týsdagur 26. februar 2008síða 41
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 26. februar 2008
41
tíðindi
kundi tað lættliga verðið, um ikki
tað var fyri sangin hjá Teiti og
fangani melodilinjurnar. Meðan
ljóðførinum komu inn og út í
óvæntaðari raðfylgju, so stóð
røddin sum ein klettur mitt í
ljóðmyndini og bant alt saman.
Krevjandi tónar
Framførslan var deild upp í tvey.
Stórt sæð bara løg av ‘The
Singer’ vóru spæld út í eitt frá
byrjan av (I Run The Carousel
undantikið), og síðani varð
dúgliga hálað fram av gomlum
perlum (The Singer undantikið).
Ein raðfylgja, ið kendist nátúrlig.
Sum sagt, so er alt tað nýggja
meiri abstrakt og ótraditionelt
enn tað, ið Teitur áður hevur
gjørt. Tað er spennandi og ókent,
men krevur eisini rættiliga nógv
av áhoyraranum. Tú skal alla tíð
fylgja við, hvat hendir. Serliga tá
ið nýggja fløgan, ið kom út fáar
dagar áðrenn konsertina, ikki
hevur havt tíð til at sodna
ordiliga.
Tí kendist tað eitt sindur sum
at koma niður á jørðina eftir eina
turbulenta flogferð, tá konsertin
var hálvrunnin. Sum at blaka seg
á sofuna eftir ein strævnan dag.
Puff!
Onkuntíð fellur
alt uppá pláss
Við fimm útgávnum aftanfyri
seg hevur Teitur eina skjáttu,
fulla av perlum. Og tað legði tú
merki til hetta kvøldið, tí einki
lag datt ímillum. ‘Josephine’,
‘Louis Louis’, ‘One and Only’ og
restin av hittunum komu slag í
slag. Góðska, góðska, góðska...
Tó kom hæddarpunktið móti
endanum, tá ið allir
tónleikararnir fóru av pallinum,
og Teitur fór í holt við ‘The
Singer’. Eingi ljóðføri, einki
nakað. Bara Teitur:
I’ve always had the voice
And now I am a singer
The audience grows silent
When I open my mouth
Tað er ikki ofta, at tað hendir, og
so avgjørt ikki á hvørjari konsert,
men onkuntíð fellur alt uppá
pláss, og tónleikaupplivingin
gerst meiri enn ein uppliving. Tú
merkir tað frá nakkanum og
niður í føturnar. Huglag, hýrur,
ljóð, høli, ljós - alt skal ganga
upp í eina hægri eind.
Og eina løtu, meðan klantra-
sligi havnarmaðurin stóð í sínum
rukkaða klædningi og sang um at
syngja fyri øðrum, fall alt í hakk.
Tílíkar løtur festa seg í minnið.
Lýtaleyst undirspæl
Tað hevði ikki verið rætt av mær
at skrivað eitt ummæli av
kvøldinum og ikki nevnt teir
fimm tónleikararnar, ið spældu
við Teiti.
Umframt áðurnevnda Helga
Jónsson (trombon/gittar/xylofon/
melodika/sang), so tóku Mikael
Blak (bass) og Derek Murphy
(trummur) sær av grundini,
meðan Unnur Jónsdóttir
(klarinett/gittar/xylofon/sang) og
unnusta Teiturs Anna Emilsson
(saksofon/sang/klaver) løgdu
róman.
Sum lesarin sær, so høvdu tey
trý, Helgi, Unnur og Anna, úr at
gera við at skifta ljóðføri. Tað var
so at siga ikki ein sangur, har
sama samansetingin av
ljóðførum varð nýtt. Men tað
gekk smidliga fyri seg, og tey
komu væl frá tí. Skal fingurin
setast á nakað, so var
kórsangurin eitt sindur falskur til
tíðir, men tað var eisini tað.
Saman ruddaðu tey fimm vegin
fyri Teiti.
Ljóst framman stavn
Teitur prógvaði leygarkvøldið, at
hann er eitt listafólk í heims-
flokki. Eg havi verið til nógvar
konsertir seinasta árið við altjóða
nøvnum, og Teitur stendur ikki
petti aftanfyri hesi.
Við nýggju fløguni í aðrari
hondini og eini frálíkari live-
framførslu í hinari kann ikki vera
annað enn ljóst framman fyri
stavn hjá Teiti.
fyri rest
Setlisti
Guilt By Association
Your Great Book
We Still Drink The Same
Water
You Should Have Seen Us
Don’t Let Me Fall In Love
With You
Legendary Afterparty
I Run The Carousel
Letter From Alex
Catherine the Waitress
Start Wasting My Time
I Was Just Thinking
Josephine
Louis Louis
Hitchhiker
One and Only
The Singer
Andvekur
All My Mistakes
Great Balls of Fire
Let’s Go Dancing
Meðan ljóðførinum komu inn og
út í óvæntaðari raðfylgju, so stóð
røddin hjá Teiti sum ein klettur mitt
í ljóðmyndini og bant alt saman
Teitur prógvaði leygarkvøldið,
at hann er eitt tónlistarfólk í
heimsflokki