týsdagur 26. februar 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
vinnan
Nr. 40 - 26. februar 2008
nógv at arbeiða víðari við
og granska meiri í, vísir
Knud Simonsen á.
Tá alt kemur til alt, so
krevur tað lutfalsliga lítið at
granska í aling á streyma
sjógvi,
tí
nógv
verður
granskað í hesum sama í
útlondum. Tí kunnu gransk
ingarúrslit úr øðrum lond
um brúkast her heima, og
øvut. Hinvegin sær øðrvísi
út við gransking innan aling
á opnum havi, har tað er
havalda og vindur sum er
størsta avbjóðingin.
Ja, vit hava higartil bert
tosað um ávirkan av streymi
á alibrúk. Men veruleikin
er, at flestu aliøkir í Føroy
um liggja rættuliga opin
fyri havaldu, og har er ikki
nógv gransking framd enn.
Á hesum økinum er heldur
ikki so nógv at heinta í
útlandinum, tí tað er ikki
nógvastaðni, at fiskur verð
ur aldur á so opnum havi
sum í Føroyum, sigur Knud
Simonsen.
Og spyrt tú hann, so er
hann ikki seinur at geva til
kennar, at meiri átti at verið
granskað í Føroyum, ikki
minst innan aling.
Trupuleikin er, at orka
bert er til, at granskingin
anir. Okkum hevur eydnast
at útvega nakað av fígging,
og burturúr tí hava vit
megnað at útbúgva nakrar
PhD’arar, sum hava útvegað
eina rúgvu av vitan. Hesa
vitanina skuldu vit gjarna
fingið nyttu av í samfelag
num, men spurningurin er
so, hvat skal henda víðari.
Fyri okkum á Fróðskap
arsetrinum er umráðandi at
hava framhald í gransking
ini, so vit ikki skulu byrja
av nýggjum, tá ein PhD’ari
er liðugur og farin hiðani.
Og her snýr tað seg um at
fáa fígging til framhaldandi
gransking.
Fyri PhD’ararnar er
spurningurin, hvar teir fáa
starv og fáa brúkt sína vit
an. Tí spurningurin er eis
ini, um vinnan í Føroyum
er ‘gearað’ til at satsa upp á
framleiðslu, sum verður
drivin av granskingarúrslit
um, vísir Knud Simonsen,
lektari
og
granskari
á
Náttúruvísindadeildini, á,
samstundis sum hann fegn
ast um, at ein PhD’ari júst
er blivin settur í starv hjá
Fiskaaling.
PhD-verkætlanir
innan aling
Í PhDverkætlani hjá sær hevur Oystein Patursson
gjørt mátingar av hvussu alinótir standa, bæði á
sjónum og í royndarbrunnum. PhDverkætlanin er
eitt samstarv millum univeristetið í New Hampshire
og Fróðskaparsetrið, og harumframt hevur Øystein
gjørt nakrar av sínum mátingum í stóra
royndarbrunninum hjá US Naval Academy í
Baltimore.
Hann brúkar sínar mátingar til at bøta um
numerisk modell, sum kunnu rokna út, hvussu rák
ávirkar eina alinót. Eisini verður roknað út, hvussu
rákið sjálvt verður ávirkað av alinótum, tað vil siga,
hvussu nógv rák fer ígjøgnum nótina, og hvussu
stórur partur fer uttanum nótina.
Hetta hevur týdning fyri súrevnistilgongdina í
einum ringi og ikki minst, hvussu nógv rák, og
harvið súrevni, kemur til ringin ið liggur aftanfyri,
greiðir Knud Simonsen, sum er vegleiðari hjá
Oysteini Patursyni, frá.
Oystein Patursson er um at vera liðugur við sína
PhDritgerð og skal verja hana á Universitetinum í
New Hampshire í næstum.
Bárður Niclassen hevur gjørt eina PhDverkætlan,
sum varð latin inn og vard á Fróðskaparsetrinum á
vári í fjør, ið kann fáa týdning fyri føroyskar alarar.
