týsdagur 26. februar 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 40 - 26. februar 2008
tíðindi
Ummæli ★★★★★★
Petur Háberg
petur@sosialurin.fo
Seinastu tíðina hevur Teitur havt
úr at gera við at lesa fimm- og
seksstjørnað ummæli av sínari
spankandi nýggju fløgu ‘The
Singer’. Nú veit eg ikki, um
Teitur yvirhøvur lesur hesi
ummæli. Kundi ímyndað mær
Teitur sum ein, ið als ikki gav
sær far um slíkt. Men hvussu er
og ikki, so stroya ummælarar
gávumilt út við rósandi orðum.
Eitt meistaraverk, verður sagt.
Um hetta var orsøkin til, at
Stóra VEGA næstan var útselt
leygarkvøldið, er ikki til at vita,
men í øllum førum vóru nærum
1500 áhoyrarar komnir fyri at
lurta eftir Teiti.
Helgi hitaði upp
Áðrenn Teitur slapp framat,
spældi Helgi Jónsson fólkini
heit. Umframt at vera fyrrverandi
dragbasunistur í íslendska bólki-
num Sigur Rós, so er Helgi ein
partur av bólkinum, ið spælir
undir hjá Teiti í hesum døgum.
Vakrir, sveimandi sangir, ið
leiddu tankarnar til Jeff Buckley
og Jón Þór Birgisson (Sigur
Rós).
Ikki vers-brúgv-niðurlag
Eftir ein lítlan steðg var tíð til
høvuðsrættin.
Teitur legði út við dramatiska
‘Guilt by Association’, og síðani
fylgdu fleiri løg av nýggju
útgávuni. Sera annarleiðis og
nýskapandi.
Sum Teitur nevndi í einari
samrøðu herfyri, so minnir
nýggja tilfarið ikki sørt um
filmstónleik. Dramatiskt og
forteljandi. Ikki tað vanliga vers-
brúgv-niðurlag, men nógvir
steðgir og nógv temposkift. Sum
um, at hvørt slag og hvør tóni er
eitt sera tilvitað og gjøgnum-
hugsað val. Alt óneyðugt er
skorið burt.
Nú vildi onkur hildið, at hetta
ljóðar sum eitt verri rót. Og tað
Vakrar fløkjur og perlur
Við einum
vælspæl
andi bólki
aftanfyri seg
borðreiddi
Teitur við
nýggjum og
gomlum, tá
hann gestaði
Stóra VEGA
í Keyp
mannahavn
í vikuskifti
num
Bólkurin, sum spælir við
Teiti í hesum døgum,
ger sítt arbeiði til lýtar