mikudagur 27. februar 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 41 - 27. februar 2008
Samgongan hevur
sett sær fyri at taka
støðu til spurningin
um undirsjóvartunnil
í Eysturoy í næstum
og tann avgerðin fær
eisini týdning fyri
tunnilin í Sandoy
UndirsjóvartUnlar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað verður í næstu framtíð,
at samgongan fer at taka
avgerð um, hvussu verður
vorðið við ætlanini at gera
undirsjóvartunnil
í
Eysturoy.
Bjørt Samuelsen, lands
stýriskvinna í vinnumálum
hevur upplýst fyri Løgting
inum, at fleiri møguleikar
eru, men hon vil ikki
útgreina teir, fyrrenn ein
avgerð er tikin.
Ein møguleiki, sum hevur
verið nevndur, er, at taka
Eysturoyartunnilin frá teim
um privatu afturfyri eitt
endurgjald, sum heldur tey
skaðaleys og at leggja hann
í eitt alment partafelag fyri
at brúka avlopið til at fíggja
aðrar verkætlanir við, eitt
nú Sandoyartunnilin.
Men øll eru ikki samd í
hesum, tí tey halda, at tað
er órættvíst, at eysturoyingar
og norðoyingar skulu betala
fyri Sandoyartunnilin.
Hinvegin halda onnur, at
vit búgva í einum sam
haldsføstum samfelag, har
øll eru felags um útreiðsl
urnar.
Tað er eisini nevnt, at
skal eitt privat felag gera
Eysturoyartunnilin, er tað
at bróta eina gamla grund
reglu um, at tað er tað
almenna, sum stendur fyri
øllum samferðsluútbygg
ingum.
Og Bjørt Samuelsen vísir
eisini á, at hóast tað privata
felagið skal gera tunnilin,
verður tað almenna nógv
við í henni kortini, tí
Landsverk skal góðkenna
alt, sum hevur við trygdina
at gera.
Samstundis er talan um
tveir av longstu undir
sjóvartunlum í heiminum
og sostatt finnast ongi krøv
um, hvussu trygdin skal
skipast í tunlum, sum eru
so langir, so tað almenn fær
ein stóran leiklut undir
øllum umstøðum.
Karsten Hansen, lands
stýrismaður fíggjarmálum
vil
ongar
viðmerkingar
gera, tí nú skal samgongan
gjøgnumganga tær útbygg
ingar, sum skulu gerast og
so skulu tær raðfestast. Tí
heldur hann, at tað er skeivt
at siga nakað frammanundan
um kravið frá sandoyarting
manninum.
Tað er kravið, sum
Páll á Reynatúgvu
setir, nú samgongan
skal taka støðu til
ætlanina at gera
Skálafjarðartunnilin.
Hann er tungan
á vágskálini í
samgonguni og nú ger
hann púra greitt, at
tað verður ómøguligt
hjá samgonguni
at semjast uttan
so, at báðir undir
sjóvartunlarnir verða
gjørdir samstundis
samferðsla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Undirsjóvarsjóvartunnilin í
Sandoy og í Eysturoy skulu
gerast í senn.
Hetta er tey púra greiðu
boðini frá Pálli á Reyna
túgvu til samgonguna.
Samgongan hevur bara
17 tinglimir í rygginum og
tí krevst, at full semja er um
øll mál, sum hon ætlar at
fremja.
Páll á Reynatúgvu av
Sandi er á tingi fyri Tjóð
veldi og sostatt er hann ein
avgerðandi stuðul undir
samgonguni, akkurát, sum
øll hini tingfólkini í CHE
samgonguni eru.
Og hann ger greitt, at tað
verður ongin politisk semja
um at gera annan tunnilin
fyrst og at lata hin sostatt
bíða til aftan á.
Politiskt verður ikki
farið undir at gera undir
sjóvartunnilin
ímillum
Streymoy og Eysturoy uttan
at tað samstundis eisini
verður farið undir at gera
undirsjóvarutnnilin í Sand
oynna.
Eg vóni ikki, at sam
gongan hugsar sær, at nakað
annað er gjørligt, enn at
gera báðar tunlarnar sam
stundis, leggur hann aftur
at.
Hann staðfestir, at tað er
hansara greiða støða.
Hann var framsøgumaður
hjá Tjóðveldi, tá ið løgtingið
í farnu viku viðgjørdi eitt
uppskot um at játta pening
til samráðingar ímillum
Vinnumálaráðið og privata
felagið, sum ætlar at gera
Eysturoyartunnilin.
Vit hava spurt hann, um
restin manningini hjá Tjóð
veldi er samd við honum í
hesi støðu.
Flokkkurin hevur so
ikki sagt nakað annað og eg
havi heldur ikki fingið
nakra rættleiðing um tað.
Hann leggur afturat, at
við hesum hevur hann ikki
kravt, at báðir tunlarnir
skulu leggjast í sama felag.
Teir skulu bara gerast
ísenn.
