Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 40 - 26. februar 2008 3. útbjóðing í Føroyum bíðar eftir endaligari viðgerð í tinginum Útbjóðing Jan Müller jan@sosialurin.fo Um somu tíð sum 3. útbjóð­ ing á føroyska landgrunni­ num liggur og bíðar eftir endaligu viðgerðini í løg­ tinginum leggja bretskir vinnumyndugleikar nú út við tí 25. útbjóðingini á bretska landgrunninum. Eitt øgiligt tal av teigum, 2.297 verður boðið út og verður hetta tikið sum tekin um, at bretar helst síggja, at oljufeløg raðfesta bretska landgrunnin hægri og gera sítt til at gera fund, sum aft­ ur kunnu gera stóra bretska eftirspurningin eftir olju og gassi minni heftan av út­ landinum í framtíðini. Út­ bjóðingin fevnir eisini um fleiri teigar, sum vórðu latn­ ir í 2007 men sum oljufeløg ikki hava gjørt nakað við og tí eru endaðir aftur hjá myndugleikunum. Bretar hava sett feløgunum strang­ ari krøv um tíðina tey hava til at búna loyvi til boring men hava samtíðis eisini givið feløgum, sum veruliga vilja nakað fyrimunir skilst. Bretski orkumálaráðharrin, John Hutton sigur, at nýggja útbjóðingin fevnir eisini um øki, har oljuleiting ikki hevur verið áður, eitt nú vestan fyri Hebridurnar. – Hetta skal skiljast sum at vit veruliga hava eitt ynski um, at allur landgrunnurin verður kannaður fyri at økja um kolvetnisgoymslurnar sigur Hutton við North Sea Lettter. Freistin at lata inn umsóknir er 21. mai. 3. útbjóðing í Føroyum Í Føroyum verður í løtuni bíðað eftir, at uppskotið til 3. útbjóðing kann vera enda­ liga avgreitt. Tað var til 1. viðgerð í tingimum, áðrenn løgmaður gjørdi av at skriva út val. Nú liggur tað so í nevnd og bíðar eftir at verða endaliga samtykt. Petur Joensen, stjóri í Jarðfeingi sigur seg vóna, at uppskotið skjótt kemur aftur á ting­ borð, soleiðis at teir kunnu lata loyvisumfarið upp fyri oljufeløgunum. Valið hevur so seinkað hesum nakað men stjórin í Jarðfeingi heldur ikki, at hetta fer at skaða útbjóðingina. Bara hon kann fáast av bakka­ stokki í næstum, so skuldi borið til at almannakunngjørt útbjóðingina skjótast, so­ leiðis at feløgini kunnu fáa endaliga fráboðan í summar ella í heyst. Bretar bjóða nýggj øki út til oljuleiting Skrá: 09.00 Skráseting og morgunmatur 09.30 Vælkomin 09.35 Løgmaður setir ráðstevnuna 09.45 Shipping: Ein global vinna Jan Frits Hansen, varastjóri, Danmarks Rederiforening 10.15 Samstarv er neyðugt Klaus Kjærulff, CEO, Torm A/S 10.45 Stuttur steðgur 11.15 Uppkeyp og skráseting av einum reiðaríi John Rajani, leiðari fyri Corporate Finance í Føroya Banka 11.45 Frálandavinna: Soleiðis gera vit Anne Jorunn Møkster, CEO, Simon Møkster Shipping 12.15 Døgurðasteðgur 13.30 Frálandavinna: Vinnuøki fyri føroyingar? Albertus Zwiers, tekniskur stjóri, Mærsk Supply Service 14.00 Innveiting av tænastum Lassi Borðoy, stjóri, Sjóvinnudepilin CMM 14.30 Kaffisteðgur 15.00 Framløga av vinnumøguleikum: FAS Ólavur Gregersen, stjóri, Bitland 15.30 Er FAS-skipanin ein veruligur møguleiki? Vilhjálmur Gregoriussen, stjóri, Skipaeftirlitið 16.00 Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum endar ráðstevnuna Saman leggja vit lunnar undir nýggja vinnu Norðurlandahúsið 7. mars Stuðlar: Føroya Banki, Reiðarafelagið fyri farmaskip, Sjóvinnudepilin, Supply Service, Thor, Statoil, BP, Team beredskab. Tekning á www.industry.fo