Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. februar 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 41 - 27. februar 2008 Tað gongur so seint at fáa grundstykkini í Nólsoy byggiklár, at tey ungu, sum standa á bíðilista, nú umhugsa støðuna. Og at rýma av oynni er avgjørt ein møguleiki BYGGIBÚNING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tey ungu, sum ætla at seta búgv úti í Nólsoy, mugu hava Jobs tol. Birita Petersen úr Havn og Bjarni Hansen úr Nólsoy, og Arnbritt Johansen úr Nólsoy og Jakku Guttesen úr Vágum søktu við fáum daga millumbili um grund­ stykki í Nólsoy. Hetta var í januar mánaði 2006. ­ Vit fingu einki at vita tá, um nær vit kundu vænta at sleppa undir byggingina, tí vit lótu bara umsóknina inn í Snarskivuni. Men nak­ að seinni ringdi eg og spurdi, og tá fekk eg at vita, at tað fór at verða klárt í januar 2007, greiðir Jakku Guttesen frá. Men so væl skuldi ikki gangast. Tað var so skjótt, at hendan tíðarfreistin varð útsett til summarið 2007. Í oktober mánaði hetta árið var borgarafundur úti í Nólsoy, har mong viðurskifti vóru havd frammi, millum annað eisini spurningurin um grundstykkini í bygdini. Aftur her var nýggj tíðar­ freist sett á, og ljóðaði hon upp á januar 2008. Men nú er so alt kollvent aftur, og nú verður tosað um mars mánað næsta ár. Tey fýra ungu fingu ikki nakað heilt ítøkiligt svar upp á, hví alt nú enn eina­ ferð er skotið út, enntá í meiri enn eitt ár. Men tosað varð um nevndarviðgerðir, hall á einari brekku, sum er ov stórt, møgulig upptøka av øllum vegnum, tí hann ikki er nóg væl steinsettur. Alt hetta kann undra, tí sam­ bært seinasta bygdarráði í Nólsoy, var so gott sum klárt at fara undir bygging, tá Nólsoyar og Havnar kommunur løgdu saman 1. januar 2005. Tíma ikki at bíða Onkur annar stendur á bíði­ lista at fáa grundstykki í Nólsoy, men tey fýra siga, at fleiri tíma ikki at søkja, tí tað hendir einki við byggi­ búningini. Og sjálvi eru tey farin at umhugsa støðuna. Bæði pørini leiga sum er hús í oynni, men tað er sjálv­ andi ikki nøktandi fyri tey. Tað harmar tey serliga, at einki fast og álítandi svar fæst, men at málið bara verður skotið út alla tíðina. Men undir øllum umstøðum er verandi støða ikki haldbar fyri tey fýra. ­ Vit ætla okkum at bíða hetta árið út. Er einki hent tá, so mugu vit umhugsa at flyta onkra aðrastaðni at seta búgv, siga tey fýra. Tey vísa eisini á, at tey hava sagt tilboð aðrastaðni frá sær, tí tey hava ferð eftir ferð fingið lovað, at nakað skal henda í Nólsoy. Somuleiðis halda tey, at tað átti at borið til at gjørt nøkur fá grundstykki byggi­ klár, so frægt at tey, sum standa á bíðilista sleppa í gongd. ­ Tað hevur stóran týdning fyri okkum, og tað hevur stóran týdning fyri bygdina, vísa tey fýra á. Serliga hava tey hug at argast inn á, at hvørja ferð ein lítil broyting skal gerast, má alt málið gjøgnum nýggjar nevndarviðgerðir, sum taka eitt hav av tíð. ­ Og nú verður eitt gylt høvi at gera tær smáu ábøt­ ur, sum skulu til, tí nú verður nýggj kloakkskipan gjørd í Nólsoy, og harvið verða neyðugu maskinurnar tøkar í oynni, siga Birita Petersen, Bjarni Hansen, Arnbritt Johansen og Jakku Guttesen, sum altso ikki ætla sær at bíða í allar ævir eftir einum grundstykki í Nólsoy. Tey ungu ætla at rýma Tey kunnu ikki gera annað enn at bíða. Frá vinstru Birita Petersen, Bjarni Hansen, Arnbritt