Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-26, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 vinnan Nr. 40 - 26. februar 2008 Ein nýggjur altjóða flogvøllur er helst okkara størsta avbjóðing tey næstu árini, tí tað, vit hava nú, er alt ov lítið at byggja á, sigur Frímund Hansen, stjóri í okkara størstu alifyritøku Flutningur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Skulu vit hugsa um at menna okkara útflutning, er tað ein avgerðandi forteyt, at vit fáa ein ordiligan altjóða flogvøll í Føroyum, Tað heldur Frímund Hansen, stjóri í Vestlax og Vestsalmon, sum er størsti útflytari av laksi og síli í Føroyum. Í valstríðnum upp undir løgtingsvalið, var rættiliga nógv gjørt burtur úr flog- vøllarviðurskiftunum og í hesum sambandi varð ferð eftir ferð víst á, hvussu stóran týdning tað hevur fyri føroyska samfelagið, at vit fáa ein ordiligan, altjóða flogvøll, sum er í øllum før- um væl yvir tveir kilometrar til longdar. Og tað vóru fleiri polit- ikarar og vinnulívsfólk, sum staðfestu, at hetta mátti verða fremsta uppgávan hjá nývalda Løgtinginum og at ein altjóða flogvøllur mátti vera tað málið, sum verður raðfest fremst av øllum. Men nú er valið og nú hoyrdist heldur ikki eitt kis aftur um altjóða flogvøll. Alt ov lítið at byggja á Frímund Hansen er ein av Flogvøllur stóri trupu - Vit eru avskornir frá nógvum møguleikum av tí at vit ikki hava ein flogvøll, sum er nógv størri enn tann, sum er, sigur Frímund Hansen, sum er stjóri á okkara størstu alifyritøku. Tí heldur hann, at spurningurin um ein nýggjan flogvøll eigur at vera tað málið, sum eigur at fáa fremstu raðfesting tey næstu árini Doyði á flogi Í gjár upplivdu 156 ferðafólk við einum enskum GB Airways flogfari, at annar-flogskiparin (co-pilioturin) doyði undir flogtúrinum. Flogfarið var á veg úr Manchester í Ong- landi til Kypros við feriuglaðum gestum, tá tað gjørdist neyðugt hjá flogfarinum at lenda í Istanbul. Ferðafólkið visti kortini ikki, hvussu álvarslig støðan var, tí tey fingu einki at vita um deyðsfallið, men bert at talan var um eina medisin- ska neyðstøðu. Talan var um ein 43-ára gamlan mann, sum annars hevði verið púra frískur. Ferðafólkini vórðu flutt til Kypros dagin eftir. Kavablak førdi til morð Í sambandi við føðingardagin spældi 16-ára gamli Teven Wilson saman við vinum sínum sær við at kasta kavabløk hvør eftir øðrum. Av óvart kom Teven at raka granna við einum kavablaki. Hóast Teven bað um umbering og veitraði til grannan gjørdist hesin so illur, at hann fór inn eftir høglbyrsuni og skjeyt dreingin í høvdið. Hóast hann beinanvegin varð fluttur á sjúkrahús, doyði hann, áðrenn hann kom undir læknahond. Hendingin fór fram í býnum Philadelphia í USA Úr 100 upp í 300 milliónir Vestlax og Vestsalmon eru ávíkavist móður- og dóttur- feløg. Feløgini klekja rogn og framleiða smolt og smásíl. Tey ala laks og síl á sjónum ymsa staðni í Føroyum og tey taka og hagreiða bæði sín egna fisk og fyri onnur. Á søludeildini marknaðarføra og selja tey sín egna fisk og selja fisk fyri onnur. Umleið 110 fólk arbeiða hjá Vestlax og Vestsalmon Í 2006 seldu feløgini bæði fyri fyri 100 milliónir krónur, í fjør seldu tey fyri 200 milliónir og í ár er ætlanin at selja fyri 300 milliónir. Sostatt er talan um stóran vøkstur. Marknaðirnir eru í høvuðsheitum Fjareystur, mest Japan, Russland og Ongland. Hvønn einasta morgun, seks dagar um vikuna, leggur brunnbáturin hjá felagnum at við bryggju við virkið í Kol- lafirði við 50 til 60 tonsum av laksi ella sílum, sum síðani verða virkað og send út í stóru verð. Sum dømi kann nevnast, at hvørja viku levera tey tveir ella tríggjar bilar við 35-50 tonsum av feskum laksi og ella síli til fiskamarknaðin í Moskva. -Sostatt er tað greitt, at fyri okkum hevur eitt gott sam- skiftið út í heim, alt at siga, sigur Frímund Hansen, stjóri. FAKTA