Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-26, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 vinnan Nr. 40 - 26. februar 2008 - Vit brúka alt ov nógva orku til negativa kapping ímillum ymisk øki í Føroyum. Men veruleikin er, at tað snýr seg um okkum og verðina, sigur stjórin á okkara størstu alifyritøku Flutningur Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Vit brúka alt ov nógva orku upp á negativa kapp- ing millum tey ymsu økini í Føroyum. Okkara veru- liga avbjóðing liggur burt- uri í heimi. Tað snýr seg stutt sagt um okkum og verðina, skulu vit yvirliva. - Tað sigur Frímund Hansen, stjóri á Vestlax og Vestsalmon, sum er okkara størsta alifyritøka Men hann staðfestir, at okkara størsti trupulleiki er, at okkara flutnings- møguleikar út í heim eru alt ov avmarkaðir. Tí heldur hann, at tað er alt avgerðandi, at vit fáa ein nýggjan flogvøll í Føroyum. - Tað er ein ein av okk- ara størstu avbjóðingum tey næstu árini, sigur hann. Hann staðfestir, at tað er einki so avgerðandi fyri framtíðar Føroyar sum eitt gott og trygt sam- skifti við umheimin og hetta eigur ikki at koma í drag, men at gerast skjótt. Hann veit, at nógv spyrja um vit hava ráð. Men hann spyr aftur- ímóti um vit hava ráð at lata vera. Sjálvur heldur hann, at tað er neyðugt við einum flogvølli, sum tryggjar so høgan regularitet sum gjør- ligt. Verður tað so neyðugt við tveimum vøllum, so má tað vera so - Tað er alt ov ótrygt at noyðast at fara tann langa vegin aftur til Bergen ella aðrastaðir, tá ið tað tað onkusvegna ikki er lend- andi í Vágum. Hann sigur eisini, at vit eiga eisini at gera okkum ómak at finna besta hugs- andi plássið í Føroyum til ein nýggjan flogvøll og vit mugu á ongan hátt tengja lokal áhugamál upp í ein slíka avgerð. - Vit mugu sleppa undan allari teirri negativu kapp- ingini, vit í dag hava ímillum tey ymisku økini í Føroyum. Okkara veru- liga avbjóðing liggur burturi í heimi. Hugsa stórt Hann leggur afturat, at tá ið vit tosað um nýggjan flogvøll í Føroyum, er tað neyðugt hugsa stórt og tað er at hugsa skilagott. - Tá ið vit skulu hugsa um ein nýggjan flogvøll, eiga vit fyrst og fremst at hugsa um regularitet og kenskan av tryggleika skal vera í hásæti. - Vit mugu eisini hugsa um longdina, tí vøllurin má kunna taka stór farma- flogfør. Hinvegin heldur hann ikki, at tað hevur nakran sum helst týdning, um vøllurin er 10 ella 25 kilometrar úr Havnini, ella um hann er longri burtur. Føroyar eru ikki størri enn so, enn har tað er landafast, er ongastaðni langt at fara. - Í einum nýmótans sam- felagi gerst flúgving og flogvinna alsamt týdning- armiklari fyri búskapin. Flytiføri vísir seg at vera avgerandi fyri menningina og ikki minst er tað av- gerandi fyri viljan og hugin hjá fólki at støðast í Føroyum. - Tí kann flúgving til og úr Føroyum vísa seg at vera týdningarmiklasta fortreytin hjá virkjum og einstaklingum at liva og virka her á landi. - Kunnu vit ikki bjóða vinnu og einstaklingum javnbjóðis og helst betur umstøður at virka og liva í Føroyum, hvussu kunnu vit so vænta, at virkisfús, vælútbúgving hugsjónar- fólk vilja støðast her, spyr Frímund Hansen. Tað eru vit ímóti verðini lleikin Blokkurin brúkast til samferðslu So leingi, vit fáa ríkisveitingina úr Danmark, eiga vit at brúka hann til nakað skilagott. Tað heldur Frímund Hansen, stjóri á Vestlax og Vestsalmon Og hann dugir valla at síggja nakra skilabetri at brúka blokkin til, enn at brúka hann til ein nbýggjan flogvøll í Føroyum - Eg haldi, at so leingi vit fáa ríkisveitingina úr Danmark, eigur honat verða brúkt til íløgur í infrakervið og í samskiftið við umheimin, sigur hann0 Og á hesum øki heldur hann, at tað mest átrokandi málið at loysa, er at gera ein stóran flogvøll í Føroyum. Tí heldur hann, at Løgtingið átti at funnið ein politiska semju, tvørtur um floksmørk um at brúka ríkisveitingina til at byggja samferðslukervið út við, heldur enn at brúka hana til beinleiðis rakstur. - Og í hesum sambandi hevði eg raðfest ein altjóða flogvøll fremst av øllum, leggur hann afturat. vinnulívsfólkunum, sum heldur, at tað hevur heilt avgerandi týdning, at vit fáa ein altjóða flogvøll í Føroyum, so honum dámar onki, at flogvallarprátið nú er fánað burtur aftur. Hann sigur, at sum flutn- ingsmøguleikarnir ímillum Føroyar og umheimin eru nú, hava vit ov lítið at byggja á. - Tað er heilt greitt, at gott samskifti við umheimin hevur alt at týða og tí verður