Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. februar 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 41 - 27. februar 2008 Fullteknað til evnisdag Áhugin fyri støðuni hjá fólki við sálartrupulleikin og teirra avvaraðandi tykist sera stórur. Í øllum føri er onki pláss eftir til evnisdagin »At síggja við hjartanum«, sum Sinnisbati og Psykiatriski Depilin skipa fyri nú leygardagin 1. mars. Ætlanin við degnum er fyrst og fremst at varpa ljós á støðuna hjá avvaraðandi at sálarsjúkum, men hetta er eisini byrjanin til eina verkætlan, hvørs endamál er at betra um umstøðurnar og tilboðini til avvarðandi hjá fólki við sálartrupulleikum. Til ber at lesa meir verkætlanina á sinnisbati.fo Vil hava sjúklingagjald Í Grønlandi halda Hans Enoksen, landsstýrisformaður, og einstakir aðrir politikarar, at fólk, ið líða av vælferðarsjúkum, og kvinnur, ið beinleiðis medvirka til egna fosturtøku, eiga at gjalda fyri viðgerðina í sjúkrahúsverkinum. Fólk, sum starvast í heilsuverkinum, halda kortini lítið um uppskotið. Tey mæla ístaðin politikarunum til at leggja størri dent á tað fyribyrgjandi arbeiðið, tí tað gevur úrslit. Brúkaragjald er ikki nøkur loysn, siga tey. Stóra skúlamiðdepils­ ætlanin í Marknagili skal nú fremjast. Skúladepilin verður boðin út sum ein samlað verkætlan, har allir tríggir skúlarnir verða bygdir í senn, tó skal størstur dentur leggjast á studentaskúlan SKÚLABYGGING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Farast skal undir skúlamið­ depilin í Marknagili sum skjótast. Tað stóð greitt eftir fund­ in millum landsstýriskvinn­ una í mentamálum, Kristinu Háfoss, og teir tríggjar skúlastjórarnar, Reidar Nón­ fjall, Handilsskúlin, Egon Øregaard, Tekniski skúli og Mikkjal Helmsdal, Stud­ entaskúlin. ­ Allir partar eru samdir um, at fara undir størstu skúlaverkætlan nakrantíð, sum skjótast, sigur Kristina Háfoss. Við hesum verður vent aftur til upprunaligu ætlan­ ina, um at byggja allar tríggjar skúlarnar skúlarnar í senn. Talan er um nýggjan handilsskúla, nýggjan tekn­ iskan skúla og ikki minst nýggjan studentaskúla. Ætlanin er, at studenta­ skúlin skal fáa fremstu rað­ festingina, og hann skal ætl­ andi verða liðugur á sumri 2011. Handilsskúlin og tekniski skúli verða eitt sindur seinkaðir í mun til upprunaligu ætlanina og verða væntandi lidnir á sumri 2012. Men tað verður kortini endaliga projekter­ ingin sum ger av, nær hvørj­ ir partar av verkætlanini skulu verða lidnir. Landsstýriskvinnan fer – vónandi í komandi mánaði, sambært henni sjálvari – at bera eina verklagslóg í løg­ tingið, sum umfatar allar tríggjar skúlarnar, sum skulu byggjast í Marknagili. Samlaði kostnaðurin er mettur til umleið 400 milli­ ónir krónur, umframt einar 50 milliónir til innbúgv. Við Rás2 segði Kristina Háfoss, at tað alla tíðina hevði verið ætlanin, at skúla­ verkætlanin var ein eind við øllum trimum skúlunum. Hon segði í síðstu viku, at studentaskúlin hevði fremstu raðfesting, og tað skapti nakað av øðrkymlan hjá teimum, ið vara av tekn­ iska­ og handilsskúlanum, men hesum vísti landsstýris­ kvinnan aftur. ­ Tað er helst komin ein misskiljing í tey úttalisli, sum hava verið. Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at talan var um eina verk­ ætlan við øllum trimum skúl­ unum, og at studentaskúlin skuldi vera við í hesi eind­ ini, segði Kristina Háfoss. Landsstýriskvinnan sigur tað verða neyðugt, at finna nýggj fyribilshølir til stud­ entaskúlan, tí arbeiðs­ eftirlitið hevur sett so hørð krøv til verandi hølir, at vandi er fyri, at fýrahundrað næmingar standa úti á gøtuni, áðrenn man veit av. ­ Ætlanin er so, at næm­ ingarnir skulu flyta úr hes­ um fyribils hølunum og inn í nýggja skúlamiðdepilin í Marknagili, so hvørt sum hevi høli verða klár, segði Kristina Háfoss. Kostnaðurin verður mett­ ur til 400 milliónir krónur umframt innbúgv og útgerð, og landsstýriskvinnan sigur, at fíggingin skal finnast inn­ an fyri íløgukarmarnar hjá landsstýrinum. ­ Tá skúlamiðdepilin stend­ ur liðugur í 2012, skal fígg­ ingin eisini vera avgreidd og skúlin goldin, segði Kristina Háfoss við Rás2. Skúlamiðdepilin í Marknagili skal fíggjast innanfyri íløgukarmin hjá landsstýrinum, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í mentamálum Mynd: Jens Kristian Vang Í holt við skúladepil sum skjótast Fyri at minka um dálking av olju, broytti Tórshavnar kommuna tann 1. januar 2008 reglu­ gerðina fyri bátapláss OLJUDÁLKING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tórshavnar Býráð hevur tikið stig til at forða fyri oljudálking í havnum í kommununi. Býráðið hevur samtykt at broyta eina regl­ gerð fyri bátapláss soleiðis, at tað nú er krav, at bátaeig­ arar hava eitt sonevnt kjøl­ svín í bátinum. Kjølsvínini hava tann eginleika, at tey kunnu súgva olju burtur úr sjógvi. Mett verður at kjølsvín, sum kunnu taka 2­4 litrar av olju eru hóskandi. Um eingin óvanligur leki ella líknandi er, kundi tað verið, hóskandi at skift kjøl­ svínið einaferð um árið. Eini 630 bátapláss eru í kommununi, so bert nakrir dropar frá hvørjum báti, kunnu dálka rímiliga nógv, skrivar Tórshavnar Komm­ una á heimasíðu síni. Kjølsvín fyribyrgja oljudálking Nú skulu allir bátar í Tórshavnar Kommunu hava eitt kjølsvín liggjandi í bátinum Mynd: Jens Kristianm Vang