Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 vinnan Nr. 40 - 26. februar 2008 FISKAALING P/F Aquaculture Research Station of the Faroes VISJÓN FISKAALINGS er at skapa eitt altjóða granskingarumhvørvi, sum við gransking og menning víðkar vitanarstøðið, við tí endamáli at økja um dygdina í alingini. Felagið leggur dent á altjóða granskingarsamstarv við granskingar- stovnar og vinnulív. Høvuðsgranskingarøkini, vit ynskja at menna, eru: • Aling av fiski og øðrum sjódjórasløgum • Gen- og biotøkni • Fóður, vatn og framleiðsluhættir • Betri matvørugóðsku úr aldum fiski • Fiskaheilsa og aliumhvørvið Áhugin fyri toskaaling er vaksin munandi tey seinastu árini í londunum rundan um okkum. Fiskaaling hevur tí ment eina royndarframleiðslu av yngli undan toski av føroyabanka, ið er kendur fyri sínar góðu vakstrareginleikar og góðu eginleikar annars. Genetiskir eginleikar og vakstrareginleikar hjá toski av føroyabanka og landgrunninum verða nú nærri kannaðir í nýggjari Ph.D.-verkætlan »Genetic studies of Atlantic Cod«. Vit menna royndar- og starvsstovuumstøður til altjóða støði. Innan gen- og biotøkni hevur Fiskaaling ment framkomna starvsstovu við útgerð til genkanningar av føroyskum alitilfari. Útgerðin umfatar: AB 3130 XL genetic analyzer, Biomek 3000 robot, Maxwell 16 DNA FISKAALING P/F FISKAALING Vit menna Aligransking isoleringsmaskinu, og tvær GStorm GS1 PCR maskinur. Nú verður starvsstovan eisini ment til góðskukanningar av aldum fiski við einum texture analyzer og øðrum tólum. Næsta stig er ein menning av granskingini innan framleiðsluhættir og aliumhvørvið við feltroyndum og teldumodellum. Á Fiskaaling starvast tríggir granskarar við granskaraútbúgving (Ph.D.), ein Ph.D.-lesandi, umframt tvey fólk við kandidatútbúgving. Eisini eru tveir granskarar uttanlands knýttir til felagið. Harumframt starvast 16 fólk við drúgvum royndum og ymiskum útbúgvingum innan røkt, kynbótararbeiði og framleiðslu. Fiskaaling framleiðir í løtuni tosk, síl og laks og selur rogn og yngul til føroysku alivinnuna. Fiskaaling Pf. · við Áir · FO-430 Hvalvík · Tel. +298 474747 · Faks +298 474748 · E-mail fiskaaling@fiskaaling.fo · www.fiskaaling.fo Á Bakkafrost fæst fyrsta floks laksur Laksur minkar vandan fyri diabetis. Fiskur við høgum innihaldi av Omega-3 feitsýrum minkar vandan fyri diabetis, sum er almanna- kunngjørt í the Journal of the American Midical Association (JAMA). Sagt verður, at fiskur sum hevur høgt innihald av Omega-3 feittsýrum minkar vandan hjá børnum at menna typu-1 diabetis við 55% Laksur frá Bakkafrost hevur 3,3g av Omega-3 feittsýrum per 100g av laksi Royktar vakumpakkaðar síður Frystar laksapotiónir 250g 125,- 22,50 Bakkafrost - Bakkavegur 9 l FO-625 Glyvrar l Faroe Islands l Tel +298 40 50 00 l Fax +298 40 50 09 l bakkafrost@bakkafrost.com fyri pakkan