mikudagur 27. februar 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 41 - 27. februar 2008
Fyrra skipið hjá Thor
í Hósvík, sum varð
latið eigarunum
leygardagin, var
nakað seinni liðugt
enn ætlað, men
seinna skipið, sum
skal yvirtakast 14.
september, verður
sambært fyrisitingar
leiðaranum á
Skála Skipasmiðju
væntandi latið til
tíðina
SkipaSmíð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Skipasmíð er aftur vorðið
ein partur av føroyskum
handverki.
Tá ið Thor Alpha varð
navngivin og latin eigarun
um á Skála seinasta leygar
morgun, nýttu bæði stjórin
á skipasmiðjuni, Eyðfinn
Egholm og reiðarin, Hans
Andrias Joensen, høvi at
takka Landsfelag Handverk
aranna fyri vælvild í sam
bandi við pólsku handverk
ararnar, sum hava gjørt og
framvegis gera stálarbeiði á
Skála.
Eyðfinn Egholm vísti á,
at felagið hevur skilt tann
týdning, sum slíkar verkætl
anir hava fyri samfelags
búskapin og segði seg vóna,
at góða samstarvið fer at
halda fram.
Hans Andrias segði, at fel
agið hevur gjørt tað møgu
ligt at fáa handverkarar úr
útlandinum at gera stál
arbeiði.
Tit eiga saman við
táverandi landsstýri eina
serstaka tøkk fyri, at hetta
gjørdist møguligt, segði
reiðarin.
Seinna skipið
Dánjal Andreassen, fyrisit
ingarleiðari á Skála Skipa
smiðju, sigur, at meðan
byggingin av Thor Alpha
var nakað seinkað, bendir
alt á, at tíðarætlanin við
seinna skipinum, sum Thor
letur smíða á Skála, fer at
halda.
Seinni nýbygningurin
verður ætlandi liðugur um
ólavsøkutíð, og tá fer hann
– eins og hesin fyrri – av
landinum til sandblásingar,
metalisering og málingar.
Thor Alpha var í Assens í
Danmark, har hetta arbeiði
varð gjørt, men enn er ikki
tikin avgerð um, hvar seinna
skipið fer.
Tað veldst um, hvørji
tilboð vit fáa, leggur Dánjal
aftrat.
Sosialurin var á Skála, tá
ið sáttmálin um seinna ný
bygningin varð undirskriv
aður í matarhøllini á skipa
smiðjuni. Tá varð eitt sindur
gjørt burtur úr, at Thor
menninir, sum sigast at vera
góðir fullveldismenn, vildu
hava yvirtøkudagin at verða
14. september, og hetta er
eisini tað, sum stendur í
sáttmálanum.
Jú, málið er, at seinni
nýbygningurin verður latin
eigarunum 14. september,
og alt bendir á, at tíðar
ætlanin fer at halda, sigur
fyrisitingarleiðarin.
Thor Alpha og nýbygn
ingurin, sum stendur í
byggihøllini á Skála, eru
systirskip. Teir eru 55 met
rar langir og 13 metrar
breiðir.
56 póllendingar
Dánjal Andreassen sigur, at
í løtuni eru umleið 140
mans í arbeiði á Skála
Skipasmiðju, harav 56 pól
lendingar. 12 av hesum
komu mánadagin í hesi vik
uni.
Eg haldi, at skipanin við
pólsku handverkarunum vir
kar væl. Menninir arbeiða
hjá okkum í einar tríggjar
mánaðir í senn. Síðan fara
teir heimaftur, og nýtt fólk
kemur í staðin. Teir, sum
eru her heima, tá ið høgtíð
stundar til, fara vanliga
heim at halda frí og koma
so aftur, tá ið høgtíðin er
av.
Hann sigur, at flestu hand
verkarar, sum einaferð hava
verið á Skála, koma oftast
aftur, tá ið tíðin gongur, og
teir
sambært
skipanini
kunnu koma aftur higar.
Vit eru stak væl nøgdir
við hesar menn og tað hand
verk, sum teir gera fyri
okkum, sigur Dánjal.
Vit spurdu eisini fyrisit
ingarleiðaran,
um
aðrir
byggisáttmálar eru vænt
andi hjá Skála Skipasmiðju
Seinna skipið, sum Thor í
Hósvík letur smíða á Skála
Skipasmiðju, er systirskip til
Thor Alpha, sum um nakrar
dagar stevnir í Meksikanska
Flógvan
Mynd: Skála Skipasmiðja
Dánjal Andreassen er
fyrisitingarleiðari á Skála
Skipasmiðju
Mynd: Vilmund Jacobsen
Seinni nýbygningurin liðug
Ræðast munn- og kleyv
Grísaslaktaríið í Ringsted varð fyribils
latið aftur, tí illgruni var um munn og
kleyvsjúku. Føðivøruøkið Eystur lat um
miðdagin slagtaíið aftur, tí illgruni var
um sera smittandi sjúkuna í einum grísi.
Seinni í dag verður tikin støðá til, um
slagtaríið kann lata upp aftur ella fram
haldandi skal verða stongt. Tað er vanlig
ur framferðarháttur at steingja slagtaríir,
tá illgruni er um munn og kleyvsjúku.
Lána minni
Vikuliga lyklatalið fyri umsóknir hjá amerikanum um
realkreditlán heldur fram at falla. Hesaferð er fallið 19,2% móti
22,6% vikuna undan. Gongdin er tengd at, at amerikanski
húsamarknaðurin er trýstur av fallandi prísum, samstundis sum
tað er trupult at fáa húsalán frá lánistovnunum. Amerikanski
húsamarknaðurin er í teirri løgnu støðu, at hóast tjóðarbankin,
Fed, setur rentuna niður, fylgir fastfrysta rentan á bústaðarlánum
ikki við. Hetta merkir, at fastrentan sambært Bloomberg er á
sínum hægsta støði síðani oktober, og tað bøtir ikki um hugin at
keypa bústaðir, skrivar Børsen.