Hann staðfestir, at ein og
hvør útseting, er ein útseting
í eini fýra til seks ár og tað
kann ikki koma upp á tal.
Órógva báðar
tunlarnar
Páll á Reynatúgvu ivast í
um tað er rætt at taka Eystur
oyartunnilin úr hondunum
á teimum privatu og leggja
hann í eitt alment partafel
ag.
Hann stúrir fyri, at tað
kann órógva ætlanina og tí
sær hann fyri sær, at privata
felagið varðveitir Eysturoy
artunnilin og landið ger
Sandoyartunnilin.
Annars minnir Páll á
Reynatúgvu á, at tað stendur
beinleiðis í samgonguskjali
num, at samgongan hevur
sum
mál
at
verandi
útbyggingingar halda fram.
Løgtingið hevur sam
tykt, at Sandoyartunnilin
skal gerast og tað haldi eg,
at vit skulu gera.
Landsstýriskvinnan
í
vinnumálum kann tann dag
í morgin skriva sáttmála við
eitt byggifelag um at gera
tunnilin, bara hann ikki
kostar
meiri
enn
690
krónur.
Hann staðfestir, at sostatt
er ætlanin at gera Sandoy
artunnilin komin longri enn
ætlanin at gera Eysturoyar
tunnilin.
Eysturoyartunnilin er
eitt gott hugskot, men tað
má setast í samanhang við
aðrar útbyggingar. Og veru
leikin er, at tað framman
undan longu er koyrandi
ímillum
Eysturoy
og
Streymoy, samstundis sum
tað ikki er koyrandi í
Sandoy.
39 millíónir í 15 ár
Tilsamans fara teir báðir
undirsjóvartunlarnir
at
kosta næstan tvær milli
ardir.
Spurningurin er, hvussu
Páll á Reynatúgvu hugsar
sær, at tað skal bera til at
gera tvær so stórar verk
ætlanir ísenn, serliga vissi
tað skuldi enda við, at tað
almenna yvirtekur Eystur
oyartunnilin, so at hann eis
ini skal á fíggjarlógina.
Eysturoyartunnilin gevur
avlop og yvirtekur landið
hann, endar alt avlopið í
landskassanum. Men hóast
tað privata ger tunnilin,
kann landið tryggja sær ein
part av avlopinum.
Hinvegin mugu vit ikki
gloyma, at fast samband
við Sandoy, er fyrsta stigið
til undirsjóvartunnil til suð
uroy og so sleppur landið
undan
útreiðslunum
til
Teistan og Smyril.
Páll á Reynatúgvu sigur,
at Sandoyartunnilin kann
fíggjast við at játta 39
milliónir um árið í 15 ár.
Tað, sum so manglar í, kann
fíggjast við bummgjaldið.
Men var tað ikki akkurát
hetta, sum Tjóðveldi so
kraftiga átalaði í valstríðn
um, at undanfarna sam
gonga ikki vildi fíggja
ymsar útbyggingar so hvørt,
men ætlaði at senda næstu
ættarliðum rokningina?
Her skal viðmerkjast, at
ein atfinning ímóti undan
farnu samgongu, var, at ætl
anin var at leggja verkætl
anir í feløg uttanfyri fíggjar
lógina. Sostatt kom fíggjar
lógin ikki at vísa eina rætt
vísa mynd av virkseminum
í landinum og tá var stórur
vandi fyri at missa tamar
haldið.
Páll á Reynatúgvu sigur,
at Sandoyartunnilin er so
stór verkætlan, at skal hann
fíggjast í byggitíðini, skulu
minst 175 milliónir játtast
um árið í trý ár og tað
verður ómøguligt at fáa
politiska semj um tað, tí so
verður ikki rúm fyri nógv
um øðrum.
Men verður íløgukarm
urin øktur, er tað ongin trup
ulleiki, leggur Páll á Reyna
túgvu afturat. Og fyri tað
um tunnilin verður fíggjaður
yvir eini 15 ár, kann hann
sjálvandi standa á fíggjar
lógini hvørt árið.
Undirsjóvartunnilin í Sandoy
og Eysturoy skulu gerast í senn
Taka skjóta avgerð um tunlarnar
Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri samgonguna, setir sum eitt
avgjørt krav, at undirsjóvartunnilin í Eysturoy og í Sandoy,
verða gjørdir samstundis. Tað ber ikki til at finna politiska
semju um nakað annað, staðfestir hann
2005 gott arbeiðsár
Hagtøl hjá grønlendska heimastýrinum vísa, at í 2005 var
virksemið í Grønlandi størri enn tey fimm undanfarnu
árini, sigur útvarpið í Nuuk. Í 2005 vóru 28.661 ársverk,
og tað var 641 fleiri enn árið fyri. Tann størsti vøksturin
var í almennari umsiting og tænastu, og har vóru
ársverkini 621 fleiri enn í 2204. Grønlendska hagstovan
sigur, at 45 prosent av øllum ársverkum í Grønlandi eru
innan almenna umsiting og almennar tænastur.