Hann gjørdi eitt nummeriskt aldumodel fyri
Føroyaleiðirnar. Alduviðurskifti hava stóra ávirkan á
aliútgerð og hvussu nógv, útgerðin skal tola.
Harafturat hava alduviðurskifti eisini ávirkan á
umstøðurnar hjá fiskinum at trívast. Nú arbeiðir
Bárður við eini aðrari verkætlan, ið er fíggjað av
Granskingarráðnum og Fiskivinnuroyndum, sum
millum annað snýr seg um at kanna hvørja ávirkan
alda uttan av havi hevur á resuspensión
(resuspentión merkir, at leivdir frá alingini, sum
hava fest seg á botnin, loysna).
Gunnvør á Norði, ið dagliga starvast á Fiskirann
sóknarstovuni, ger eina PhDverkætlan, har hon
kannar, hvat hendir undir einum alibrúki, og hvussu
aling ávirkar umhvørvi í sjónum og niðri á botni.
Vegleiðari hjá henni er Eilif Gård, lívfrøðingur á
Fiskirannsóknarstovuni, sum eisini er adjungeraður
lektari á Náttúruvísindadeildini.
Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur og lærari á
Náttúruvísindadeildini, fremur viðkomandi
gransking um vakstrareginleikarnar hjá toskinum á
Føroya Banka. Hann er helst ein teirra, sum hevur
hollastu vitanina um vakstrareginleikarnar hjá
hesum serstaka toskaslagnum. Hetta kann fáa stóran
týdning í framtíðar aling av toski, tí tað er longu
kent, at toskurin á Føroya Banka er eitt serstakt slag,
sum hevur serligar eginleikar at vaksa skjótt.
Flokkan av aliøkjum
Í Noregi er ein ‘Norsk Standard’, har aliøkir verða
flokkað í mun til streym og aldu. Fyri hvønn flokk
verða ávís krøv sett til útgerðina. Fyri alinótir eru
krøv til konstruktión, til dømis tal av upphálarum,
og styrkið á neti og togum. Fyri at ala á einum øki
eru krøv um, at útgerðin er góðkend av einum
góðkennandi felagi.
Knud Simonsen ímyndar sær, at líknandi flokkan
kundi verið gjørd fyri Føroyar.
Til dømis hevur verið arbeitt við at simulera
sjóvarfall, og í PhD-verkætlanini hjá Bárði Niclas-
sen varð eitt aldumodel tillagað føroyska økið, so
møguleiki er at gera kort fyri allar Føroyar grundað
á teldusimuleringar.
- Fyri at tryggja sær at hesi modellúrslitini eru
álítandi, so er neyðugt at samanbera við mátingar.
Har hava stovnar sum Fiskirannsóknarstovan,
Landsverk, Náttúruvísindadeildin umframt alarar
sjálvir heilt fitt av streymmátingum, meðan meiri
vantar í fyri at fáa sama kunnleika til alduviðurskifti,
vísir Knud Simonsen á.
Nógvur fiskur í Hetlandi
Tað kemur altsamt meiri fiskur upp á land í Hetlandi. Í síðstu viku komu 7.445
kassar ígjøgnum landingarskipanina, sum er tað mesta, síðani hetlendingar
fingu elektroniska uppboðssøluskipan fyri skjótt fimm árum síðani í juli í 2003.
Tað gamla metið var annars frá mars í 2006, tá 6.379 kassar komu upp á land í
einari viku. At meiri fiskur kemur upp á land í Hetlandi hevur samband við, at
hetlendingar hava fingið fleiri ísfiskaskip afturat síðani seinasta summar,
samstundis sum fiskaprísurin hevur verið hækkandi.
Hetlendingar hava fingið fleiri ísfiskaskip
afturat síðani í fjør (Mynd: Shetland Times)
á opnum havi
Tilvildarlig savnsmynd