týsdagur 26. februar 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
vinnan
Nr. 40 - 26. februar 2008
Suðurkoreranar vitjaðu Jarðfeingi
Nú um dagarnar fekk føroyska oljufyrisitingin Jarðfeingi heldur sjáldsama vitjan. Fleiri fólk frá
suðurkoreanska oljufelagnum STX úr Seoul komu inn á gólvið í Hoyvík at avgreiða umsókn um
keyp av loyvisparti hjá SHELL í leitiloyvinummWilliam har suðuri á landgrunninum. Petur
Joensen, stjóri í Jarðfeingi váttar, at teir hava havt suðurkoreanar á vitjan og at hetta snúði seg um
keyp av parti hjá SHELL í leitiloyinum, har Williambrunnurin verður boraður í løtuni. Herfyri
kom fram, at suðurkoreanska felagið hevði samráðingar við SHELL um at keypa ein part av tess
luti í William. Eisini eitt annað felag í fjareysturi, japanska oljufelagið, Sieco hevur keypt seg inn
í leitiloyvi á føroyska landgrunninum. (Jan)
- Vanliga er toskur
eini 3 ára gamal og
millum 55-60 sen-
timetrar langur,
áðrenn hann gerst
kynsbúgvin, men í
alingini gongur alt
nógv skjótari fyri seg.
Tí er ein ávísur vandi
fyri, at fiskurin gerst
kynsbúgvin fyri tøku,
og tá gerst vinnan
minni lønandi, sigur
Poul Vestergaard, sum
starvast hjá Fiskaal-
ing
Toskaaling
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á aliráðstevnuni, sum verð
ur á Hotel Føroyum fríggja
dagin, fer Ingolf Joensen,
stjóri á Fiskaaling, at kunna
um toskaaling í Føroyum
higartil.
Aliráðstevnan
byrjar
klokkan 8.30 og heldur
fram til umleið klokkan
16.15. Høvuðsdentur verð
ur lagdur á, hvussu alivinn
an kann optimalisera sína
framleiðslu av laksi fram til
tøku av fiskinum. Eftir fyri
lestrarnar, sum verða fleiri í
tali og koma at snúgva seg
um mong ymisk viðurskifti
innan aling, verður døgurði
fyri luttakarunum.
Gongur væl
Poul Vestergaard, sum starv
ast hjá Fiskaaling, sigur, at
meðan tað hevur gingið
heldur striltið við framleiðs
lu av toskasmolti, er gongd
in við sjálvari toskaalingini
í nótum á Árnafirði og í
kørum í Hvalba á leið
soleiðis, sum væntandi hev
ur verið.
Á Árnafirði, har Faroe
Salmon eigur alibrúkið,
svimja umleið 100.000 fisk
ar undan toski av Føroya
banka í nótum – og í Hval
ba, har Faroe Cod Farming
eigur virksemið, svimja út
við 40.000 fiskar í kørum.
30.000 eru undan toski av
Føroyabanka og 10.000 und
an toski av landgrunninum.
Í vikuni fara 40.000 toska
smolt undan toski av Før
oyabanka aftrat til Hvalb
iar.
Tað gekk eitt sindur gal
ið við smoltframleiðsluni í
fjør, har tað ikki eydnaðist
so væl við startfóðringini,
men vit satsa upp á, at tað
verður betri í ár.
Poul sigur, at tað liggur
ikki í kortunum, at fleiri
toskasmolt skulu setast úr á
Árnafiðri í ár, men hinvegin
skulu nevndu 40.000 setast
út í kørini í Hvalba.
Ymiskar umstøður
Tað var um hálvan desember
í 2006, at fiskur varð settur
út í Árnafirði, meðan hvalb
ingar settu sín fisk út seint í
januar mánaða í 2007.
Fiskurin hevur soleiðis
sama aldur, men smoltini,
sum vórðu sett út í Hvalba,
vóru nakað størri, tí tey
vóru tað eldri.
Í Hvalba hava teir havt
ávísar tekniskar trupulleik
ar, sum væntandi eru í byrj
anini av slíkari aling, og tí
hevur vøksturin kanska ikki
verið hin optimali.
Samamumtikið kunnu
vit tó siga, at vøksturin
bæði á Árnafirði og í Hval
ba hevur verið brúkiligur –
fyri ikki at siga heilt góður,
sigur Poul, sum kortini ikki
kennir alla gongdina í smá
lutum.
Hann vísir á, at toskur
sum alifiskur er soleiðis hát
taður, at sær hann eitt hol í
nótini, rýmir hann. Hinvegin
kann laksur svimja í ring –
og er ikki so skjótur at
rýma.
Í Hvalba er eingin vandi
fyri, at fiskur rýmir, men
hinvegin kostar virksemið í
pumping og hiting av sjóg
vi. Tú ert nærri fiskinum og
sært alla tíðina, hvussu
gongdin er. Eisini ber til at
stýra hitanum í sjónum bet
ri. Á Árnafirði er fóðringin
sjálvvirkandi, og har síggja
teir eisini fiskin um kamera
og á teldu.
Fiskur, sum er aldur í kør
um í Hvalba, er royndur á
matstovu í Havn og sum
skilst,
royndist
fiskurin
væl.
Takast í heyst
Poul Vestergaard sigur, at
fiskurin, sum settur varð út
á Árnafirði og í Hvalba fyri
góðum ári síðan, nú vigar
stívliga 4 pund.
Gongst, sum ætlað, vig
ar hesin fiskur stívliga 8
pund í august, og tá kann
hann takast, um eingi óhapp
verða.
Tað verður helst torført at
siga nakað neyvt um gongd
ina í hesi royndartíðini, fyrr
enn vit koma longur út á
árið, og úrslitini av hesi
fyrstu útseting fyriliggja.
Eg vóni sjálvsagt, at
alingin av toski, sum nú er
byrjað á Árnafirði og í Hval
ba, fer at halda fram, og vit
vita einki annað enn, at so
verður.
Poul væntar, at sum tíðin
gongur, og kunnleikin um
toskaaling í Føroyum gerst
størri, fara enn fleiri at vísa
hesum nýggja møguleika
áhuga.
Tá ið hetta er fyrstu
ferð, at toskaaling verður
roynd í so stóran mun í Før
oyum, er væntandi, at
ymisk viðurskifti koma at
gera seg galdandi, sum
loysnir mugu finnast fyri.
Kynsbúning
Poul sigur, at ein trupulleiki,
sum teir, ið fáast við toska
aling, hava at dragast við,
er kynsbúningin.
Kynsbúningin hevur ver
ið ein trupulleiki, eisini í
londunum uttanum okkum,
Føroysk toskaaling:
Úrslitini fara at síggjast til
Poul Vestergaard, sum starvast hjá Fiskaaling, sigur, at meðan tað hevur gingið heldur striltið við framleiðslu av toskasmolti, er
gongdin við sjálvari toskaalingini í nótum á Árnafirði og í kørum í Hvalba á leið soleiðis, sum væntandi hevur verið
Mynd: Fiskaaling