mikudagur 27. februar 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 41 - 27. februar 2008
Kvinnur skjóta reinsdjór
Ongantíð áður hava so nógvar kivinnur søkt um at sleppa
at skjóta reinsdjór í Íslandi sum í ár. Tey, sum umsita
veiðiloyvini, siga, at næstan 100 kvinnur søktu hesaferð,
og av teimum fingu 47 loyvi at skjóta reinsdjór. Bæði
tølini eru nýggj met, skrivar Morgunblaðið. Í fjør søktu
umleið 60 kvinnur, og tá fingu 28 veiðiloyvi. Í Íslandi er
loyvt at skjóta reinsdjór í tíðarskeiðinum frá 1. august til
15. septembur. 1.333 djór kunnu veiðast.
Íslendingar skifta trúgv
2.876 íslendingar ella ein av hvørjum hundrað skiftu
trúarsamfelag í fjør. Tað vísa tøl hjá íslendsku hagstovuni,
og tey vísa eisini, at altsamt fleiri íslendingar velja at
skifta trúarsamfelag. Størsta einstaka missin hevði
tjóðkirkjan, og í fjør misti kirkjan 1.484 fleiri limir, enn
hon fekk. Størstu tilgongdina hevði katólska kirkjan, sum
fekk 525 limir afturat. Nógvir íslendingar skráseta seg
eisini sum trúloysingar, og tað valdu 685 at gera í fjør.
Um hálvan mars
ella so fer fyritøkan
Demich at lata upp
handil, verkstað og
goymslu í Saltangará,
og tá er eisini ætlanin,
at felagið kemur
við nýggjari og
dagførdari heimasíðu
Handil
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Demich er ein fyritøka,
sum veitir allar tænastur
innan hita, ventilatión og
sanitet. Í næstum fer felagið
av álvara at bjóða seg
fram á Skálafjørðinum
við handli, verkstaði og
goymslu.
Um hálvan mars letir
Demich soleiðis upp í høl
unum, har Rúsan í Saltang
ará var áður. Hetta er bygn
ingurin, sum er kendur
undir navninum Stokka
stovan.
Sosialurin hevur skilt, at
Demich í sambandi við
upplatingina í Saltangará
eisini fer at bjóða fram eina
nýggja og dagførda heima
síðu.
Demich-søgan
Tað var hin 27. januar í
1960, at Fa. Demich varð
stovnað, og hin 17. februar
í 1971 varð felagið umskip
að til partafelag. Um hetta
mundið helt felagið til á
Tinghúsvegnum í Havn.
Stovnararnir av fyritøkuni
vóru Johannes C. Michelsen
(Lill) og Óli F. Debess, sum
ávikavist vóru stjóri og
blikksmiðjur. Tað er haðani,
at navnið Demich kemur
DE fyri Debess og MICH
fyri Michelsen.
Hin 10. november í 1982
keyptu
verkfrøðingarnir,
Simon Hansen og Trygvi F.
Guttesen, felagið.
Nýbygging
Í 1987 flutti Demich í nýggj
an bygning í Stiðjagøtu í
Havn, har fyritøkan bæði
hevur handilshøli, verkstað
og goymslu.
Í 1994 teknaðu Torbjørn
Hansen, Bjarne Hansen og
Olav Guttesen partapening
í felagið og komu soleiðis í
nevndina.
Í 2001 fór Simon Hansen
frá sum stjóri, og í hansara
stað vart Torbjørn Hansen
settur.
Umframt handil, verkstað
og goymslu í Stiðjagøtu,
heldur Demich eisini til í
Vági – og nú verður so um
hálvan mars latið upp í
Saltangará.
Demich í Saltangará
Í Sosialinum í morgin
fara vit at práta við
Mortan
Johannesen,
Mortan hjá Andriasi, um
nógv umrødda málið í
seinastuni – livratøku.
Mortan,
sum
hevur
verið fiskimaður at kalla
alt sítt lív, hevur hug at
gera
viðmerkingar
til
ymiskt
av
tí,
sum
granskarin,
Hóraldur
Joensen, hevur ført fram
um livir og livratøku.
Hóraldur heldur, at før
oyska samfelagið missir
einar 2 miljardir krónur um
árið, tí innvølur á fiski í
stóran mun fer út ígjøgnum
lensiportrini á skipi.
(vilmund)
Prát um livratøku
Í blaðnum í morgin ger
Mortan Johannesen
viðmerkingar til livratøku
Mynd: Jan Muller
Um hálvan mars hevur Demich tríggjar deildir – eina í Stiðjagøtu í Havn, eina á Marknoyri í Vági, og tá letur nýggj deild eisini
upp í Saltangará
Mynd: Vilmund Jacobsen
í nærmastu framtíð.
Mær vitandi er eingin
nýggjur
sáttmáli
komin
undir land.
Dánjal sigur tó, at skipa
smiðjan uppá fyrispurning
hevur gjørt eitt tilboð upp á
ein nýbygning aftrat.
Nevnt varð í matarhøll
ini leygardagin, at felagið,
sum hevur í hyggju at smíða
eitt skip aftrat, hevur keypt
skrúvu. Enn er tó ov tíðliga
at siga, um nýggjur sáttmáli
spyrst burtur úr, leggur
hann aftrat.
Nýggj beding
Arbeiðið við at byggja
nýggja beding á Skála Skip
asmiðju gongur sína gongd.
Hetta er eitt stórarbeiði,
sum væntandi kemur at
kosta einar 30 miljónir krón
ur tilsamans. Nýggi vognur
in er komin, og ætlandi
verður nýggja bedingin lið
ug í august.
Sjálvur vognurin er
bygdur í Frederikshavn,
men verður settur saman
her hjá okkum, sigur Dánjal
Andreassen.
Tað er felagið J&K Peter
sen, sum stendur fyri bed
ingsarbeiðnum – á sjógvi
og landi, men felagið hevur
eisini undirveitarar til partar
av verkætlanini.
ur í heyst