týsdagur 26. februar 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
vinnan
Nr. 40 - 26. februar 2008
Fyrstu 320.000
laksasmoltini hjá
Vestlax vórðu sett
út aftur framvið
Argjalandinum sein
asta summar. Millum
teir, sum taka sær av
teimum er víkarmað
urin Mikkjal Samuel
sen, saman við starvs
felagum sínum, Jan
Eskild Glyvradal og
formanninum Rúna
Ellingsgaard. – Hetta
er eitt áhugavert
arbeiði og eitt sera
gott arbeiðspláss, sig
ur Mikkjal.
Alibrúk
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Nólsoyarfjørður:
Aling
hevur áður verið á hesum
staðnum, ið menn nevna í
Gulanum, men nú er tað at
meta sum eitt royndarøki.
Ætlanin er at halda fram
og staðfesta, hvørt tað loysir
seg at hava aling her í fram
tíðini – um tað gongur væl
og um árgangurin verður
góður.
Uppgávan hjá teimum
trimum monnunum á ali
brúkinum er tí í roynd og
veru at tryggja, at fiskurin
bæði er stórur og feitur.
Óhugsandi er ikki, at ein
seinni fer at seta enn meiri
laksasmolt út á hesum
staði.
Ja, tað hvílir ein stór
ábyrgd á okkum, slær Mikkj
al fast yvirfyri Sosialinum,
sum vitjaði alibrúkið seinna
partin ígjár.
Til tað dupulta
Á alibrúkinum her í Gula
num eru íalt fimm stórir
ringar, her teir á ólavsøku í
fjør settu út umleið 320.000
laksasmolt í hesar ringar
nar.
Umframt hesar fimm,
hava vit tveir aðrar og smær
ri testringar, og í hesum
ganga 5000 fiskar í hvørj
um, greiðir Mikkjal frá.
Tað er okkara ábyrgd
Kópur í eygsjón
Trupulleiki við kópi plagar at vera eitt kent fyribrigdi hjá alarum. Og herúti á
Gulanum hava teir eisini merkt tað sama.
Mikkjal hevur áður arbeitt á alibrúki, har teir skutu nógvan kóp. Herúti hava
teir ikki fingið rifluloyvi og tí er eingin kópur skotin enn.
Tað er helst eisini heldur long fjarstøða at skjóta hiðani av flakanum og út har
sum kópurin er.
Ein kann jú ikki bara skjóta í fleng og royna at raka. Skulu vit skjóta kópin,
so mugu vit verða vísir í, at hann doyr, slær Mikkjal fast.
Hann kann tó staðfesta, at teir tíbetur hava ikki verið nógv plágaðir av kópi
her í Nólsoyarfirði. Onkran dag hava teir sæð upp í tríggjar kópar, men so kunnu
ganga fleiri dagar har teir ongan síggja.
So seint sum í morgun sóu vit kortini aftur ein, sigur hann.
Jan Eskild er farin út á aliringin, tí
tað eina ljósið í ringinum riggaði
ikki. Við síni kønu hond fekk hann
tað at rigga aftur eftir lítlari løtu