Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-26, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 vinnan Nr. 40 - 26. februar 2008 Tað serstaka við teimum smærru ringunum er, at fiskurin ikki er viðgjørdur ímó­ti ILA-sjúkuni. Eygu verða kortini hildin við honum, á sama hátt sum við teimum hundraðtúsund- tals fiskunum í hinum ringu- num. Í dag man tann størsti fiskurin verða vaksin til meiri enn 2 kilo. Gongst sum ætlað verður hann slaktaður í summar. Tá skuldi hann helst vig- að tað dupulta. Ein runda Arbeiðsdagurin hjá Mikkja- li og báðum starvsfelagum hansara byrjar, sum hjá so mongum øðrum í landi, klokkan átta um morgunin. Tá fara teir við reyðmál- aða alibátinum tann stutta teinin út til ringarnar, fyri at vissa seg um, at alt er sum tað skal vera frá morgunstundini av. Fyri teir er ikki spurningur um, hvus- su veðrið skikkar sær. - Ja, vit mugu bara avstað, og so er líkamikið hvussu veðrið skikkar sær. - Vit sigla fyrst eina run- du kring allar ringarnar fyri at tjekka, um nakað er áfatt ella er hent, meðan vit hava verið burtur, greiðir Mikkjal frá. Tá hetta eftirlitið er lið- ugt, verður lagt at við tann stó­ra og serbygda aliflakan, sum síðani er teirra arbeiðs- stað restina av degnum. Ikki liggja deyður Í gjáramorgunin var somu- leiðis lagt frá landi til ásetta tíð, men fyrraparturin gjørd- ist eitt sindur ó­drúgvur. Teir fingu fyrst vitjan av fó­lki frá skipasmiðjuni, sum skul- du gera okkurt arbeiði umborð. Eftir døgurða fingu teir heldur ikki frið at útinna arbeiðið teirra, tí tá komu umboð fyri tíðindatænast- una umborð! - Í morgun løgdu vit mer- ki til, at ein luftslanga til “liftup-arin” var lopin av. Hetta arbeiðið máttu vit fáa bøtt um rættiliga skjó­tt, tí annars kundu vit ikki taka tann deyða fiskin upp úr ringunum. - Vit plaga at taka tann deyða fiskin upp hvønn dag – onkutíð tó­ annanhvønn dag. Tað skal helst ikki gan- ga meiri enn tveir dagar ímillum, tí hann skal ikki liggja deyður ov leingi í ringinum, greiðir Mikkjal frá. Ger fiskurin tað, kann tað vera eitt gott agn og høvi hjá kó­pi at nærkast aliring- inum. Tjekkað alt Umborð á flakanum finst tann stó­ra fó­ðurgoymslan, umframt ein hó­p av útgerð og tó­lum í sambandi við alingina. Millum tey mongu tó­lini er eitt myndató­l í hvørjum einstøkum ringi, soleiðis at teir til eina og hvørja tíð kunnu fylgja við, hvussu fiskurin hevur tað í ringi- num. Tá teir hava tjekkað alt, kunnu teir til dømis fara út á ringarnar at gera tað aftur, sum kanska er farið um nátt- ina. Her kann verða talan um umvæling av ymiskum, millum annað av fortoyn- ingunum ella eftirlit av neti- num, sum skal halda likkur- nar burtur frá ringinum. Tá teir komu út á alibrúk- ið seinnapartin í gjár, só­u teir at ein fuglur var fangað- ur í netinum. Henda máttu teir eisini taka burtur. Eitt annað týdningarmikið arbeiði um morgunin er at fáa greiðu á, um fiskurin er svangur. Teir tveita tá eitt sindur av fó­ðuri út, og síggja so um fiskurin tekur tað. Ger hann tað, er tað eitt tekin um, at honum tørvar fó­ður, og so mugu teir geva eyka fó­ður. Hetta sama gera teir um kvøldarnar, áðrenn teir fara til hús aftur. Rætta fóðurið Stó­ri alibáturin er sum nevnt væl útgjørdur við øll- um hugsandi tó­lum til eitt vælrikið alibrúk. Rúmligar umstøður eru til manningina at vera í, og gó­ðar umstøður eru somu- leiðis hjá teimum at útinna teirra dagliga arbeiði. Umborð finnast eisini seks stó­rar silo’ir til ali- fó­ðurið, sum hevur ymiska stødd – alt eftir, hvørja vekt, ið teir meta at fiskurin hevur. Í ringunum gongur fiskur í ymiskum støddum. Teir størs- tu munnu í dag viga eini 2- 300 gramm yvir 2 kilo, meðan aðrar minni støddir eru í øðrum ringum. - Hevur fiskurin ta ávísu støddina, so fær hann tað ávísa støddina av fó­ðuri. Alt hetta kunnu vit blanda umborð, sigur Mikkjal. at fiskurin veksur ” Ein kann jú ikki bara skjóta í fleng og royna at raka. Skulu vit skjóta kópin, so mugu vit verða vísir í, at hann doyr Tann stóri alibáturin í baksýni er teirra arbeiðspláss um dagin. Her eru góðar arbeiðsumstøður og øll neyðug tól til arbeiðið Er neyðugt at fóðra eyka, so verður tað eisini gjørt. – Hetta gera vit morgun og kvøld, sigur Mikkjal Samuelsen ” Vit sigla fyrst eina rundu kring allar ringarnar fyri at tjekka, um nakað er áfatt ella er hent, meðan vit hava verið burtur Vestsalmon er ein tann størsti framleiðarin og útflytarin av aldum laksi og sílum úr Føroyum. Fiskurin verður aldur á teirra egnu alibrúkum, sum liggja í føroysku firðunum. Hann verður síðani kruvdur og pakkaður á virkinum í Kollafirði. Teir eiga og stýra øll framleiðsluliðini, tað er: alibrúk, smoltstøðir og hagreiðingarvirki. Soleiðis hava teir fult tamarhald á, at góðskan livir upp til krøvini hjá kundum okkara kring allan heim. Vørurnar verða seldar til keyparar kring allan heimin. FAKTA Jan Eskild Glyvradal úr Haldórsvík er stýrimaður, tá umboð fyri tíðindatænastuna vitjaðu alibrúkið seinnapartin í gjár