Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. februar 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 41 - 27. februar 2008 11 tíðindi Síðan Jørn Astrup Hansen kom við grein síni um Arbeiðsloysisskipanina, sum hann metir treingir til víðfevndar broytingar, hava fleiri gjørt vart við seg. Millum hesi eru Vinnu­ húsið og Samtak, sum í felagsgrein nevnd: "ALS er gott fyri arbeiðsmarkn­ aðin" vísa á, at vit skulu halda fast við skipanina, vit nú hava, har samlaði arbeiðsmarknaðurin umsitur og rekur ALS. Hesum taki eg eisini undir við. Hinvegin má fyritreytin fyri hesum vera, at allir starvsbólkar fáa gagn av skipanini. Men við teimum hugsjónum umboðini fyri privata arbeiðsmarknaðin hava fyri ALS, ivist eg í, at hetta er galdandi fyri almenn starvsfólk. Samdur við Vinnuhúsið og Samtak Lat meg tó beinanvegin siga, at eg eri samdur við teimum sjónarmiðunum hesi føra fram í greinini, og svar teirra uppá kritikk­ in frá Astrup. Hetta er tí ikki neyðugt at endurtaka. Eg vil bert nevna, at ein orsøk til, at ALS hevur kunnað ment seg til tað, skipanin er í dag, er tí hon hevur kunnað virkað sjálv­ støðugt uttan stórvegis íblanding frá politiska valdinum. Og hetta, uttan trupulleikar hava verið við innkrevjingini av arbeiðs­ marknaðargjaldinum. Spurningin um ALS­ gjaldið er skattur ella ikki hevur ein serfrøðingabólk­ ur útgreinað fyri trimum árum síðani. Niðurstøðan var, at hetta var í lagi, so løgfrøðiliga er einki í vegin við hesum. Frískligt íkast Hóast tað í greinini hjá Astrup er ymiskt, sum fingurin kann setast á, haldi eg tað vera gott, at formaðurin í búskaparráð­ num tekur Arbeiðsloysis­ skipanina til viðgerðar. Eisini at hann kemur við spurningum, sum fleiri seta sær, men fáur orðar alment. Til dømis um tað er rætt, at fólk skulu verða tvungin at gjalda stórar upphæddir í eina skipan, sum tey einki fáa burturúr? Og tilmæli hansara er, at tað eigur at vera sjálvboð­ ið, um tú ert í skipanini ella ikki. Sum svar uppá hetta siga feløgini, ið mynda Vinnu­ húsið og Samtak, at tey ynskja broytingar, men ikki so kollveltandi broytingar. Og spurningurin um at fara yvir til eina sjálvbodna skipan, er eisini ov kom­ pleksur til, at eg vil koma inn á hann her. Men tíðin er komin at vísa á, at vit í stýrinum als ikki eru samd um fleiri grundleggjandi viðurskifti. Hvat ynskir privati arbeiðsmarknaðurin? Eg skal sjálvsagt ikki koma og siga at verka­ feløgini øðrumegin og arbeiðsgevarafeløgini hinumegin draga eina línu í øllum. Tað vita vit, tey ikki gera. Feløgini eru tó samd um, at skipanin skal vera ein­ føld og lætt at umsita og so bílig sum gjørligt fyri tey, ið gjalda inn. Nakað sum eg eisini takið undir við. Men við teimum ætlan­ um, sum eru lagdar fyri dagin fyri arbeiðsloysis­ skipanina og soleiðis sum farið er fram higartil, tykjast bæði verkafeløg og arbeiðsgevarafeløg tó halda tað vera í fínasta lagi, at ALS í framtíðini verður ein blandingur av einari arbeiðsmarknaðar­ skipan og einari sosialari skipan. Við áhaldandi lobby­ arbeiði er nú fingið í sam­ gonguskjalið, at fiskimenn skulu hava sína serskipan. (gera skipanina betri fyri fiskimenn, er orðingin) Væl er arbeitt. At ein so samstundis kann tosa um, at arbeiðsmarknaðurin skal standa saman um ALS og politiski myndugleikin ikki skal vága sær at nerta við