tað helst okkara stórsta av- bjóðing hesi næstu á næstu árini at byggja nýggjan flogvøll. Hann sigur, at sum út- bjóðari av einari luksus matvøru. Hava teir størstan áhuga í einum størri flogvølli. - Í løtuni er støðan tann, at vit hava ongan sum helst møguleika at bjóða okkum fram á hesum øki. Hann sigur, at sum støðan er nú, senda tey fiskin fyrst við skipi niður á meginlandi og síðani við flogfari út í heim. - Tað er ein sera trupul máti at arbeiða upp á og hartil er tað dýrt, bæði við sjó- og flogfsrakt. Frímund Hansen sigur, at tá ið tunfiskur varð fiskaður undir Føroyum, stóðu tey á Vestlax og Vestsalmon fyri næstan allari søluni. - Tað varð gjørt soleiðis at skipini fóru inn í Skot- landi, og síðani varð tun- fiskurin flogin úr London til Tokyo. Men av tí at av- reitt varð í Skotlandi, rokn- aðu japanarar tunfiskurin sum skotskan. Um vit mistu so nógv at tí, veit eg ikki. Men tað er stórt image í at selja tunfisk í Japan og tað dregur aðra sølu við sær. - Tað mistu vit so, sigur Frímund Hansen. Hann vísir eisini á, at norð- menn hava í mong ár sent feskan ísaðan laks til fjareysturs við flogfari. Hetta hevur mest verið til Japans og til endamálið hava teir brúkt flutningsflogfør hjá russiska herinum. - Men tí møguleikanum eru vit eisini avskorin frá, sum flogvallarviðurskiftini eru. Hann staðfestir somu- leiðis, at íslendingar senda dagliga feskan fisk við flogfari til eysturstrond Ameriku, men til markn- aðirnar á leiðunum við Washington og New York . - Tá ið fiskurin er dag- gamal, kann hann saktans flytast yvir ókruvdur við høvdi. At fáa ein spillfeskan fisk við øllum í, er serligt lystimeti, ið nógv verður goldið fyri. Heldur ikki hesum kunnu vit verða við í, sum umstøðurnar eru nús. Stjórin á Vestlaxi og Vestsalmon sigur, at ein ynskidreymur hjá teimum er senda fesk síl og feskan laks til Ameriku dagliga. - Her hava vit ein serligan fyrimun fram um norðmenn, tí Norðmenn skulu gjalda 20% í tolsl av útflutningi til USA. - Vit hava ongan tol, men vit hava ikki flutnings- møguleikan til tað, leggur hann afturat. Kann bara verða betri Frímund Hansen leggur afturat, at hugsa vit um tey plássini, har okkara fiskur skal etast, liggja Føroyar ikki serliga væl fyri. - Vit hava eina ella tvær fráferðir um vikuna og tað ger, at vit mugu savna fiskin saman og kunnu ikki senda av landinum, fyrrenn fult er, samstundis sum um okkara kappingarneytar kunnu fóðra marknaðin dagliga. - Tann nærleikan hava vit ikki. Vit fáa kanska ongan- tíð sama títtleika sum teir, men tað kann bara verða betri. Hann sigur, at sjálvandi er tað avbera tórført, at siga, hvussu væl tað hevði loyst seg fyri útflutningsvirðið, at fingið ein størri flogvøll. - Men tað verður ikki frá fyrsta degi, at vit síggja úrslitið. Tað er ein long tilgongd, sum skal arbeiðast upp. Men so leingi, vit ikki hava møguleikan, gera vit onki við tað, men fyrihalda okkum til tann veruleika, vit arbeiða undir.- Sum støðan er nú, fáa vit okkara fisk á marknaðin einaferð um vikuna og tað er alt ov lítið at byggja upp á. - Men fáa vit betri flutn- ingsmøguleikar, eiga eisini betri sølumøguleikar at vísa seg, sigur Frímund Hansen. Andstøðan koyrir á Ímeðan samgongan framvegis ikki rættiliga hevur fingið gongd á sjálvt tingarbeiði, kann tað sama ikki sigast um andstøðan. Hóast løgtingið akkurát er farið til arbeiðis, hevur tað longu fingið úr at gera við at viðgera uppskot frá andstøðuni. Fleiri av teimum eru uppskot sum undanfarna samgonga legði fram, men sum duttu burtur tá ið val varð útskrivað. Nú hevur so andstøðan so grivið tey framaftur og lagt tey aftur fyri Løgtingið, tó at fleiri av teimum eru dagførd nakað. Tilsamans hevur andstøðan longu lagt eini 20 uppskot fyri løgtingið. Hinvegin hevur samgongan ikki fingið gongd á tingarbeiðið enn og hevur onki uppskot lagt fram, men arbeitt verður við at fyrireika fleiri uppskot. Hundur finnur lík Enska løgreglan kannar í løtuni eitt mál, sum kann vísa seg at gerast størsta málið um harðskap móti børnum. Í farnu viku fann ein sporhundur fram til eitt barnalík á einum niðurløgdum barnaheimi á ensku oynni Jersey, og illgruni er um, at fleiri onnur barnalík fara at koma í ljósmála. Hundurin hevur snoddað seg fram til seks onnur støð higar- til, sum løgreglan nú skal kanna gjøllari. Barnaheimið er umbygt til vallaraheim og hevur til húsa í Haut de la Garenne, sum fleiri kenna sum høvðusstøð í krimirað- sendingini Bergerac.