Johansen og Jakku Guttesen Mynd: Leo Poulsen 12 tenorar til Føroya Í apríl koma írsku tenorarnir, The Twelve Irish Tenors til Føroyar. Tenorarnir hava ferðast kring allan knøttin í gott og væl 2 ár, og hava vakt stóran ans við einari langari røð av framúrskarandi konsertum. Á virðisløntu framførsluni syngja tenornarnir fleiri av allarbestu sangunum úr 20. øld. Nakrir av sangunum, sum verða framførdir, eru Danny Boy, La donna é mobile, Nessun Dorma, We Are The Champions, The Rose, Bridge Over Troubled Water, Hey Jude, Yesterday, Fever, That’s Life, New York, New York, Thank You For The Music og nógvir aðrir. Konsertin verður í Norðurlandahúsinum 1. apríl 2008, og er eisini partur av 25 ára hátíðarhaldinum hjá Norðurlandahúsinum. Kirkjan í fíggjarheimin Danska Fólkakirkjan ætlar sær nú á danska fíggjarmarknaðin at vinna pengar, skrivar Kristeligt Dagblad. Í hesari vikuni eru tey 10 stiftini í ferð við at kanna, hvussu nógvan tøkan pening tey hava á kistubotninum, og ætlanin er síðani at lata serkøn fólk fara á fíggjarmarknaðin við pengunum. Peningurin stavar frá gjaldinum fyri at røkja gravir og gravstaðir fyri fólk, og reglurnar loyva kirkjuni at seta ein part av tí tøka peninginum í virðisbrøv. Eg havi so seint sum í dag kannað málið, og eg havi fingið at vita frá umsitingini, at útbjóðing­ artilfarið verður klárt um ein mánað, so í apríl/mai skuldi verið klárt at farið undir arbeiðið at gera grundstykkini byggiklár, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri BYGGIBÚNING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo ­ Eg skilji ógvuliga væl, at nóls­ oyingar ótolnast, men har eru við­ urskifti inni í málinum, sum seinkar viðgerðini. Tó verður arbeitt støðugt, og umsitingin hevur í dag vátta fyri mær, at útbjóðingartilfarið verður klárt um ein mánað, sigur Heðin Mort­ ensen, borgarstjóri. Tað hevur kompliserað útstykk­ ingina í Nólsoy, at Búnaðarstovan eigur ein lítlan part av økinum, har útstykkjað verður. Uppisitarin av hesum jarðarteigi hevur kravt annað stykki í staðin, og tá almennir stovnar soleiðis eru inn­ blandaðir í málið, dregur tað oft­ ani út. Men borgarstjórin í Havn sigur, at arbeitt hevur verið alla tíðina við málinum. ­ Upprunaliga var talan um níggju støk grundstykkir, men seinni kom ætlanin um eini randarhús eisini inn í myndina. Og tað er hendan stóra ætlanin, sum arbeitt verður við, sigur Heðin Mortensen. Hinvegin hevur borgarstjórin spurt seg fyri, um tað tekniskt er møguligt at gera nøkur grund­ stykki byggiklár fyrst, fyri at nøkta tørvin hjá teimum, sum standa á bíðilista, og sambært umsitingini skuldi einki verið til hindurs fyri tí. ­ Útbjóðingartilfarið verður sum nevnt klárt í mars, og síðani ganga nakrar fáar vikur til býráð­ ið tekur støðu til innkomnu til­ boðini. Hetta skal um fíggjar­ nevndina og býráðsfund, sigur Heðin Mortensen. Tað er eitt sindur umfatandi arbeiði at gera grundstykkir byggiklár, tí har skal bæði el, vatn og kloakk leggjast ein metur inn á grundstykkini. Men borgar­ stjórin sigur, at arbeitt verður so skjótt við málinum, sum tilber. ­ Gongur sum ætlað, skuldi verið klárt at farið undir byggi­ búgvingina av grundstykkjunum í Nólsoy í apríl/mai­mánaði, sig­ ur Heðin Mortensen, borgar­ stjóri. Klárt at byggja í summar Sambært Heðini Mortensen, borgarstjóra, verður klárt hjá nólsoyingum at byggja í summar