skipanina, kunnu vit bert staðfesta. At serskipan skal gerast fyri fiskimenn viðførir sjálvsagt, at aðrir fakbólkar eisini skulu hava somu sømdir. Og hetta ger samstundis, at fiskavirkis­ skipanin, sum talan annars ofta hevur verið um tikið úr ALS, verður fasthildin. At hetta fer at gera, at skipanin verður meira fløkt, truplari at umsita og dýrari, sigur seg sjálvt. So mikið fyri føgru orðini hjá Vinnuhúsinum og Samtak. Serskipan fyri fiskimenn Eg havi fleiri ferðir ført fram, at eg væl skilji, at fiskimenn ilskast inn á, at teir skulu ganga uttan løn, ofta í mánaðir, tá skipið liggur vegna umvæling. Men hetta hevur einki við nakran almennan ella hálv­ almennan kassa at gera. Hetta er ein spurningur, sum fiskimannafelagið og reiðarafelagið fyri langt síðani áttu at havt orna sínámillum, (eins og okk­ urt av hinum manningar­ feløgunum longu hevur gjørt) At skip liggja vegna umvæling, ella av øðrum orsøkum er ein samráðing­ arspurningur, og hoyrir ikki undir arbeiðsloysis­ skipanina. Punktum. Serskipan fyri aðrar bólkar Tey sum ynskja, at ALS skal broytast til eina part­ vís sosiala skipan, eru væl greið yvir, at tað eru aðrir bólkar, sum eisini missa stóra inntøku av orsøkum, tey ikki eru harrar yvir. Tað verður seg vegna veður og vind ella annað. Nevnast kunnu t.d. hand­ verkarar og gartnarar umframt øll tey, ið arbeiða innan ferðafólkavinnuna, sum bert kunnu hava løn­ andi vinnu ein part av árinum. Eg eri heldur ikki fyri, at hesi fáa serstatus í ALS, men verður ein skipan verður gjørd fyri fiski­ menn, má tað verða eitt krav til okkum, sum varða av ALS og politikarnar, at ein serskipan eisini verður gjørd fyri hesar bólkar. Fiskavirkisskipanin Fiskavirkisskipanin hevur verið í ALS frá byrjan, men er eisini nakað, ið skuldi verið hildið uttanfyri. Og eisini her er sjálvsagt at avvarðandi feløg gera avtalu, um hvussu tey skipa hesi viðurskifti. Og spurningurin er, um tíðin ikki er farin frá hesi skipan? Nógv arbeiðsfólk eru ónøgd við skipanina, tí hon fastheldur tey í einum arbeiði, við lágari løn. Og eisini fleiri virkiseigarar eru ónøgdir, m.a. tí summi virki misnýta skipanina við bert at arbeiða summar dagar og so lata fólk fáa stuðul frá fiskavirkisskip­ anina. Hetta ávirkar tey virkini, sum royna at hava arbeiði hvønn dag, men mangla fólk. Í síðsta enda rakar hetta so arbeiðsfólki, Tey, ið gjalda mest verða straffað Um vit veruliga vil gera nakað við skipanina, áttu vit fyrst at broytt innbygdar órímiligheitir. Tað er nógv fólk, sum tá tey gerast arbeiðsleys, ofta aftaná at hava goldið trú­ liga til ALS í fleiri ár, finna útav, at har er ein innbygdur straffur. Her er talan um teir sokallaðu bíðidagarnar, sum gera, at um tú hevur forvunnið meira enn eitt vist, kanst tú missa upp í eina hálva mánaðarløn! Tað vil siga, at ikki ein­ ans er mánaðarlønin bert helvtin av teimum 70% av einari arbeiðsmannaløn, fyrsta mánaðin ein gerst arbeiðsleysur, nei, tú fært bara hálva mánaðarløn. Men at broyta hetta hevur helst ikki tann stóra áhugan, tí her er tí stóran mun bert talan um almenn starvsfólk, sum verða rakt? Fyri einum hálvum ári síðan fekk stýrið fyrispurn­ ing frá Vinnunevndini um, har hon vildi hava at vita, hvat fiskimenn guldu til skipanina. Eg spurdi so, um teir ikki eisini skuldu hava talið fyri, hvat alment starvsfólk