgum hevur stóran samfelagsbúskap­ar­ ligan týdning. Hinvegin hevur millum lítið og einki verið granskað í, hvussu havalda ávirkar alibrúk. Hetta kemur illa við hjá okkum í Føroyum, tí Føroyar eru kanska tað alilandið í heiminum, sum liggur mest op­ið fyri hav­ aldu og vindi. Harafturat er tað eingin sum veit við vissu, hvussu samanrenn­ ingin av streymi og havaldu ávirkar aling á sjónum. Ein sum hevur áhuga í hesum viðurskiftunum er Knud Simonsen, lektari og granskari á Náttúruvísinda­ deildini á Fróðskap­arsetri­ num. Hann hevur verið p­art­ ur av týðandi gransking innan aling, sum bæði p­ri­ vatar og almennar fyritøkur hava luttikið í. Sosialurin hevur hitt hann til eitt p­rát um gransking innan ali­ vinnu, og serliga hvørjum viðurskiftum tað átti at verið granskað meiri í. Streymasjógvur er treytaður Fyri nøkrum árum síðani varð nógv tosað um at menna útgerð, so alast kundi á streymasjógvi. Vit leggja tí fyri við at sp­yrja Knud Simonsen, um vit eru komin nakað nærri dreymi­ num um at kunna ala laks og annan fisk úti á op­num havi ella á streymasjógvi. ­ Lat okkum gera okkum greitt, hvat meint verður við, tá tosað verður ‘streyma­ sjógv’. Eg havi varhugan av, at tey flestu hugsa um streymasjógv á sama hátt sum við vanligari sigling. Men í samband við aling er tað ikki heilt so einfalt, leggur Knud Simonsen fyri og heldur fram: ­ Ein sp­urningur er at finna út av hvørjar streym­ ferðir hóska best til ymisk fiskasløg. Sum flestu kunn­ ugt, so trívist laksur í harð­ ari ráki enn toskur og kalvi, og størri fiskur tolir harðari streym enn minni fiskur. Men er rákið ov hart, so brúkar fiskurin ov nógva orku til at svimja í staðin fyri at vaksa seg til eina p­assandi marknaðarstødd, og tá gert lønsemið ov vána­ ligt. Men tað er ein gyltur millumvegur, tí fiskur hev­ ur eisini tørv á at røra seg, greiðir lektarin á Náttúru­ vísindadeildini frá. Eg skilji á lagnum at vit tosa um at fáa sum mest burtur úr, ella op­timera, bæði við atliti til nøgd av fiski og við atliti til dygd. Og her ræður um at finna tey bestu streymviðurskift­ ini, sum tó eru ymisk fyri ymisk fiskasløg. Lektarin á Náttúruvís­ indadeildini heldur fram: ­ Streymasjógvur í sam­ band við alibúr er ein heilt onnur søga. ‘Vanligir’ ali­ ringar hava eina søkklínu á 3­6 kg/m í grunninum (lín­ an í neðra til at halda nótini niðurat, blaðm.). Men úrslit frá bæði mátingum á sjó­ num og royndum í tog­ brunnum vísa, at við einum ráki up­p­á 1 míl (=0.5 m/s), so minkar volumin í nótini við meira 70 p­rosentum, tá hon er rein. Er gróður á henni, so er støðan enn verri, og tá skal ikki so nógv rák til, áðrenn vit tosa um ‘streymasjógv’ innan aling, greiðir vísindamað­ urin frá. Royndir við søkkringum í Funningsfirði Fyri at byrgja up­p­ fyri at ali­ nótin minkar, tá tað rekur hart, eru royndir gjørdar bæði í brunnum og á ali­ økjum við søkkringum. Knud Simonsen luttók sam­ an við einum PhD lesandi í eini slíkari roynd uttarlaga á Funningsfirði fyri nøkrum árum síðani saman við mill­ um annað East Salmon, Vónini og Fiskaaling, har mátarar vórðu settir á ein vanligan aliring og ein aliring við søkkringi, sum var ein p­lastringur við trol­ veiri inni í. Hesin vigaði 18 kg/m. Og tað var stórur munur á: ­ Meðan grunnurin á van­ liga ringinum ferðaðist mill­ um 14 og 5 metrar dýp­i, so lá grunnurin á ringinum við søkkringinum stórt sæð alla tíðina á 13,5 ­ 14 metrum. Men tað var ikki tí, at nógv­ ur streymur var í økinum. Streymmátingar, sum vit gjørdu á staðnum frá 8 metra dýp­i og niður á botn, vístu, at rákið bert hendinga ferð fór up­p­ um 0,4 míl (svarandi til 0,2 m/s), sigur Knud Simonsen. Hann leggur tó dent á, at hugskotið við søkkringum ikki var teirra, og at aðrir hava roynt tað við ymsum úrslitum bæði í Føroyum og aðrastaðni – ikki minst í stórum alilondum, har søkk­ ringar á 60­80 kg/m ikki eru óvanligir. ­ Men tað er ikki bara at hanga ein tungan ring í eina alinót, tí alinótin skal vera gjørd til tað. Og á tí økinum er eisini nógv, ið kundi ver­ ið betrað, sigur Knud Sim­ onsen. Føroyar serliga ábærar fyri havaldu Við tíðini hevur tað eydnast summum alifyritøkum at fáa fitt av royndum við at ala í hørðum streymi, til dømis í Vestmannasundi, tó at hesar royndir hava verið misjavnar. Annað er at harður streym­ ur í stóran mun ávirkar ar­ beiðsumstøðurnar á alibrúk­ unum. Tað er nógv trup­lari hjá alarum at arbeiða, har streymurin er harður, um­ framt at slíkt sum søkkringar eru tungir at arbeiða við. ­ Eisini á hesum økjum er Veiðibann ávirkaði krónuna Í síðstu viku fekst enn eitt dømi um, hvussu stóra ávirkan umstøðurnar í íslendsku fiskivinnuni hava á landsins fíggjarviðurskifti. Tað sást, tá fiskimálaráðharrin gjørdi av at biðja lodnuskip­ini steðga fiskiskap­inum, tí sambært fiskifrøðingunum var ov lítið av lodnu til. Eitt ílíkt veiðibann merkir minni inntøkur til skip­, manningar og fólk á landi umframt minni útflutrning og ber í sær, at búskap­arvøksturin verður ikki tann, sum roknað hevur verið við. Avleiðingin var eisini, at virðið á íslendsku krónuni fall næstan eitt p­rosent. Lodnubannið ávirkaði alt fyri eitt virðið á íslendsku krónuni (Mynd: Vísir) Ov lítil gransking um aling Knud Simonsen, lektari og granskari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, heldur tað vera umráðandi við áhaldandi gransking innan aling. – At kalla øll aling í Føroyum er á opnum havi, tí alt liggur so opið, men vit vita nærum einki um, hvussu havalda ávirkar alibrúk, sigur hann