guldu? Nei, tað var ikki tað, sum spurt varð um. Eingin áhugi. Hvat krevja so tey almennu feløgini? Almennu feløgini hava frá fyrsta degi góðtikið, at skipanin var tann hon var. At øll fingu sama útgjald, hóast vit goldu okkara part, og meira enn tað. Og hóast vit vistu, at vit ikki vóru tey, sum fingu størstu ágóðan. Í samband við at álit var gjørt um ALS í 2004, spurdi eg almennu feløgini, um tey ynsktu inngjalds­ loftið sett inn aftur? Nakað sum vildi gjørt, at vit koma at gjalda minni inn í skip­ anina. Og svarið frá nærum øllum teimum umleið 20 feløgunum var: nei. Tey vildu fasthalda solidarisku hugsjónina. Fingu tey sama spurn­ ingin í dag, trúgvi eg svarið hevði verið øðrvísi. Sum onkur fakfelags­ leiðari plagar at taka til. Hvat skulu vit við ALS? Vit gjalda bara inn í skipanina. Ivist ikki í, at fleiri almenn feløg fara at krevja, at limirnir fáa meira fyri pengarnar, enn teir nú fáa. Hvat er framtíðin fyri arbeiðsloysisskipanina? Nú kann tað ljóða sum eg máli eina mynd, har vit í stýrinum yvirhøvur eru ósamd. Men so er ikki. Samstarvi er yvirhøvur gott, har vit hava staðið saman um fleiri av grund­ leggjandi viðurskiftini, ið ALS byggir á. Trúgvi eisini, at tað eru onnur enn eg í stýrinum, sum ikki eru so fegin um kósina, sum er sett. Men spurningurin er nú, um vit skulu hava eina skipan sum einans er fyri tey arbeiðsleysu, ella eina partvísa sosiala skipan? Og um tað er tað seinna, ein ynskir, er Astrup kanska tann rætti at biðja sum ráðgeva, í umskipan av arbeiðsloysisskipanini? ALS - eisini fyri almenn starvsfólk? stýrislimur fyri almenna arbeiðstakaran í ALS Kartni ravnsfjall Væleydnað teambuildingskeið var í Vági herfyri Skeið Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Mynd; Finn Johannessen Teit báðir Dan Djurhuus og Finn Johannessen, ið standa fyri S/pf Vlit, keyptu nakað fyri jól gomlu og hugnaligu handilshúsini á Marknoyri í Vági. Síðani hava teir skipað fyri ymiskum í húsinum. Eitt sonevnt teambuild­ ingskeið varð hildið leyg­ ardagin 16. februar 2008 Á leið 40 luttakarar vóru við, og vóru teir úr flest øllum barnaansingarstovn­ um í Suðuroy. Byrjað varð kl. 09.00 og hildið á til kl. 17.00 Tey luttakandi vórðu býtt í bólkar, har tey ið felag skuldu loysa uppgávur og samstarva. Endamálið var at byggja brýr, um bygdamørk og útbúgvingar o.s.fr. Millum annað skuldu tey rógva, byggja drekar, sparka fótbólt bundin sam­ an tvey og tvey, byggja puslispæl, bera eina grýtu fulla av vatni, spæla felags­ spæl, baka pannukøkur, yrkja ein sang, og so at royna sansunarhúsið. Sansunarhúsið var eitt stað, har luttakararnir fingu bind fyri eyguni, og skuldu so førast gjøgnum nógv støð, har ymiskt var á leiðini, sum talaði til teirra sansir. Smakkan av súrum, søtum, ganga í vatni, sápu, kenna ymiskt, ið minti um løgin ting, meðan ymiskur tónleikur ljóðaði aftanfyri. Dagurin eydnaðist sera væl, meta fyrireikararnir, og teir vóna, at hetta verður eitt tiltak, sum fyritøkur og stovnar úr øllum Føroyum koma suður at royna. ­ Vit hava húsini, tiltakið við Teambuilding, og so leggja vit fegin hugnaløtur, ferðing og ástøðiligt innslag til rættis, um fyritøkan/ stovnurin ynskir tað, siga fyrireikararnir. Meira kann síggjast á www.vilt.fo har fleiri myndir eru frá Teambuild­ ingsdegnum. Teambuildingsskeið í Suðuroynni